mikudagur 7. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 169 - 7. september 2005
Nú doyði so formaðurin fyri amerikanska hægstrarætt, Willi-
am Rehnquist. Neyvan geva fólk í her um okkara leiðir slík-
um tíðindum nakran ans. Vit hava sum so ikki nakað "til-
knýti" til Hægstarætt í einum landi sum USA. Kortini, um vit
hugsa meira gjølla um hetta, so er greitt, at júst amerikanski
hægstirættur hevur ómetaliga stóra ávirkan á framtíðina hjá
íbúgvunum í hesum heimsins ríkasta og sterkasta landi - fyri
rásarúmið og gerandisdagin hjá komandi ættarliðum. Hægsti-
rættur stendur omanfyri allar politiskar myndugleikar, og av-
gerðir í hesum dómstólinum kunnu ikki broytast. Hesin rætt-
ur er omanfyri alt annað - forsetan, kongressina, senatið og
allar aðrar dómstólar í USA.
Tað eru 9 dómarar í Hægstarætti. Teir verða valdir fyri lívstíð.
Og tað er tann til eina og hvørja tíð sitandi forsetin, sum velur
dómararnar, tá teir fara frá vegna aldur, sjúku ella deyða. Tað
er tí tann størsta avgerð ein forseti kann taka, tá hann skal seta
nýggjar dómarar til Hægstarætt. Tað eru 11 ár síðani, at
nýggjur dómari varð valdur til henda dómstólin seinast. Men
nú røkist fyri, at tað skulu veljast tríggir nýggir dómarar til
Hægstarætt, og at tað verður George W. Bush, sum skal velja
teir allar. Longu fyri tveimum mánaðum síðani valdi Bush tann
50 ára gamla John Roberts til nýggjan hægstarættardómara fyri
Sandra O´Connor, sum 1. juli gjørdi av at fara frá. Nú William
Rehnquist er deyður skal Bush aftur til at velja ein eftirmann
fyri hann. Og líkt er til, at enn ein hægstarættadómari skal
veljast, áðrenn seinna skeiðið hjá Bush rennur út.
Hægtirættur kann broyta lógir og avgerðir, sum verða tiknar í
allari rættarskipanini ella fyri tað í lóggevandi tingunum. Tað
er hann, sum ger av, hvussu amerikanska grundlógin skal
tulkast. Og tá henda lóg er meira enn 200 ára gomul og sera
stuttorðað, hevur Hægstirættur sera fríar hendur til at avgera,
hvussu teir karmar, sum vanligi amerkanarin skal liva undir,
skulu síggja út. Hesir 9 dómararnir gera av markið millum re-
ligión og stat, millum einstøku statirnar og stjórnina í Wash-
ington og millum stjórnina og borgararnar. Tað er Hægsti-
rættur, sum ger av, um samkynd kunnu giftast, og tað var
eisini hann, sum gjørdi av sakina Róe versus Wade, sum gav
amerikonskum kvinnum rætt til abort. Og sami Hægstirættur
kann taka henda rætt frá teimum aftur fær Bush síni fólk vald.
Ultra høgravongurin, sum stuðlar Bush, ger alt fyri at ávirka
forsetan at seta konservativ og Bíbliutrúgv fólk í Hægstarætt.
Valið av Roberts kann vísa seg at vera í teirra favør. Tí hóast
ókendur hevur hann tikið avgerðir, sum hava gagnað Bush og
teimum høgravendu, sum eru ímóti aborti og teimum
samkyndu. Roberts er katolikkur.
Nú skal so veljast dómari fyri Rehnquist, sum taldist millum
teir mest konservativu. M.a. var hann við til at seta í gildi
deyðarevsingina aftur. Tað er greitt, at fyri tey mongu, sum ikki
dáma politikkin hjá Bush og hansara neokonservativu og eitt
nú tí bibilska baklandinum í Suðurstatunum, er talan um
lagnuløtur, nú Bush helst sleppur at velja tríggjar nýggjar
dómarar. Tað merkir, at hóast Bush fer frá, so kann hansara
politikkur og moralur fara at spøkja aftur í Hægstarætti og
harvið í øllum tí amerikanska gerandisdegnnum langt langt inn
í framtíðina. Tað er fyri mong ein ræðumynd. Eisini fyri okkum
í sokallaða sivilieraða Vesturheiminum, herí Føroyum íroknað.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Lagnuløtur – nýval til
amerikanska Hægstarætt
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Spurningur til Stjórnarskipanarnevndina
(ROKNSKAPAR)GRANSKING
- og Amnesty Inter-
national, Føroya deild
Helgi Abrahamsen
Spurningurin um skrásett
parlag hevur enn einaferð
verið settur ovast á breddan
í føroysku fjølmiðlunum.
