mikudagur 7. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 169 - 7. september 2005
Óli M. Lassen
Samlaðu lønarútgjalding-
arnar eru í 2004 um 6 milli-
ardir kr. Og er hetta tekin
um framgongd og hækk-
andi pengamongd í samfe-
lagnum. Spurningurin er
so, um vit, við lækkandi
inntøkum frá blokkstuðlin-
um og við lækkandi inntøk-
um frá útflutningsvinnun-
um framhaldandi kunnu
rokna við nøktandi livistøði
tey komandi árini. Løg-
tingslimurin og fíggjar-
nevndar-formaðurin An-
finn Kallsberg ger aðra-
staðni í blaðnum viðmerk-
ingar til samfelagsgongd-
ina.
Lønarútgjaldingar inna
tað almenna og hjá komm-
unum er í 2004 slakar tvær
milliardir kr. Hetta svarar
til 34% av samlaðu lønar-
útgjaldingunum í Føroyum.
Fiski- og alivinnan v.m.
hava stóra afturgongd í
lønarútgjaldingum og er
teirra prosentpartur í 2004
einans góð 21%. . Í 1985
hevði fiski- og alivinnan
sløk 30% av lønargjald-
ingunum og var tað serliga
innan fiskivinnuna.
Seinastu árini eru stórar
broytingar farnar fram í
samfelagnum har gongdin
innan lønarútgjaldingar er
broytt munandi
Vinnugreinarnar innan
smiðjur, ídnað, bygging og
handil o.a. hava undir ein-
um eisini afturgongd í pro-
sentvísum lønarútgjalding-
um. Í 1985 høvdu hesar
vinnugreinar
tilsamans
33,50% av samlaðu lønar-
útgjaldingunum, móti ein-
ans 31,29% í 2004 so her er
eisini talan um eina pro-
sentvísa afturgongd.
Innan fígging, trygging
og tænastur v.m. er talan
um eina lítla framgongd í
prosentvísa framgongd í
lønargjaldingum.
Sum heild kann tó stað-
festast at privatar fram-
leiðslu- og tænastuvinnur
hava afturgongd ella standa
í stað, um man hyggur eftir
%parti av samlaðu lønar-
gjaldingunum í Føroyum.
Tað er bert inna almennar
lønarútgjaldingar vit veru-
liga kunnu staðfesta fram-
haldandi vøkstur. Tó at
lønargjaldingarnar
inna
fleiri
privatar
tænastu-
vinnur eisini hava ávísan
prosentvísan vøkstur tey
seinastu árini, eitt nú
ráevnisvinna.
Kunnu krepputekin
staðfestast gjøgnum
lønargjaldingar ?
Spurningurin er so um
lønargjaldingar í samfelag-
num og innan ymiskar
vinnugreinar kunnu geva
okkum
ábendingar
um
krepputekin ella broyttar
liviumstøður. Um hugt
verður eftir lønargjalding-
um í privatu tænastuvinn-
unum og innan okkara út-
flutningsvinnur so kunnu
vit møguliga síggja saman-
hang millum lønargjald-
ingar í hesum vinnugrein-
um og gera okkum eina
meting av framtíðarútlitun-
um hjá lønmóttakarunum
og samfelagnum sum heild.
Tænastuvinna fylgir
ikki útflutnings-
vinnuni
Sum talvan vísur so er
samfelagsgongdin soleiðis
at lønar-gjaldingar inna
smiðjur, ídna, handil, bygg-
ing v.m. nú ikki fylgja
gongdini hjá útflutnings-
vinnuni.
Hetta
mynstri
gjørdi seg eisini galdandi
gjøgnum 80´ini og førdi
hetta til munandi niður-
gongd í privatu tænastu-
vinnunum fyrst í 90´unum.
Sjálvt um samfelagsbú-
skapurin má metast meira
tryggur í dag enn tá, so eru
ábendingar um, at vit aftur
hava ein mun í lønargjald-
ingum millum privatu tæn-
astuvinnurnar og útflutn-
ingsvinnurnar í er fleiri 100
tals milliónir kr. og er hugs-
andi at vit aftur fáa eina
afturgongd í tænastuvinn-
unum.
Kunnu vit liva av at
klippa hvørjum
øðrum
Í okkara grannalondum
verður tosa um "oplevelses-
økonomien" men spurning-
urin er um okkara búskapur
er komin á eitt støði har
hetta letur seg gera. Ella ein
kann spyrja um vit kunnu
liva av at klippa hvørjum
øðrum.
Tað er umráðandi at vit
hava vinnur í kunnu skapa
okkum inntøkur í fremm-
andum gjaldoyra og harvið
hava nøktandi samhandil
vil umheimin.
Við 100 tals milliónum í
afturgongd í lønar-útgjald-
ingum hjá framleiðslu-
vinnuni og har hesar vinnur
í 2004 útgjalda heilar 759
milliónir krónur minni í
lønum, enn innan almennar
tænastur, so sigur tað seg
sjálvt, at hetta saman við
minkandi inntøkum frá
blokkinum, ikki er nøkt-
andi fyri búskapin.
Við einari munandi nið-
urgongd í útflutningsvinn-
uni, er mest sannlíkt at vit
aftur fáa fallandi lønarút-
gjaldingar í privatu tæn-
astuvinnunum. Afturgongd
í útflutningsvinnuni, føra til
afturgongd í privatu tæn-
astuvinnunum. Niður-
skurður í blokkinum og ein
viknaður privatur sektorur
vil føra til munandi aftur-
gongd
innan
almennar
tænastur.
Hetta merkir, at føroyska
samfelagið stendur yvirfyri
veldigum avbjóðingum, og
um útlitini innan okkara
framleiðsvuvinnur
ikki
betrast innan nærmastu
framtíð, er eingin ivi um, at
vit framhaldandi vilja fáa
vaksandi hall á fíggjar-
lógini og øktari lántøku, til
at reka hetta samfelagið,
havandi í huga at yvir-
skotsgjaldføri ikki er til-
staðar í Landsbankanum.
-Lønargreining og krepputekin?