mikudagur 7. september 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eisini á føroyska marknað-
inum.
- Føroyskar fyritøkur fáa
nú í sera stóran mun møgu-
leikan at virka á júst sama
palli sum íslendsku fyritøk-
urnar, og umstøðurnar eru
nú uppaftur betri fyri at
menna samstarvið millum
føroyskt
og
íslendskt
vinnulív.
Jóannes segði, at sátt-
málin víðkar hesar møgu-
leikar, tí arbeiðsmegi, vør-
ur, tænastur og kapitalur
kunnu nú frítt flytast land-
anna millum.
- Men kortini eru vit ikki
komin á mál, tí týðandi
avmarkingar eru í avtaluni
innan fiskivinnuna.
Hann segði, at sum tvær
fiskivinnutjóðir kunnu vit
sjálvsagt ikki tosa um frían
marknað landanna millum,
so leingi forðingar eru inn-
an okkara høvuðsvinnu-
grein.
- Tí fegnist eg um, at ís-
lendingar, sum hava ynskt
hesar avmarkingar, vísa
vilja til at arbeiða víðari,
soleiðis at forðingar í sam-
starvinum á fiskivinnu-
økinum í framtíðini kunnu
takast burtur, segði løg-
maður.
Vitan og førleikar
Jóannes Eidesgaard segði,
at landsstýrið hevur gjørt
fullkomiliga greitt, at tað
ynskir eitt opið handilsum-
hvørvi og ein búskap, sum
er bygdur á vitan og før-
leikar.
- Tað er okkara uppgáva
at skapa umstøður, sum
kveikja og eggja vinnuni til
at royna nýggjar leiðir, tí
uttan eina vælvirkandi,
kreativa og nýmennandi
vinnu verður torført at náa
høvuðsmálinum at menna
okkara vælferðarsamfelag.
Hann segði, at umframt
økt vinnuligt samstarv,
hevur landsstýrið við sátt-
málanum skrivað undir upp
á at stimbra og víðka sam-
starvið innan onnur týðandi
øki, eitt nú mentan, um-
hvørvi, gransking og tøkni-
liga menning.
- Størsta forðingin fyri
framburði – í vinnulívinum
og í samfelagnum sum
heild - er snævurskygni.
Skulu vit køva snævur-
skygnið, er neyðugt við
lærdómi og íblástri uttaní-
frá. Okkum tørvar at víðka
sjónarringin alla tíðina, og
tað gera vit best gjøgnum
økt samstarv.
Løgmaður endurtók, at
nýggi sáttmálin er fyrsta
stigið hjá føroysku tjóðini
út í heimin.
- Men søgan endar ikki
her. Nú mugu vit eisini líta
suður í heim.
At enda vísti Jóannes
Eidesgaad
til
skaldið,
Regin Dahl, sum í eini av
vøkru yrkingum sinum
spyr: "Hvar er rás yvir
reynið?"
- Her hava vit funnið eina
gongda rás, men eitt er vist;
tað finnast fleiri ræsir. Men
vit finna tær bert, um vit
hyggja upp og hyggja út í
heimin. Ikki trilvandi eftir
forðingum, men við áræði
leitandi eftir møguleikum.
Fyrsta rásin er ruddað, so
nú er at fara til gongu
niðaná, helt løgmaður fyri,
tá ið hann setti Vinnu-
ráðstevnuna.
Nr. 169 - 7. september 2005
19
Fiskamarknaður
Føroya bjóðar nú
ráfiskaseljarum og
fiskimonnum ann-
ars at fáa fiskaprís-
irnar at vita so
skjótt veiðan, sum
teir hava lagt upp, er
seld. Fráboðanin
verður send sum
eini sms-boð á far-
telefonina hjá fiski-
manninum
NÝGGJ TÆNASTA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Allir fiskimenn, sum
selja veiðina um upp-
boðssøluna hjá Fiska-
marknaði Føroya, kunnu
nú fáa at vita, hvussu
sølan hevur gingið beint
eftir, at hon er farin fram.
Royndarskipan
- Sum eina roynd bjóða
vit nú fiskimonnum at
fáa fiskaprísirnar sum
eini sms-boð beint eftir
søluna, sigur Fiskamark-
naðurin.
Lagt verður aftrat, at
hóast ráfiskaseljarar nú
kunnu fáa at vita um søl-
una beinanvegin, merkir
hetta kortini ikki, at
Fiskamarknaður Føroya
ikki eisini – sum vanligt –
sendir avreiðingarseðlar-
nar við postinum.
- Vit kunnu siga, at
fiskimaðurin nú fær fisk-
in á línuna - og prísin á
fartelefonina, um hann
ynskir tað.
Fiskamarknaðurin hev-
ur boðað ráfiskaseljarum
frá hesi nýggju royndar-
tænastu og teir, sum lata
við seg koma við at upp-
geva fartelefonnummarið
og navnið á bátinum ella
skipinum, eru við í hesi
tænastu og fáa úrslitið av
søluni sendandi sum sms-
boð, tá ið veiðan er seld.
Á sms-boðunum fæst
at vita, hvat ymisku
fiskasløgini og støddirnar
av fiski eru seld fyri.
Spennandi at vita
- Vit halda, at tað kann
vera spennandi hjá fiski-
monnum og ráfiskaselj-
arum annars at frætta um
søluna beinanvegin, siga
tey á Fiskamarknaði Før-
oya.
Teir ráfiskaseljarar og
fiskimenn annars, sum
vilja hava meira at vita
um nýggju royndartæn-
astuna hjá Fiskamarknaði
Føroya, kunnu venda til
skrivstovu felagsins, tlf.
414141.
Fiskin á línuna og prísirnar
á fartelefonina beinanvegin
- Vit halda, at tað kann vera spennandi hjá fiskimonnum at frætta um søluna
beinanvegin, heldur Fiskamarknaður Føroya, sum nú fer undir eina nýggja
royndartænastu
Fiskin á línuna og prísirnar á fartelefonina sum sms-boð!
- Størsta forðingin fyri framburði – í vinnulívinum og í samfelagnum sum heild - er snævur-
skygni. Skulu vit køva snævurskygnið, er neyðugt við lærdómi og íblástri uttanífrá. Okkum
tørvar at víðka sjónarringin alla tíðina, og tað gera vit best gjøgnum økt samstarv, segði
løgmaður, Jóannes Eidesgaard, tá ið hann setti Vinnuráðstevnuna
Mynd: Jens Kristian Vang