Eg fari ikki at blanda meg
upp í tað kjakið, tí tað vísir
seg ikki at vera møguligt at
føra eitt sakligt kjak um
tann spurningin gjøgnum
fjølmiðlarnar.
Men av tí at forkvinnan í
Amnesty
International,
Føroya deild, hevur verið
frammi við áheitan á polit-
ikararnar um at taka rætt-
indini hjá teimum sam-
kyndu
við
í
komandi
stjórnarskipanarlóg, og for-
maðurin í stjórnarskipanar-
nevndini hevur sagt, at
spurningurin skal takast
upp í nevndini, so kundi
verið áhugavert at fingið at
vita, hvat Amnesty Inter-
national og stjórnarskipan-
arnevndin
halda
um
mannarættindi hjá øðrum
bólkum í føroyska samfel-
agnum. Eg hugsi her um
rættin til at verða føddur?
Um tað er so umráðandi at
fáa skrásett parlag við í
eina komandi stjórnarskip-
anarlóg, átti tað so ikki
eisini at staði í somu lóg, at
frí fosturtøka kann ikki
vera loyvd í Føroyum? Ella
skal spurningurin um arv,
hava størri týdning í før-
oyska samfelagnum, enn
rætturin til at verða føddur?
Hvat heldur Amnesty
International, Føroya deild
um henda spurningin, og
hvat heldur stjórnarskip-
anarnevndin?
Heri Mohr
Í einari grein "Fyrst mugu
granskararnir granskast",
sum
Poulsen
hevði
í
bløðunum seinastu viku,
lesa vit m.a.: " vit granska,
eiga vit at kanna, hvussu
nógvir pengar eru brúktir
til "gransking" seinastu 25
árini".
Hetta gevur orsøk til at
kanna landskassans rokn-
skapir - ikki 25 ár aftur í
tíðina - tað kunnu onnur
gera - men 5 ár: 2000-2004.
Av almennum roknskapum
framgongur, at í nevnda
tíðarskeiði hevur lands-
kassin samanlagt goldið
fylgjandi løgtingsjáttanar:
Biofargransking 6.0 mió.
Granskingarætlanir 7.4 "
Granskingarráð 3.8 "
Økisgransking 8.6 "
Granskingargrunnur
2002-2004 13.9 "
Viðvíkjandi Granskingar-
grunninum er at siga, at
hann varð stovnaður við
løgtingslóg nr. 85 frá 15.
mai 2001. Í árunum 2002-
2004 hevur hann goldið
17.28 mió. til "Tilskot til
einstaklingar" og 1.91 mió.
til "Lønir v.m.".
Á síðu 293 í landskassans
roknskapi 2004 sæst, at
Grannskingar- grunnurin
tann 31. desember 2004 átti
ogn :"Aðrir skuldarar" stív-
ar 6 mió., hevði "Stuttfreist-
aða skuld" stívar 5.8 mió. og
ongan tøkan pening.
Hetta, sum her er skrivað,
skal ikki skiljast sum upp-
ílegging
í
kjakið
um
gransking, tí orðini hjá
Dánjali Nolsøe, sála, í vert-
skapi í Keypmannahavn
eina ferð fyri umleið 58 ár-
um síðani loyvi eg mær
(ósmæðið) at gera til míni:
"Je kenni mín begrensn-
ing".
Trúð og
prógvað
Christian Fróði
Djurhuus
At prógva seg skriftlærd-
an og ikki taka til sín
einafalda barnatrúgv. At
hoyra so nógv um Harran
Jesus Kristus og ikki liva
sum Hann. Tað kann eitt-
hvørt skrivandi orða-
braskmenni menta sálir-
nar við. Jú vissuliga hava
øll hoyrt. Mítt hjarta sum
eisini bankar blóðið sum
livir í mær. Komin á
fundin har afturi. Sum
jøkul
úr
frostbitnum
klædningi vellir kreym-
anin oman eftir ljósum
veldugum undrum.