mikudagur 7. september 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 • mikudagur • 7. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Óli M. Lassen
Við verandi gongd er mun-
urin millum almennar og
privatar lønargjaldingar so
stórar, at her er talan um
krepputekin. Hetta sigur
Anfinn Kallsberg, løgtings-
limur og fíggjarnevndar-
formaður í viðtalu við
Sosialin. Anfinn Kallsberg
sigur, at almenni sektorurin
tey seinastu árini er gallop-
eraður avstað og er næstan
"fordoblaður" gjøgnum tey
seinastu 8 árini. Boðini hjá
honum eru munandi minni
hall á næstu fíggjarlóg og
afturhald innan almennar
útreiðslur.
Anfinn Kallsberg sigur
eisini, at lønargjaldingar
eru eitt hampiliga gott
barometur, til at meta um
búskapargongdina, og eru
tað eisini eitt amboð ið bú-
skaparfrøðingar nýta. Løn-
argongdin er eitt barometur
sum slær skjótt út, og tí er
hetta hent at nýta sum para-
metur um samfelagsgongd-
ina.
Vit síggja í lønargjald-
ingunum, at er afturgongd í
framleiðsluvinnunum
so
tillaga tær privatu tænastu-
vinnurnar seg til broyting-
arnar, meðan tann almenni
sektorurin lívir eitt heilt
annað lív, ið einki hevur við
hinar vinnurnar at gera; og
kundi fyri tað havt melda
seg út úr samfelagnum
sigur Anfinn Kallsberg
Hann vísir á, at er fall í
framleiðsluvinnunum, so
tillaga tær privatu vinnur-
nar seg nakað seinri til
hesar broyttu umstøður,
men at hetta ikki er tilfeldið
fyri tað almenna. Tú kanst
siga, at um almennar og
privatar tænastur ikki fylgja
gongdini í primervinnuni
og eftirspurninginum hjá
henni, so er ein skeiv
gongd í búskapinum. Og
sær hann hetta sum ein
trupulleika, at almennar og
privatar tænastuvinnur hava
ilt við, at tillaga seg sveigg-
ini hjá primervinnunum og
metir hann hetta sum ein
veikleika í okkara búskapi.
Uppá fyrispurningin um
hvussu man fær javnvág
aftur á fíggjarlógina; við
fallandi inntøkum frá fiski-
vinnuni, og eftir at man
hevur minkað blokkstuðul-
in, sigur Anfinn Kallsberg
at hann ikki trýr uppá, at
tað er møguligt at hava hall
á fíggjarlógini í fleiri ár
aftrat, og tí er neyðugt, at
tillaga tann almenna sek-
torin soleiðis at tú í øllum
førum hevur eitt minni
halla á komandi fíggjar-
lógini enn tú hevur á hesu
fíggjarlóg.
Skarpur lútur
Anfinn Kallsberg vísir eis-
ini á, at tað er trupult at
lækka fíggjarlógina tí tú
hevur nógvar lógarbundnar
útreiðslur og automatiskar
regulatorar, bæði fyri prís-
tal og lønarvøkstur o.a. og
skal nokkso skarpur lútur
til, um man kann koma út
við einum nøkulunda neu-
tralum útreiðslustøðið á
fíggjarlógini sigur Anfinn
Kallsberg fíggjarnevndar-
formaður. Tú skalt minnast
til, at hesar lógarbundnu
játtanir; eitt nú pensiónur
o.a., at sjálvt um tú steðgar
vøksturin í hesum veiting-
um so hava vit tíbetur eitt
samfelag har alt fleir fólk
blíva eldri, og tí vilja hesar
játtanir økjast, og skal tað
ótrúliga stóru innsatsur til,
fyri at fáa javnvág á fíggjar-
lógina. Men tað sum eg
trúgvi vit kunnu gera, er at
avmarka vøksturin mest
møguligt, og so royna at
skapa fortreytir fyri nýggj-
um vinnum og nýggjum
inntøkum, so vit fáa størri
aktivitet, men tað er ikki
nakað sum kemur eftir
einum degi ella einum árið
sigur Anfinn Kallsberg.
