mikudagur 7. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 7. september 2005
9
Ísrael krevur
ein sigur
Ísraelska landsliðið
stendur við søgulig-
um møguleika, nú
teir skulu enda und-
ankappingina við
tveimum dystum
móti Føroyum
ÍSRAEL
Jákup Mørk
Bert eina ferð áður hevur
Ísrael verið í nær námind
einum endaspælið. Hetta
var, tá teir á heysti 1999
spældu play-off dyst móti
Danmark, men eftir at dan-
ir í fyrra dystinum vunnu
ikki minni enn 5-0 í Tel-
aviv, var spenningurin til ta
royndina mest sum burtur.
Nú er talan tó um
nýggja støðu. Enn hevur
Ísrael ikki tapt í hesi
undankappingini, og tí er
vónin, at teir kunnu enda
sína roynd við tveimum
sigrum móti Føroyum. Og
so er vónin, at Frakland
ger
sína
skyldu
við
sigrum á Írlandi og Sveis,
soleiðis at Ísrael kann
taka næsta plássið, sum
gevur rættin til play-off.
Tað eru tó ikki tær stóru
stjørnurnar, sum eyðkenna
ísraelska hópin í dag. Fyri
fáum árum síðani vóru tað
spælarar sum Eyal Berko-
vich og Haim Revivo, sum
vóru lýsandi stjørnurnar í
hópinum, men hesir eru
ikki longur við.
Í dag eita stjørnurnar á
liðnum Haim Tal Ban úr
Bolton, Yossi Benyoun úr
West Ham og Pini Balili
úr Kayssary Spo, men
eingin teirra hevur tó
sama status, sum gomlu
stjørnurnar.
Hinvegin er talan í dag
um eitt munandi sterkari
kollektiv, sum longu nú
hevur tikið stór tak fram á
altjóða leiðini. Um tað so
fer at røkka til HM-at-
gongumerki
á
hesum
sinni, er ein annar spurn-
ingur. Men royndin verður
í øllum førum gjørd, og til
tess krevjast tveir sigrar á
Føroyum.
Mikukvøldið skal Henrik
Larsen fyri seinastu ferð
standa á odda fyri føroysk-
a fótbóltslandsliðnum í
einum altjóða heimadysti.
Henrik stóð fyri fyrstu
ferð á odda fyri føroyska
liðnum, tá Liktenstein
vitjaði á Tórsvølli tann 19.
august í 2002. Ein dystur,
sum Føroyar vunnu 3-1.
Og hóast talan ikki bara
hevur verið um sigrar
síðani tá, so er einki at
ivast í, at føroysku áskoð-
ararnir hava havt nógvar
góðar løtur saman við
Henrik. Ikki minst, tá
hann í fyrsta undankapp-
ingardysti sínum var nær
við at koppa Berti Vogts,
tá Føroyar eitt skifti vóru
á odda 2-0 móti Skot-
landi, men eisini dystirnir
móti eitt nú Týsklandi og
heimadystirnir móti Frak-
og Írlandi.
Nevndin í 12. manni
skuldi hava fund týsdagin
seinnapartin, og tó at tey
enn ikki høvdu gjørt av
hvat skal henda, so tykist
greitt, at ein gáva skal
latast.
Enn hevði áskoðarafel-
agið ikki sett seg í sam-
band við Fótbóltssam-
bandið, men vónin er í
øllum førum, at tað skal
bera til at gera hetta undir
dystinum mikukvøldið.
Antin undan dystinum,
ella í hálvleikssteðginum.
-mørk
12. maður vil
heiðra Henrik
Ísraelska landsliðið vandi á niðara vølli í Gundadali
mánadagin. Týsdagin skuldu teir venja á Tórsvølli, har teir
so eisini spæla dyst mikudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Øðrvísi uppgáva
Eftir upplivingina
móti heimsstjørnun-
um í Lens, verður
talan mikukvøldið
um heilt øðrvísi upp-
gávu hjá føroyska fót-
bóltslandsliðnum
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Undan venjingini, sum
landsliðið hevði á Tórsvølli
týsdagin, fingu vit orðið á
hjálparvenjaran,
Jógvan
Martin Olsen. Hann ivast
ikki í, at talan framvegis er
um trupla uppgávu, um enn
hon er øðrvísi enn tann
leygardagin. Men hann
leggur dent á, at stórur
partur av fyrireikingunum
eisini snýr seg um vøllin.
- Standurin á vøllinum
verður altavgerandi fyri okk-
ara avrik. Undirlagið er øgi-
liga bleytt, og tí veit eg ikki
rættiliga, hvussu hetta verð-
ur, tá vit hava vant nú í
morgun, og tá Ísrael eisini
skal venja í dag. Nú veit eg
ikki, hvussu veðrið verður
mikukvøldið, men verður
talan so eisini um regn, so
kann vøllurin væl gerast sera
trupul at spæla á, heldur
hann.
- Í aðrar mátar rokni eg
við, at vit fáa ein truplan
dyst, har tað serliga verða
tveir faktorar, sum eru
týdningarmiklir.
