Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 169 - 7. september 2005 - Vit hava funnið eina gongda rás við sátt- málanum við Ísland, men tað finnast fleiri ræsir. Tær finna vit bert við at hyggja upp – og hyggja út í heim- in, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður á Vinnuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum VINNURÁÐSTEVNAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta mikudag varð skipað fyri eini føroysk- íslendskari Vinnuráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har løgmaður, Jóannes Eides- gaad, beyð vælkomin og Davið Oddson, sum er ís- lendskur uttanríkisráðharri, bar fram kvøðu. Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanríkisdeildini á løg- mansskrivstovuni, tosaði um innihaldið og týdningin av nýggja sáttmálanum, sum Føroyar og Ísland hava gjørt, og Grétar Már Sigurðsson, stjóri á hand- ilspolitisku deildini í ís- lendska uttanríkismálaráð- num, tosaði um fríhand- ilsnet Íslands og EFTA. Ráðstevnan byrjaði klokkan 14.30, og eftir kaffisteðgin um 15.30- tíðina hevði Jákup Jacob- sen, sum rekur stórt hand- ilsvirksemi í Íslandi og aðrastaðni, eina áhugaverda frásøgn um, hvussu hansara handilsvirksemið í Íslandi byrjaði. Marita Rasmussen, sum starvast í Vinnuhúsinum, hevði síðan eina frágreið- ing um samstarvsmøgu- leikar í fiskivinnuni, og at enda tosaði Illugi Gunnars- son, ráðgevi hjá íslendska uttanríkisráðharranum, um einskiljingar í Íslandi. Væl av fólki nýttu høvi at lýða á framløgurnar í Norð- urlandahúsinum, sum vóru lutfalsliga stuttar og neyvar. Sosialurin fer í øðrum blaði at venda aftur til ymiskt av tí, sum var til umrøðu á ráðstevnuni, og í dag fara vit at endurgeva ein part av tí, sum løg- maður, Jóannes Eidesgaard, segði. Út í alheimsgerðina Løgmaður helt fyri, at tað sanniliga eisini eru huga- ligar løtur í politikki, og ein av hesum var løtan, tá ið nýggi sáttmálin millum Føroyar og Ísland varð und- irskrivaður. - Hetta er aftur eitt stig á leiðini at menna okkara búskap – at menna okkara land og enn eitt stig fram móti málinum at gerast ein virkin partur í altjóða búskapinum. Hann segði, at handils- sáttmálin við Ísland í roynd og veru er okkara fyrsta veruliga stig út í alheims- gerðina. - Hvat líkar okkum betri enn at taka eitt slíkt stig saman við eini brøðratjóð? spurdi løgmaður. Og Jóannes Eidesgaard helt fram: - Kanska er hetta eitt lítið stig, vil onkur siga, tí hóast íslendski marknaðurin er seks ferðir størri enn tann føroyski, er hann tó lítil í heimshøpi. Sáttmálin er tó eitt stórt stig fyri tey, sum troyta teir møguleikar, sum liggja í sáttmálanum. Hann vísti á, at tað er bara at lata eitt blað upp – ella tendra fyri útvarpinum – so frættist dagliga um landvinningar, sum ís- lendskar fyritøkur gera, Ikki trilvandi eftir forðingum, men við áræði leitandi eftir møguleikum Væl av fólki nýttu høvi at lýða á lutfalsliga stuttu og neyvu framløgurnar á føroysk-íslendsku Vinnuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum seinasta mikudag, har bæði føroyingar og íslendingar vóru á røðarapallinum Mynd: Jens Kr. Vang