Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 7. september 2005 17 Óli M. Lassen Hetta sigur Anfinn Kalls- berg í viðtalu við Sosialin, hann sigur eisini at tæn- astuvinnunar ikki kunnu liva sítt egna lív, men mugu avspegla tann eftir- spurning, ið er hjá pri- mervinnuni.Tú kanst gott samanbera almennar- og privatar tænastur undir einum Um tænastuvinn- urnar fara munandi upp- um tað ið primervinnan eftirspyr, so er ein skeivur útviklingur sigur Anfinn Kallsberg. Hesar tæn- astuveitingar mugu fylgja gongdini hjá primervinn- uni, bæði tá tað gongur upp, og so sanniliga eisini tá tað gongur niður sigur Anfinn Kallsberg. Privata tænastu- vinnan fylgir fram- leiðsluvinnunum Á talvuni síggja vit, at privatu tænastuvinnurnar fylgja gongdini hjá fram- leiðsluvinnunum, tó at tað kann verða ein ávís for- skjóting tíðarmessiga, men vísur talvan eisini greitt, at tað almenna hevur torført við at tillaga seg til broyttar umstøður vísir Anfinn Kallsberg á. Tú sært at tænastuvinn- urnar hava lætt við at koma við upp, men blíva við at forseta uppeftir, sjálvt um primervinnan fer niður. Hetta síggi eg sum eitt pro- blem fyri føroyskan búskap í dag sigur Anfinn Kalls- berg, og er tað ein skeiv gongd heldur hann áfram. Anfinn Kallsberg vísur eisini á, at tær avtalur í vøru gjørdar á almenna arbeiðsmarknaðinum um lønarniðurskurð, ikki bleiv normalisera aftur fyrr enn í 1999 - 2000. Og sæst tað eisini aftur, tá ein hyggur eftir lønargongdini í sam- felagnum. Í hesum tíðarskeiði við lønarafturhald er lønar- vøksturin innan tað al- menna ikki vaksin so nógv, meðan tann privati sektor- urin hevur haft eina fram- gongd. Men eru almennu lønargjaldingarnar tey seinru árini aftur øktar munandi. Anfinn Kallsberg vísur á, at tað nevniliga er hesin faktorurin millum alment og framleiðsluvinnuna at tað er neyðugt, at fáa aftur í rættlag, nú vit síggja, at tað er fall í framleiðslulønun- um, meðan tað er vøkstur í lønunum innan almennar tænastur og fyrisiting v.m.; tað er hetta her vit mugu fáa balanca aftur í. Uppá sikt heldur búskapurin als ikki til hetta sigur Anfinn Kallsberg. Uppá fyrispurningin um hvussu niðurgongd í framleiðsluvinnunum ávirkar búskapin og fíggj- arlógina, sigur Anfinn Kallsberg, at hetta ávirkar okkum sera nógv, fyri tað fyrsta ávirkar tað handils- javnan hjá okkum við tað at vit fáa ein minni útflutning, og tað er klárt at ein minni útflutningur og skapan av útflutningi í útflutnings- vinnunum gevur ein minni eftirspurning í samfelag- num, sigur Anfinn Kalls- berg, so alt annað líka skuldi innflutningurin minkað tilsvarandi, og tað vil siga, at øll handilsvinna og øll avleidd vinna av tíð, merkir tað beinanvegin. Men tað ræður um at hava yvirskot, fyrst og fremst á einum handils- javna, einum gjaldsjavna og síðani at hava yvirskot faktiskt í øllum liðum, bæði hjá tí privata og hjá tí al- menna fyri at hava eitt sunt samfelag sigur Anfinn Kallsberg. Um eydnast skal at lækka halli á fíggjarlógini mun- andi so er fyri tað fyrsta neyðugt at royna at skapa fleiri inntøkur til samfe- lagið og royna at halda aftur við almennu útreiðsl- unum sigur Anfinn Kalls- berg at enda í viðtalu við Sosialin. Ov stórur munur millum lønarútgjaldingar í tænastuvinnunum og útflutningsvinnunum