Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 7. september 2005 11 VIÐMERKINGAR Útbúgvingarvisjón landsstýrisins 2015 - visjón ella hvørvisjón? Hans Andrias Sølvará, studentaskúla- og HF- lærari Í Løgmansrøðuni á ólav- søku legði løgmaður fram ógvuliga ambitiøsu visjón landsstýrisins fyri útbúgv- ingar- og menningarstøði Føroya í 2015. Grundstøðið undir visjón 2015 er skila- gott: at útbúgving og gransking eru fyritreytir fyri øllum samfelagsligum framburði. Tað er kortini nakað sum bendir á, at so mikið langt er millum gerð- ir og ætlanir landsstýrisins á útbúgvingarøkinum, at visjónin er í vanda fyri at gerast ein hvørvisjón. Visjón 2015 og útbúgving Visjón landsstýrisins legg- ur upp til, at føroyska sam- felagið skal mennast til at vera eitt vitanarsamfelag í 2015, sum skal mennast við støði í hollari útbúgving og gransking. Viðvíkjandi út- búgving kann m.a. hetta lesast í løgmansrøðuni: "Okkara mál er tí: • at allir fólkaskúlanæm- ingar fáa eina góða og mennandi grundútbúgv- ing, sum tryggjar, at teir hava førleika at fara víðari til eina miðnáms- útbúgving • at allir ungdómar fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving • at minst helvtin av okkara ungdómi fær hægri út- búgving" Hetta eru høg mál, sum landsstýrið hevur sett sær, men tey eru ikki hægri enn so, at talan er um mál, sum flest øll framkomin lond stremba eftir. Viðvíkjandi útbúgvingum er trupulleik- in í Føroyum kortini nógv størri enn í teimum lond- um, sum vit vanliga saman- bera okkum við. T.d. er prosentparturin av føroyska ungdóminum, sum tekur eina miðnámsútbúgving nógv lægri enn í teimum skandinavisku grannalond- unum. Tað er tí at frøast yvir, at landsstýrið hevur sett sær fyri at gera nakað við hend- an trupulleikan. Spurning- urin er einans, um samsvar er millum politisku avgerð- ir landsstýrisins og tær stóru hugsjónirnar. Við- víkjandi miðnámsútbúgv- ingunum er lætt at stað- festa, at enn er lítið samsvar millum tær yvirskipaðu hugsjónirnar og tann førda politikkin. Miðnámsútbúgvingar anno 2005 Tá leiðslurnar á miðnáms- skúlunum gjørdu fíggjar- ætlan fyri skúlaárið 2005- 2006, løgdu tær upp fyri tí veruleika, at stórir árgangir vóru á veg inn í miðnáms- skúlarnar. Hetta sást bæði av burðartølunum fyri ár- gangirnar seinast í 80- unum og av teimum stóru árgangunum, sum vóru á veg út úr framhaldsdeildun- um í fólkaskúlanum. Játt- anirnar, sum skúlaleiðslur- nar søktu um, vóru tí ávirk- aðar av tí veruleika, at tað fór at vera neyðugt at stovnseta fleiri flokkar á miðnámsskúlunum í 2005 enn í 2004. Tað gjørdist kortini skjótt greitt, at landsstýrið ikki ætlaði at taka støði í hesum hagfrøðiliga væl grundaða veruleikanum. Tá fíggjar- lógin varð løgd fyri løg- tingið, var peningur til fleiri flokkar á miðnáms- skúlunum skarvaður av upprunaligu fíggjarætlan- unum hjá skúlaleiðslunum. Hetta kom sjálvandi aftur um brekku, tá tað seinni - í samsvar við metingina hjá leiðslunum á miðnámsskúl- unum - gjørdist greitt, at talið á næmingaumsóknum til miðnámsskúlarnar var væl hægri í 2005 enn lands- stýrið hevði mett. Tað var tí eitt tekin um vánaligt polit- iskt handalag, at landsstýrið noyddist í løgtingið við einum eykajáttanaruppskoti til miðnámsskúlarnar. Landsstýrið hevði, ímóti betri vitan, grundað sína umbøn á fíggjarlógina á skeivar fortreytir; men í staðin fyri at rætta feilin eina ferð við alla og søkja løg- tingið um allan tann pening- in, sum var neyðugur fyri, at allir skikkaðir umsøkj-arar kundu vera tiknir upp á miðnámsskúlarnar, valdi landsstýrið at rættafeilin við at fremja ein nýggjan. Tá peningurin á eyka- játtanarlógini langt frá var nóg mikið til, at allir skikk- aðir umsøkjarar kundu tak- ast upp á skúlarnar, tók landsstýrið avgerð um, at einans teir umsøkjarar, sum pláss vóru fyri sambært játtanini á