mikudagur 7. september 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 169 - 7. september 2005
FØROYSKA SJÓMANS-
PRESTASTARVIÐ
Essayistur Ólavur
Rasmussen
3. partur
Vit trý í nevndini undir
landsstýrinum, Kristianna
S. Jacobsen, fulltrúði í
mentamálaráðnum, Jógvan
Fríðriksson, formaður í før-
oysku sjómanskirkjuni og
undirritaði, fóru straks til
verka at gera álitið. Sam-
starvið okkara millum var
fyrimyndarligt, og skrivaðu
vit eitt álit, sum fekk rós frá
politikarunum. Jógvan tók
sær av tí søguliga partinum,
frá tí at føroyska sjómans-
kirkjan var stovnað, Kristi-
anna tók sær av tí umsit-
ingarliga partinum, meðan
eg tók mær av tí "uttan-
ríkispolitiska" partinum, tí
sum hevði við sjómans-
prestastarvið í útlondum at
gera. Tað fall tí í mun lut at
hava alt samskiftið við
leiðsluna í donsku sjó-
manskirkjuni, t.v.s. fyrst og
fremst Ronald Pedersen,
aðalskrivara, men eisini í
ávísan mun Claus Harms,
formannin í donsku sjó-
manskirkjuni.
Ronald
Pedersen
og
undirritaðu høvdu hesa tíð-
ina nærum dagligt sam-
band, annaðhvørt gjøgnum
telefon ella mail.
Ronald staðfesti straks, at
danska sjómanskirkjan ikki
bert lá tungt í sjóvnum
fíggjarliga, men hevði bein-
leiðis trupulleikar. Serliga
álvarsom var støðan, tí at
danska sjómanskirkjan og
DKU, Dansk kirke i Ud-
landet, eftir boðum frá
hægri
myndugleikum,
skuldu leggjast saman, og
av tí at sjómanskirkjan var
so illa fyri fíggjarliga, stóð
hon so veik í hesum sam-
ráðingum.
Nú skal eingin gleðast
um, at tað gongst øðrum
illa, men hetta var júst tað,
sum eg hevði bíðað eftir.
Ronald var moyrur sum
smør; um landsstýrið rind-
aði umleið eina hálva milli-
ón árliga, so skuldu føroy-
ingar fáa eina av teimum
donsku sjómanskirkjunum
til láns, ókeypis, afturfyri at
tann føroyski presturin í
ávísan mun gjørdi tænastur
fyri donsku sóknini á stað-
num, og sjálvandi tók sær
donskum
sjómonnum.
Hetta var ikki annað enn
upplagt, tí at flest allir
útisiglandi føroyingar eru
við donskum skipum. Men
eg gjørdi Ronaldi púra
greitt, at talan var fyrst og
fremst um eitt føroyskt
starv, tí at talan var um
føroyskar pengar. Hetta tók
hann fult og heilt undir við.
Men tá visti hvørgin okk-
ara, um rúm fór at verða á
føroysku fíggjarlógini til
eitt sjómansprestastarv. Tað
var heilt klárt, at Ronald
var bangin fyri, at lands-
stýrið, tá ið tað kom til
skarpskeringar, ikki fekk
politiska undirtøku fyri eini
slíkari játtan.
So ein dagin ringdi Ron-
ald. Hetta var fyri at svara
einum fyrispurningi hvørja
sjómanskirkju danir kundu
lata okkum fáa. Jú, tað vóru
fyrst og fremst tveir møgu-
leikar, Antwerpen ella Hull,
men í princippinum skuldu
vit bara siga til, tí so skuldu
vit finna eina loysn. Vit trý
í nevndini høvdu fingið
eina uppgerð yvir skipatítt-
leikan tey ymisku støðini í
Europa, og sá Hull ógvu-
liga skilagott út, ti at har
var skipaferðslan í støðug-
ari menning.
Aftaná at hava tosað aftur
og fram í telefonini um
hesar ymisku møguleikar,
viðgekk Ronald, at fíggjar-
liga støðan nú var vorðin so
álvarsom, at tað var uppá
tal at niðurleggja sjómans-
kirkjuna í Hull, um ikki
pengar komu úr Føroyum.