Privatiseringar og
sparingar
Tað sum hevur týdning, er
eisini hvussu man innrættar
samfelagið sigur Anfinn
Kallsberg og sigur hann at
man tosar um tað Norður-
lendska vælferðarmodellið,
har tann almenni sektorurin
hevur tikið á seg størri upp-
gávur enn hann maktar. Í
fleiri norðurlondum hevur
man innsæð, at tað almenna
verður noytt til, at avmark-
að seg til hvat tað fæst við,
og eru privatiseringar ein
partur av hesum. Men
hevur hetta ikki sligið
ígjøgnum í Føroyum, men
hetta kemur og er neyðugt
sigur Anfinn Kallsberg.
Uppá fyrispurningin um vit
hava eina kreppu sigur
Anfinn Kallsberg, at um-
støðurnar í dag ikki kunnu
samanberast við 90´ini,
men við tað at høvuðsvinn-
an er í kreppu, so er hetta
krepputekin og er alneyð-
ugt, at tað almenna tillagar
sítt virksemið eftir hesum.
Lesið meira á næstu
síðunum
Bæði hjá Atlantic
Petroleum og hjá
Faroe Petroleum eru
kursirnir farnir á
flog, nú oljuprísurin
er fyri støðugari
hækkan
OLJUKURSIR
Jákup Mørk
Tað setti av álvara ferð á
kursin, tá Atlantic Petrole-
um boðaði frá, at tey um-
vegis eitt samtak nú hava
gjørt sáttmála um veruliga
oljuframleiðslu í Chestnut-
feltinum.
Mest sum alt fyri eitt sást
ein varislig hækking í kurs-
inum, og tá ódnin Katrina
um sama mundið fór við
fullari
megi
gjøgnum
meksikanska flógvan, kom
enn meira ferð á.
Ódnin tók nevnliga fleiri
boripallar við sær, og tó at
heimsmarknaðurin enn ikki
hevur staðfest, um hetta fer
at nevna rávørutilgongdina,
so hevur hetta økt um virð-
ið hjá oljufeløgum kring
allan heim.
Innan bara tveir dagar
øktist kursurin ikki minni
enn 15%. Úr 233,833 í
275,272. Og hesa Katrin
byrjaði at gera um seg, hev-
ur umsetningurin av parta-
brøvunnum hjá AP verið
nærum 11 mió kr.
Tá marknaðurin stongdi
mánadagin, var kursurin
komin upp á 277,122, og er
hetta hægsti skrásetti kurs-
urin hjá felagnum, um sæð
verður burtur frá opnings-
degnum, har partabrævið
endaði á 281,192.
Tvífaldan av FP-
partabrøvum
Og eisini hjá hinum skrá-
setta føroyska oljufelag-
num, Faroe Petroleum, hev-
ur talan verið um ógvus-
ligar kurshækkingar.
Síðani januar mánað, tá
annað útbjóðingarumfar á
føroyska landgrunninum
fór fram, er kursurin tví-
faldaður, soleiðis at eitt
partabræv í dag kostar 1,60
bretsk pund.
Nógv tann størsta øking-
in stavar her eisini frá
Katrinu, sum fyrsta dagin
fekk mest sum allan mark-
naðin at handla við olju-
partabrøvum. Nakað sum
av álvara trýsti kursin upp-
eftir.
Føroysku feløgini eru tó
ikki tey einastu, sum hava
merkt
kursbroytingarnar
seinnu tíðina. Økti oljuprís-
urin hevur gjørt tað mun-
andi meira áhugavert at
leita og bora eftir olju, og
heldur príslegan sær, verð-
ur uttan iva farið at bora í
fleiri smærri feltum, sum
ikki hava verið nóg áhuga-
verd fyri bara hálvum ári
síðani.
Oljukursirnir
til himmals
Myndin vísur gongdina í prísinum og umsetningi á Atlantic Petroleum
partabrøvum síðan byrjan 15/6-05
Kelda: www.vmf.fo og www.icex.fo
Eisini hjá Faroe Petroleum hevur talan verið um ógvusligar kurshækkingar
kelda: www.faroe-petroleum.fo
Anfinn Kallsberg heldur ikki, at tað er møguligt at hava hall á
fíggjarlógini í fleiri ár afturat. Tí er neyðugt at tillaga tann
almenna sektorin, heldur hann
Almennar lønargjaldingar seta met