mikudagur 7. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Visión
2009
samtykt
Á eykaðalfundi mána-
kvøldið samtykti KÍ av-
taluna, sum flytir KÍ-høll-
ina yvir í annað parta-
felag
Hetta var ein av grund-
arsteinunum undir Visión
2009, sum nevndin í fel-
agnum legði fram í
summar.
Í stuttum kann sigast, at
eitt nýtt partafelag nú
hevur yvirtikið KÍ-høll-
ina og rakstur av hesari.
Peningurin, sum KÍ hevur
fingið í søluni, verður
fyrst og fremst nýttur til
at innfría skuld hjá fel-
agnum.
Í nýggja felagnum eigur
KÍ 50% av partapeningin-
um, og hevur felagið so-
leiðis framvegis ávirkan á
raksturin av høllini, men
nú í einum felag, sum í
størri mun kann syrgja
fyri viðlíkahaldi og ný-
íløgum. Fyrstu stigini í
hesum verða tikin alt fyri
eitt. Millum annað skal
gólvið í høllini skiftast,
eins og nýggj skiftirúm
verða gjørd á loftinukm,
meðan fótbólturin fær
nýggj høli í kjallaranum.
-mørk
Súni fær
verju-
styrk
AaB hevur styrkt sær um
verjuna við at tryggja sær
Ole Tobiasen úr FCK
Ole Tobiasen, sum byrj-
aði yrkisleið sína í Ajax,
var eisini eitt langt skifti á
danska landsliðnum, men
tveir krossbandsskaðar á
rað syrgdu tó fyri, at út-
lendska ævintýrið endaði.
Í FCK hevur hann verið
støðugur partur av verjuni
hjá hvítu leyvunum, har
hann hevur spælt 140
dystir.
Avtalan er skrúvað so-
leiðis saman, at AaB í
fyrsta umfari leigar spæl-
aran frá FCK. Á nýggjár-
inum gongur sáttmáli
hansara við hvítu leyvur-
nar út, og er nýggi sátt-
málin við AaB longu
gjørdur.
AaB sá seg noytt at
styrkja um verjupartin á
liðnum, tá norski Trond
Andersen her fyri skifti
til Brøndby.
-mørk
Nr. 169 • mikudagur • 7. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Merkisverd minni móti Ísrael
Seinasti heimadystur-
in hjá Henrik Larsen
verður 75. ferðin, at
Óli Johannesen verð-
ur á landsliðnum,
sum hann fyrstu ferð
spældi við júst móti
Ísrael
FØROYAR-ÍSRAEL
Jóannes Hansen
Ísrael verður gestur á Tórs-
vølli í kvøld. Tað ljóðar
kanska sum minni ógvuslig
avbjóðing, enn tað hevur
verið, tá ið mótstøðuliðini
hava verið Frakland, Írland
og Sveis, men eingin ivi
skal vera um, at Ísrael er
greiður favorittur. Tað vísa
úrslitini í hesi undankapp-
ingini, og tað boðar FIFA
styrkislistin eisini frá.
Á FIFA styrkislistanum
er Ísrael á 47. plássinum,
meðan Føroyar eru numm-
ar 126. Í HM undankapp-
ingini hevur føroyski leik-
luturin verið rættuliga av-
markaður. Føroyar hava
fingið eitt stig, sum varð
vunnið í 2-2 javnleikinum á
Kypros í oktober í fjør.
Ísrael er framvegis við í
kappingini um at sleppa
upp í part í endaspælinum í
Týsklandi næsta summar.
Teir hava framvegis ikki
tapt, men møguleikin er
ikki so stórur nú, sum hann
hevði havt verið, um teir
høvdu megnað meiri enn 1-
1, tá ið teir leygardagin
høvdu vitjan av Sveis.
Men fyri Føroyar verður
talan um ivaleysa stóra
mótstøðu. Tað hevði verið
fantastiskt, um tað hevði
eydnast at skora mál. Tað
hava føroyingar ikki gjørt,
síðani teir 4. juni á heima-
vølli taptu 3-1 móti Sveis.
Tá javnaði Rógvi Jacobsen
til 1-1, tá ið tað restaðu
tjúgu minuttir, men tríggjar
minuttir
seinni
svaraði
Sveis aftur.
Síðani hava Føroyar tapt
2-0 og 3-0 á heimavølli
móti ávikavíst Írlandi og
Kypros og so leygardagin
3-0 í Fraklandi.
Farvæl við Henrik
Uppgávan í kvøld verður
tann seinasta hjá Henriki
Larsen í Føroyum. Ein
landsdystur er eftir, áðrenn
samstarvið millum hann og
FSF heldur uppat. Hann
verður í Ísrael í oktober.
