Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 7. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 26. august var móttøka í Snarskivuni í Havn, í samband við at Ólavur á Váli, sangari og listamaður, sum andaðist 19. februar í ár, hevði fylt 50 ár hendan dagin MÓTTØKA Myndir: Eyðvør á Váli Nógv fólk vóru til staðar fríggjadagin 26. august 2005 kl. 16, tá Heðin Mor- tensen, borgarstjóri í Havn, læt upp eina listaframsýn- ing í Snarskivuni á Vaglin- um við 35 tekningum, sum Ólavur á Váli, listamaður og sangari, ið hevði fylt 50 ár hendan dag, hevði tekn- að. 19. februar í ár vóru brádliga boð eftir Ólavi á Váli, sum andaðist bert 49 ára gamal. Ólavur var ein gávuríkur maður, hann var listamaður og hevði eina songrødd, sum bert fáum unnist her á fold. Umframt borgarstjóran segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum, nøkur orð, og Dánjal Poulsen, greiddi frá um Evangelisku Røddina og nýggju fløguna sum varð útgivin sama dag. Talan er um tvífløgu við 41 songum, har Ólavur á Váli syngur; nakrar sangir syngur hann saman við øðrum. 14 sangir hava ikki verið útgivnir á fløgu fyrr. Framsýningin heldur fram næstu vikurnar í Snar- skivuni. Mintust Ólav á Váli Her sæst Anna á Váli (h.m.), mamma Ólav, og Dinna Poulsen (v.m.), fastir Ólav á Váli Helgi Fossádal, Edvard Fuglø og Astri Luihn Eli Smith, Jens Andreassen og Eyðun Andreassen. Eisini sæst Jukim Olsen Kirstin Andreasen og bróðursonurin Jens Chr. Guttesen Gunnley Durhuus og Birgir Kruse