fíggjarlógini, skuldu takast inn á mið- námsskúlarnar. Hendan avgerð lands- stýrisins, sum forðaði ein- um stórum parti av før- oyska ungdóminum í at fáa eina miðnámsútbúgving, var beinleiðis í stríð við út- búgvingarvisjón landsstýr- isins fyri 2015, soleiðis sum hon var løgd fram í løgmansrøðuni á ólavsøku. Hugsjónarliga var tað ikki lætt hjá landsstýrinum at rættvísgera hesa avgerðina, men verri var, at avgerðin beinleiðis var í stríð við galdandi lóggávu á stud- entaskúlaøkinum, sum tryggjaði øllum skikkaðum umsøkjarum rætt til upp- tøku á studentaskúlan. Hendan løgfrøðiliga veru- leikan, sum bæði leiðsla og lærarar á studentaskúlunum høvdu kunnleika til, var landsstýrið eftir øllum at døma óvitandi um, tá av- gerðin varð tikin. Tað var í øllum førum ikki fyrr enn málið hevði verið umrøtt í fjølmiðlunum, at menta- málaráðharrin segði seg hava fingið at vita frá løg- frøðingum, at allir skikkað- ir umsøkjarar til studenta- skúlarnar høvdu eitt rættar- krav uppá upptøku. Hóast politiski viljin til at taka avgerðir, sum sam- svaraðu við visjón 2015, at síggja til ikki var stórur, so noyddist landsstýrið av løgfrøðiligum grundum at fáa hendan trupulleikan loystan innanfyri karmar- nar í studentaskúlalógini. Hevði landsstýrið tikið í egnan barm og viðurkent, at ein feilur var hendur í eykajáttanaruppskotinum orsakað av, at Mentamála- ráðið ikki hevði fylgt ráð- gevingini hjá sakkunnleik- anum úti á skúlunum, so hevði tað verið møguligt at rættað nakað uppá tað íkomna ósamsvarið millum visjón 2015 og politisku avgerðirnar. Men í staðin fyri at viðurkenna hetta og fáa tann neyðuga peningin til vega til nakrar flokkar afturat, valdi landsstýrið at fylla nakrar av teimum flokkum, sum peningur var játtaður til á fíggjarlógini, við fleiri enn 24 næming- um. Hendan avgerðin var beinleiðis í stríð galdandi siðvenju, avtalur og allar námsfrøðiligar meginreglur viðvíkjandi menning av frálæruni. Landsstýrið breyt ikki einans við galdandi sið- venju á økinum - sum m.a. hevði støði í eini avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelag Studenta- skúla og HF-lærara - um, at næmingatalið í einum flokki ikki eigur at fara upp um 24; avgerðin um at fylla flokkarnar við fleiri enn 24 næmingum var harumframt beinleiðis í stríð við megin- reglur í námsfrøðiligu út- búgvingini hjá Mentamála- ráðnum um, at støði skal vera tikið í fyritreytunum hjá tí einstaka næmingin- um: tað er torført at taka støði í einstaka næmingin- um, tá 24 næmingar eru í einum flokki, men tað er beinleiðis ómøguligt at røkka hesum máli, tá fleiri enn 24 næmingar eru í flokkunum. Avgerðin hjá landsstýrinum um, at gald- andi siðvenja og avtalur skulu brótast, soleiðis at flokkarnir kunnu vera størri enn higartil, fer - um hon verður standandi - at hava við sær, at fráfallið á mið- námsútbúgvingunum gerst størri enn tað higartil hevur verið. Og tað verða helst teir veikastu næmingarnar, sum hetta fer at ganga mest út yvir. Úrslitið verður - beinleiðis í stríð við visjón 2015 - at ein minkandi partur av føroyska ung- dóminum fer at megna at ogna sær eina miðnámsút- búgving í framtíðini. Her er talan um beinleiðis mótstríð millum málsetn- ingarnar í visjón 2015 um, at øll ung skulu hava eina miðnámsútbúgving og yvir- skipaðar námsfrøðiligar meginreglur hjá Menta- málaráðnum, sum viðvíkja menning av frálæruni og tann førda politikkin hjá landsstýrinum. Í politiskum verki verður innihaldið í út- búgvingunum ikki nógv virt, hóast hugsjónirnar um útbúgvingarstøðið í framtíð- ini eru ógvuliga ambitiøsar. Miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving til øll ung Sambært visjón 2015 skulu øll ung - ikki einans tey, sum vera mett skikkaði - fáa møguleika fyri at ogna sær eina miðnáms- ella yrkisútbúgving. Tað skuldi sostatt als ikki verið neyð- ugt við nøkrum rættarkravi til umsøkjarar til miðnáms- útbúgvingarnar. Við støði í visjón 2015 skuldi tað verið ein sjálvfylgja, at øll ung sluppu inn á miðnámsút- búgvingarnar. Tað er kort- ini ógvuliga langt frá vis- jónunum í løgmansrøðuni til politisku avgerðirnar hjá landsstýrismonnunum hes- um viðvíkjandi. Tey, sum søktu inn á studentaskúlarnar vóru heppin, tí studentaskúla- lógin tryggjar, at allir skikkaðir umsøkjarar skulu takast upp. So heppin vóru nógv av teimum, sum søktu inn á HF, HH ella aðrar miðnámsútbúgvingar ikki. Hesi høvdu einki rættar- krav í lógini at halda seg til. Tey vóru ikki tikin upp á útbúgvingarnar, hóast tey vóru mett at vera skikkaði. Útbúgvingarvisjónin hjá landsstýrinum hevur eftir øllum at døma so mikið lítið uppá seg, tá tað kemur til ítøkiligar politiskar av- gerðir, at var tað ikki fyri rættarkrævið hjá umsøkjar- um til studentaskúlarnar, so høvdu heldur ikki øll skikk- aði verið upptikin á stud- entaskúlarnar. Umsøkjarar til studentaskúlarnar vóru ikki upptiknir við støði í "visjonera" politikki lands- stýrisins; teir vóru tvørtur- ímóti upptiknir av reinum løgfrøðiligum grundum, beinleiðis í stríð við ætlan- irnar hjá landsstýrinum. Tað er ikki einans langt millum politiskar avgerðir og visi- ónir landsstýrisins; til tíðir er beinleiðis mótstríð mill- um visjónir og avgerðir. Tað næsta verður kanska, at studentaskúlalógin verður broytt, soleiðis at rættar- kravið verður burtur. Tá hevði ósamsvarið millum politiskar avgerðir og visjón 2015 verið fullkomið. Visjón ella hvørvisjón Praktiskur politikkur, sum ikki verður leiddur fram við støði í eini yvirskipaðari visjón, verður útintur í blindi, men ein visjón, sum ikki verður fylgd upp við praktiskum politikki er tóm. Viðvíkjandi útbúgv- ingarvisjón landsstýrisins ber stórt sæð til at siga, at soleiðis sum hon stendur í dag er, hon tóm. Visjónin er har, hon er ambitiøs og málsetningarnir eru teir røttu, men tá tað kemur til ítøkiligan útbúgvingarpol- itikk, er hon enn stórt sæð tóm fyri innihald. Eingin visjón kann útinn- ast í politiskum verki uttan neyvt samstarv við allar viðkomandi partar og neyv- ar langtíðarætlanir, sum hava til endamáls at sam- skipa tær politisku avgerð- irnar til tann yvirskipaða málsetningin. Hesum við- víkjandi liggur nógv eftir hjá landsstýrinum. Hvussu kunnu vit hava álit á, at nakað innihald er í visjón landsstýrisins á út- búgvingarøkinum, tá lands- stýrið 1) ikki ger sær tann ómak, at kanna hvussu nógvir næmingar kunnu væntast at koma inn á mið- námsskúlarnar, áðrenn játt- anir til skúlarnar verða settar á fíggjarlógaruppskot- ið 2) ikki tekur skúla- leiðslurnar - sakkunnleikan - við uppá ráð, tá avgerðir viðvíkjandi skúlunum verða tiknar 3) tekur avgerðir um næmingatøl í flokkunum, sum bæði stríða ímóti avtalum við lærararnar og egnum námsfrøðiligum meginreglum viðvíkjandi menning av undirvísingini 4) ikki ger sær tann ómak at seta seg inn ta lóggávu, sum tað er sett at umsita, áðrenn avgerðir verða tiknar 5) virkar beinleiðis í stríð við tær ætlanir, sum tað setir sær fyri at røkka á útbúgv- ingarøkinum. Verða politisku avgerðir- nar hjá landsstýrinum ikki samskipaðar og tilrætta- lagdar við virðing fyri teimum næmingum, starvs- fólki og leiðslu, sum virka á úbúgvingarstovnunum og við støði í teimum yvir- skipaðu málum, sum lands- stýrið hevur sett sær fyri at røkka, so er vandi fyri at visjón 2015 verður ein hvørvisjón. Higartil er lítið og einki gjørt, sum forðar fyri at hetta kann fara at vera úrslitið, men vónandi verður visjón 2015 kom- andi árini fylgd upp við praktiskum politikki, sum ber móti tí setta málinum. Tað er ikki einans visjón 2015, sum sigur, at frí atgongd til miðnámsút- búgvingar er lykilin til framburð. Hetta framgong- ur eisini av nýggjastu frá- greiðingini hjá Búskapar- ráðnum.