Tá ið Henrik Larsen tók
við venjarastarvinum, segði
hann seg rokna við, at tað
fór at bera til at vinna sjey
stig í fyrstu EM undan-
kappingini. Tað eydnaðist
ikki. Úrtøkan gjørdist eitt
stig - 2-2 móti Skotlandi á
Svangaskarði. John Peter-
sen, sum tá var ógvuliga
væl fyri, skoraði bæði mál-
ini, tá ið Føroyar løgdu seg
á odda 1-0 og 2-0, og hann
hevði møguleika at økja til
3-0, áðrenn Skotlandi svar-
aði aftur og javnaði til 2-2.
So tætt hava Føroyar saman
við Henrik Larsen ikki
verið fullari úrtøku.
Møguleiki er framvegis
fyri í hesi HM undankapp-
ingini at røkka sjey stigum,
sum Henrik upprunaliga
spældi út við, men treytin
er so, at úrtøkan verður trý
stig móti Ísrael - bæði á
heimavølli og útivølli.
Síðsti heimadysturin hjá
Henriki Larsen er tann 23.,
sum hann hevur ábyrgdina
av landsliðnum. Fleiri ferð-
ir hevur tað verið nær við
og næstan. Skotland í fyrsta
undankappingardystinum
hjá honum á heimavølli gav
góðar vónir, men eisini
móti eitt nú Týsklandi vóru
avrikini og tepru tapini
bæði á útivølli og heima-
vølli av sovornum slagi, at
tað vakti ans kring allan
fótbóltsheimin.
Sigrarnir í tíðini hjá
Henriki Larsen hava verið
fýra. Allir eru vunnir í
vinardystum á heimavølli -
tveir móti Kasakstan (3-2
og 2-1), ein móti Liktin-
stein (3-1) og ein móti
Malta (3-2).
Merkisvert minni
Føroyar og Ísrael hava eina
ferð áður spælt fótbólts-
landsdyst. Trettan ár eru
liðini síðani 1-1 javnleikin í
vinardysti á Svangaskarði.
Kári Reynheim legði Før-
oyar á odda í 35. minutti,
og Tal Banin javnaði við
frísparki upp um mann-
garðin í 52. minutti.
Tá mundi Ísrael ikki vera
mett stórvegis hægri enn
Føroyar. Síðani hava teir
ment seg framúr nógv. Eitt
nú undir leiðslu av Richard
Møller Nielsen, fyrrverandi
danska landsliðsvenjaran-
um, sum eitt skifti hevði
ábyrgdina
av
ísraelska
landsliðnum.
Í 1992 sá føroyska liðið
soleiðis út: Jens Martin
Knudsen - Allan Mørkøre
(Óli
Johannesen,
69.),
Tummas
Eli
Hansen
(Mikkjal Danielsen, 52.),
Jóannes Jakobsen, Alvi
Justinussen, John Hansen
(Jákup Eli Olsen, 65.) - Jan
Dam, Jon Johannesen (Øss-
ur Hansen, 63.), Todi Jóns-
son - Uni Arge, Kári Reyn-
heim (Torbjørn Jensen,
85.).
5. august 1992 spældu
fimm føroyingar fyrstu ferð
á landsliðnum. Teir vóru
Óli Johannesen, TB, John
Hansen (Ryan), KÍ, Jákup
Eli Olsen, B68, Jon Jo-
hannesen, TB, og Uni Arge,
HB.
John spældi tríggjar ferð-
ir á landsliðnum, og Jon og
Jákup Eli umboðaðu Før-
oyar tvær ferðir. Uni Arge
er skrásettur fyri 37 lands-
dystir og at hava skorað átta
mál, og so er tað Óli Jo-
hannesen.
Liðformaðurin nógvu tey
seinastu árini, Óli Johanne-
sen, gjørdist ímyndin av
landsliðnum. Dysturin móti
Ísrael í 1992 var tann 16.
altjóða skrásetti landsdyst-
urin. Í kvøld verður 103.
altjóða skrásetti landsdyst-
urin á skránni, og tað er
ógvuliga merkisvert, at Óli
Johannesen í kvøld fer at
umboða Føroyar fyri 75.
ferð. Óli er fyrsti føroying-
urin, sum røkkur 75 lands-
dystum, og tað er ikki í
øllum fótbóltstjóðum, at
tað eru spælarar, sum hava
umboðað føðilandið so
mikið ofta í fótbólti.
Talan verður um seinasta heimadystin hjá Henrik Larsen sum landsliðsvenjara, nú Føroyar mikukvøldið skulu dystast við Ísrael