- Annar er, at vit halda fast
um tað, sum vit hava verið
góðir til. Altso at standa rætt
á vøllinum í verjustøðu.
- Hitt er so, at vit skulu
betra tað, sum vit ikki hava
verið so góðir til. Nevnliga
at skora, tá vit fáa møgu-
leikan. Vit hava í næstan
øllum dystunum í hesi und-
ankappingini havt góðar
møguleikar, men vit skora
ikki, og so verða vit revs-
aðir.
Men er tað nakað, sum tú
fært vant?
- Tá tú fært kjansin, so
ræður um at vera eitt sindur
kaldari og róligari, soleiðis at
rætta avgerðin verður tikin.
Effektivir ísraelsmenn
Føroyar hava eina ferð áður
spælt móti Ísrael, og tá
gjørdist talan um 1-1 javn-
leik.
Sammett við liðið ta
ferðina, hevur Ísrael tó tik-
ið seg nógv fram. Somikið
nógv, at liðið er í eini rætti-
liga sterkari støðu, um tað
eydnast at vinna teir báðar
dystirnar móti Føroyum.
Jógvan Martin staðfestir
eisini, at talan er um eitt
sterkt mótstøðulið.
- Vit hava sæð tríggjar
dystir hjá teimum, og eg
vildi mett teir at vera á
sama sum Sveis og Írland.
Kanska ikki heilt á støði
við Frakland, men at teir
liggja soleiðis fyri, sum teir
gera, sigur eisini nakað um
styrkina hjá teimum.
- Og so havi eg lagt til
merkis, at teir hava verið
ótrúliga effektivir í avger-
andi løtunum. Spælið hevur
kanska ikki verið so poler-
að, men fáa teir møguleik-
an, so taka teir av, so teir
skulu ikki hava nógvar
møguleikar, áðrenn teir
avgera dystin, sigur Jógvan
Martin Olsen at enda.
Størsti spurningurin
tykist vera, hvørt tað
skal gerast rúm fyri
bæði Christian
Høgna og Rógva Jac-
obsen, ella um einasta
broytingin verður at
finna avloysaran fyri
Toda
UPPTAKT
Jákup Mørk
Skaðin hjá Toda Jónsson
ger tað sjálvandi heilt víst,
at broytingar mugu fremj-
ast í føroysku uppstilling-
ini, men í mun til dystin
móti Fraklandi, verður tal-
an neyvan um nakrar koll-
veltandi broytingar.
Allar helst verður tað
soleiðis, at í 9 av 11 førum
verður talan ikki um nakrar
broytingar yvirhøvur. Ein-
asta ivamálið afturat álops-
plássinum tykist vera, hvørt
Mortan úr Hørg enn eina-
ferð fær møguleikan á høgra
bakki, sum hann røkti so
væl móti Kypros, ella um
broyting eisini verður gjørd
á hesum plássinum.
Verður talan um broyting
her, merkir tað ivaleyst, at
Christian Høgni Jacobsen
verður settur aftur á bakkin.
Hann hevur roynt hetta
plássið á landsliðnum nakr-
ar ferðir áður, og í Frak-
landi kom hann eisini á
hetta plássið stutt inn í
seinna hálvleik.
Christian Høgni er tó
eisini ein møguleiki, tá
nýggi álopsmaðurin skal
finnast fyri Toda Jónsson.
Her er ein annar møgu-
leiki eisini, at Rógvi Jacob-
sen aftur fær pláss á liðn-
um. Kropssterki klaksvík-
ingurin hevur ikki minst
sínar fyrimunir í luftspæl-
inum, har hann sera sjáldan
verður yvirmatchaður, og tí
er tað avgjørt møguleiki
fyri, at hann hesaferð fær
leiklutin sum spælarin, ið
skal binda miðvøll og álop
saman, meðan Andrew so
verður fluttur heilt fram á
toppin. Tann leiklutin hevur
Rógvi eisini spælt fyrr við
góðum úrsliti, og tí er hetta
als ikki óhugsandi.
Og triði møguleikin er so
sjálvandi, at Mortan úr
Hørg framvegis verður á
høgra bakki, meðan álopið
so verður mannað við
Rógva og Christian Høgna,
men sum Andrew hevur
lagt fyri í donsku kapping-
ini, so er kortini nógv, sum
bendir á, at hann verður við
frá fyrsta bríksli.
Tí verður okkara git um
føroysku byrjunaruppstill-
ingina hesa ferð soljóðandi:
Jákup Mikkelsen - Christi-
an Høgni Jacobsen, Óli Jo-
hannesen, Jón Rói Jacob-
sen, Súni Olsen - Jákup á
Borg, Ingi Højsted, Fróði
Benjaminsen, Claus Bech
Jørgensen - Rógvi Jacob-
sen, Andrew av Fløtum.
Tað ræður enn einaferð fyrst
og fremst um hjá okkara
monnum at standa rætt. Men
Jógvan Martin Olsen staðfest-
ir eisini, at nú mugu vit
royna skora upp á møguleik-
arnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Tvey ivamál
Tað tykist sannlíkt, at Rógvi Jacobsen skal styrkja um føroyska luftspælið mikukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen