Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 169 - 7. september 2005 Kistan við Mannbjørn Tórarenni fer av Lands- sjúkrahúskapellinum týsdagin klokkan 14:30. Jarðarferðin verður hósdagin klokkan 12 úr Skúv- oyar kirkju. Í sambandi við jarðarferðina siglir Sildberin klokkan 10.30 av Sandi. Tey, ið vilja minnast Mannbjørn kunnu lata Skúvoyar kirkju eina gávu. Konto í Føroya Sparikassa. Kistan við Árna Klein Olsen, ættaður úr Vest- manna, búsitandi í Hósvík, kemur í Hósvíkar kirkju í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður mikudagin klokkan 14. Sungið verður úr sálma- bókini. Tey, ið vilja minnast Árna kunnu lata Føroyskt Cystisk Fribrosu Felag eina gávu. Konto í peninga- stovnunum. Erling Jacobsen úr Sørvági, ættaður av Slættanesi andaðist á Ellisheiminum mánadagin, 77 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Kistan við Magnus Louis Poulsen, vanliga nevnd- ur Louis í Kunoy fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi heim í Christianskirkjuna mikukvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Christians- kirkjuni hósdagin klokkan 13:30. Tey, ið vilja minnast Louis kunnu lata Missións- húsinum Emmaus eina peningagávu. Konto í Norðoya Sparikassa. Hjalti Næss í Nesi í Hvalba andaðist 5. september, 72 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Elisabeth Jacobsen, vanliga nevnd Betti, Hósvík, andaðist á Ellisheiminum í Miðvági sunnukvøldið 4. september, 89 ára gomul. Kistan fer av Ellis- heiminum hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju fríggjadagin klokkan 14.00. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Betti, kunnu lata Ellisheim- inum í Miðvági eina gávu, konto í Føroya Spari- kassa. Andlát og jarðarferðir NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 7. september. Robert. Teir vita ikki, hvønn sipað verður til, navnið kemur ikki fyri í álmanakkanum fyrr enn í 1728. Kanska er talan um ein abbata í Kent í Onglandi. Germanskt navn, samansett av orðum, ið merkja tiltikin og ljómandi. Ein hjartalig heilsan til systrar mínar, Minu Wang Hansen, sum fylti 91 ár Ólavsøkuaftan og Miu Christiansen, sum fylti 83 í august 2005. Tað var við frøði, at eg saman við familjuni var og ferðaðist í Føroyum í summar. Vit búðu í Nólsoy í tvær vikur og vitjaðu eina viku í Havn. Vit hildu fýra føðingar- dagar í juli, og áhugaverd- asti av teimum var óiva føð- ingardagurin hjá Minu. Vit vóru til kaffi og køkur á Vistarheiminum í Torfins- gøtu 47. Vit trý systkin vóru saml- aði fyri fyrstu ferð í mong ár, og hóast tað, so var tað sum sóust vit dagliga. Nógvar søgur vóru at siga frá, bæði frá nú og frá tá vit vóru børn. Og ikki minst fortaldu vit um skemtiligar hendingar, sum vit minnast frá dagligdegn- um í Nólsoy, fyri mongum árum síðani. Tað var stutt- ligt at flenna saman á henda hátt. Vit upplivdu bæði sorg og gleði hesar dagarnar í Føroyum, tríggir nólsoy- ingar doyðu í ungum aldri og tað er altið tungt, vit bera samkenslu til tykkum sum eftur sita. Størsta upplivingin var óiva brúdleypi hjá Leif og Anne Mette, og vit takka fyri eina ógloymandi veitslu og stóran blíðskap. Vit takka somuleiðis øll- um, sum vit hava hitt og vitja hesar dagarnar og eingin ivi er um, at familjan kemur at vitja aftur í Føroy- um. Eg vil nú nýta høvið til, at bera fram eina yrking, sum eg yrkti tá eg seinast vitjaði í Føroyum. Yrkingin er skrivað í 1986 og sigur frá eini hending, sum fór fram um jólini, tá eg sjálvur var um konfirmeringsaldur. Lítið var av mati og eingir pengar, so tað kom væl við tá menn fingu seið at selja. Bestu heilsanir til vinir og familju frá Poul og Signe, Randi og Henrik, Jacob og Frederik Vang. Tíðindaskriv Frá 8. til 28. september hava systkini Jógvan og Nikolina Kristiansen eina framsýning í Riberhúsi í Fuglafirði av blýantstekn- ingum, har tey flestu av myndevnunum eru andlits- myndir. Høvið verður at bíleggja myndir. Fernisering verður hós- kvøldið kl. 19.00 - 21.00, har øll eru hjartaliga væl- komin. Tøkk Hjartans tøkk til øll tykkum, sum vóru um meg á 75 ára føðingardegi mínum. Takk fyri gávur, blómur og fjarrit. Kærar heilsur Knút Nolsøe, Tvøroyri Kvøða frá Poul Vang, Tåstup Krækandi ýðan fram við klettinum smýgur æðublikurin gomlu strondina prýður seiður í streymkanti brestur lúrandi kemur likkan, sum óboðin gestur. Menn rekja nót, skulu at bøta kvinnur sum áður sita og tøta. Jógvan* á tanga stendur við spennig í kvøld á víkini verður tað renning skundar han heim, boðar við hast nótina í bátin, vit royna eitt kast nótin sum altíð var í standi manga veiðina drigið hevur á landi dragast skal inn handan fyri drangar vit vóna, at metta munnarnar mangar kastið var gott, 30 vóru trogini frøði á monnum, hvør sendi okkum boðini næsta morgun til Havnar at selja um kvøldið kundu vit krónurnar telja. Stúran aftur til gleði bleiv vent Hann sum stýrur øllum, hevur gávuna sent. Aftur skein yvir okkum miskunar sól og vit kundu ynskja hvør øðrum gleðilig jól. Fedrar várir árla og sýla vit aldri teir gloyma, undir mold teir hvíla arv teirra bera við gleði Harrin teir vakir á evsta degi. * Jógvan í Kristiansstovu Poul Vang saman við familjuni, f.v.: Jacob Vang, Signe Vang, Randi Vang, Frederik Vang, Poul Vang og Henrik Carlsen. Randi er dóttir Signe og Poul Vang, og saman við Henrik Carlsen eigur hon synirnar Jacob og Frederik. Poul Vang hevur búð í Danmark seinastu 40 árini, og bert fáar ferðir hevur hann vitjað aftur í Føroyum Jógvan og Nikolina í Riberhúsi Systkini Jógvan og Nikolina Kristiansen hava eina framsýning av blýantstekningum í Riberhúsi frá 8. til 28. september Lættari píkar Á fundi mánadagin 5. september viðgjørdi landsstýrið nýggja kunngerð um nýtslu av vetrardekkum. Talan verður serliga um broytingar í reglunum viðv. stødd á píkunum Vanligir bilar skulu nú til brúka lættari pík- ar. Frá mars 2006 verð- ur ikki loyvt at markn- aðarføra píkar, sum ikki eru í samsvar við nýggju reglarnar, og frá oktober 2007 verður ikki loyvt at innflyta teir. Bjarni Djurholm landsstýrismaður sigur, at endamálið við kunn- gerðini er at minka um slitið á vegunum uttan at slaka upp á trygdina. Nýggja kunngerðin verður lýst í komandi viku. Yrking eftur Poul Vang 1986