Um orsøkina til, at Hull
skuldi niðurleggjast svaraði
hann, at danska koloniin
har á staðnum var minkað
so nógv, og at tey flestu
donsku skipini í Humber
flógvanum við Hull leiðina
eisini løgdu inn longri suð-
uri í Englandi, har tey
kundu fáa vitjan av sjó-
manskirkjuni. Valdu vit tí at
stovna eina føroyska sjó-
manskirkju í Hull, fór tað
ikki at vera nakar trupul-
leiki yvirhøvur at skapa
okkara egna frá botninum
av, møguliga í samstarvi
við London, har nógv før-
oysk lesandi vóru. Men
sjálvandi skuldi tann før-
oyski presturin, framvegis í
ávísan mun, taka sær av
teirri donsku koloniini á
staðnum. Àðrenn samtalan
endaði spurdi hann, um eg
visti nakað um játtanina frá
landsstýrinum. Eg segði
sum var, at so leingi sum
álitið ikki var liðugt, var
eingi støða tikin til nakað
sum helst.
Vit trý í nevndini byrjaðu
alt meiri og meiri at kon-
sentrera okkum um Hull
sum ta frægastu loysnina,
ikki minst tí at boðini frá
Ronald gjørdu tað meira
einfalt enn nakra aðra-
staðni. Eg fór so niður til
Keypmannahavnar á fund
við Ronald Pedersen og
Claus Harms. Teir endur-
tóku báðir tveir, at Hull lá
púra opið, og at teir høvdu
givið meinigheitini í Hull
boð um, hvussu vorðið var,
at um eingin játtan kom úr
Føroyum, so varð framtíðin
hjá Hull ivasom.
Eg gjørdi á hesum fundi
teimum báðum púra greitt,
at talan var also um før-
oyskar pengar, um vit fingu
nakra játtan væl at merkja,
og at hetta, so ella so, mátti
hava stóran týdning, tá ið
presturin skuldi setast. Hes-
um vóru teir eisini full-
komiliga samdir við mær í.
Eg spurdi teir so, hvussu
teir kundu hugsa sær, at
proseduran bleiv, tí eg visti
frammanundan, at danska
sjómanskirkjan, tá ið tað
snýr seg um starvssetanir
av sjómansprestum, hevur
hægri myndugleika enn
vanlig kirkjuráð, tí at með-
an kirkjuráðini gera inn-
stillingar, hevur danska
sjómanskirkjan suverenan
rætt at seta tann, hon vil.
Teir vóru eitt sindir ógreiðir
at svara, men sluppu ikki so
lætt. Eftir at hava kroyst
teir, søgdu báðir tveir, at
sjálvandi skuldi nevndin í
føroysku sjómanskirkjuni
undir hesum serstøku við-
urskiftum hava tað avger-
andi orðið at siga, um um-
søkjarin hevði tann neyð-
uga opinleikan at virka sum
sjómansprestur. Var nakað
ivamál, bleiv eingin avgerð
tikin yvir høvdið á før-
oysku
nevndini.
Síðan
samdust vit um at manna-
gongdin kundi útgreinast
nærri í sáttmálanum við
føroysku sjómanskirkjuna,
um málið kom so langt.
Eg var væl nøgdur við
svarið og fór aftur til Før-
oyar. Àlitið var endaliga
skrivað, og kom spælandi
ígjøgnum. Landsstýrið játt-
aði peningin. Í somu løtu eg
ringdi til Ronald og fortaldi
honum tey gleðiligu tíð-
indi, at peningurin var játt-
aður, var hann sum ham-
skiftur, ísakaldur. Hann
gjørdi mær púra greitt, at
hereftir vildi hann bara tosa
við nevndina í føroysku
sjómanskirkjuni,
okkara
business var av, sum hann
orðarætt málbar seg.
Men eg var fyrireikaður,
havi mangan sitið við eitt
samráðingarborð, og hevði
langt síðan roknað út, at
sleiskni lá beint undir húð-
ini á hesum báðum leiðandi
donsku kirkjumonnum. So
leingi sum pengarnir vóru
óvissir vóru teir sum smør,
men so skjótt sum pening-
urin var tøkur, brynjaðu teir
seg við stálhandskum, fyri
at fáa sum mest burtur úr
endaspurtinum.
Nú var bara eftir at orða
og undirskriva ein sáttmála
við donsku sjómanskirkj-
una, so kundi starvið sum
sjómansprestur lýsast leyst.
Eg bað staðiliga landsstýrið
um, at vit sum høvdu gjørt
álitið, vóru við til endaligu
sáttmálasamráðingar
við
donsku sjómanskirkjuna,
og ávaraði eg líka so staði-
liga ímóti nú, beint áðrenn
vit hálaðu, at skræða trolið.
Vit høvdu øll kort á hond-
ini, tí at danska sjómans-
kirkjan var veruliga í fíggj-
arkreppu, meðan DKU lá í
yvirhálingsbananum. Men
Føroya landsstýri bar seg
tíverri undan, og so vóru
Kristianna og eg eisini
tvingað at leggja kongin.
Men eg ávaraði uppaftur
og uppaftur nevndina í
føroysku sjómanskirkjuni
at hava skálkin bak oyra, tá
ið Ronald Pedersen og
Claus Harms komu til Før-
oyar at samráðast um sátt-
málan. Serliga bað eg Jógv-
an halda fast, tí vit høvdu
veruliga ein stóran kalva
beint undir borði.
Men hvat hendi? Ja, tað
er ein søga fyri seg.
(Framhald)
Sjómansprestastarvið
– ein kristin kriminalsak
Fyritøkur, har
projektleiðsla er í
hásæti, eru meira
framleidnar og
vaksa skjótari, enn
gomlu fyritøkurnar
uttan projektleiðslu.
Seinast í september
byrjar eitt nýtt lið
av projektleiðarum
á Skeiðsdeplinum,
og nøkur pláss eru
framvegis tøk á
liðinum
TÍÐINDASKRIV
Projektleiðsla ger stóran
mun í vinnulívi og í al-
mennari umsiting.
Fyritøkur, har projekt-
leiðsla verður brúkt, eru
uml. 60 prosent meira
framleidnar (produktivar)
enn gomlu fyritøkurnar
uttan projektleiðslu. Pro-
jektstýrdu fyritøkurnar
menna tvær ferðir so
nógvar vørur, og tær
skapa tríggjar ferðir so
nógv arbeiðspláss, sum
fyritøkur uttan projekt-
leiðslu. Tað vísir ein
kanning
hjá
danska
vinnumálaráðnum.
– Starvsfólk við før-
leikum innan projekt-
leiðslu skapa stór virði,
har tey eru, og tað er ein
góð orsøk til, at tey eru
eftirspurd á arbeiðsmark-
naðinum, sigur Thomas
Magnussen,
stjóri
á
Skeiðsdeplinum, ið hevur
projektleiðaraútbúgving-
ina um hendi.
Hann greiðir frá, at
útbúgvingin
er
ætlað
leiðarum og øðrum lykla-
persónum, ið arbeiða við
verkætlanum ella í næstu
framtíð fara í gongd við
projektarbeiði.
– Gerandisdagurin á
flestum fyritøkum og
stovnum er í dag fyri
stóran part settur saman
av verkætlanum ella tvør-
gangandi arbeiðsbólkum,
og tað er ein onnur orsøk
til, at projektleiðarar hava
høgan kurs á flestum
arbeiðsplássum,
sigur
Thomas Magnussen.
Í seinnu helvt av sep-
tember byrjar eitt nýtt lið
av komandi projektleið-
arum á Skeiðsdeplinum,
og framvegis ber til at
tekna seg til hesa avbjóð-
andi og mennandi út-
búgvingina.
Útbúgvingin fevnir um
trý modul, hvørt á tveir
dagar, og har fæst m.a.
innlit í hesi evni:
• Hvat er góð projekt-
leiðsla, og hvussu verði
eg ein góður projekt-
leiðari?
• Projektleiðaraleiklut-
urin frá a til z
• Hvussu velji eg rætta
projektstýringsmodell-
ið?
• Amboð hjá projekt-
leiðarum
• Fellur í teimum ymsu
projektstigunum - og
hvussu sleppi eg undan
fellum?
• Gerð av projektætlan
við virksemisyvirliti,
tilfeingisyvirliti
og
tíðarætlan.
• Hvussu tú skapar mo-
tivatión og áhuga, tá tú
skalt byrja eina verk-
ætlan, samanseta og
menna ein projektbólk?
Tilmelding til projekt-
leiðaraútbúgvingina fer
fram hjá Skeiðsdeplinum
við Marknagilsvegin í
Havn, tel. 318813. Sein-
asta freist at melda til er
14.
september
2005.
Fleiri upplýsingar um út-
búgvingina og Skeiðs-
depilin eru á
www.skeidsdepilin.fo
Projektleiðarar skapa
framleidni og vøkstur