mikudagur 7. september 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 169 - 7. september 2005
Eg var so optimistisk-
ur í seinastu viku at
skriva, at avleiðing-
arnar av meldur-
storminum Katrina
skjótt mundu javna
seg, og oljuprísurin
falla til eitt lægri
støði aftur. Hetta var
eitt mistak
MELDURSTORMUR,
OLJUPRÍSIR OG
GEOPOLITIKKUR
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Áðrenn eg var kunnugur
við alt hetta, sum er komið
fram seinastu vikuna um
støðuna og hendingarnar í
býnum New Orleans, og
statunum Louisiana og
Missisippi, var eg kanska
naivur, og trúði at heimsins
ríkasta land, einasta stór-
veldi í heiminum, super-
maktin USA, hevði tjekk
uppá nakað so rættiliga
banalt at byggja og við-
líkahalda byrgingar fram
við láglendunum og fram
við stóru áunum. Hetta var
eisini eitt mistak.
Vóru teir ikki nóg væl
fyrireikaðir í hesum lands-
parti í USA
• har meldurstormar ella
hurricanes koma 10-20
ferðir á hvørjum ári;
• har veðurmenninir vita
hvussu sterk vindmegin
er í eini category 5
hurricane;
• har
myndugleikarnir
vita hvussu høg flóðin
og aldurnar verða, tá
ein meldurstormur av
hesi styrki rakar landið;
• har ein hálv millión av
fólki skal evakuerast, tá
ein slík ódn nærkast;
Tað fer at taka ár, áðrenn
avleiðingarnar
av
hesi
katastrofu javna seg aftur,
og spurningurin er um
verðin nakrantíð verður
tann sama aftur?
Amerikansk
sjónarmið
Í amerikanska blaðnum
New York Times hevur
høvundurin
Maureen
Dowd (3.9.05) nakrar drep-
andi viðmerkingar evna-
loysi og arrogansuna hjá
stjórnini. Greinina kallar
hon "United States of
Shame". Kalt og kyniskt
skrivar hon: "Ting henda,
og tá tú leggur eina av-
markaða stjórn og eina in-
kompetenta stjórn saman,
so henda deyðilig ting."
Hon heldur fram við bitr-
um orðum: "Enn einaferð
er Amerika dottið í runu-
díki við anarki, deyða,
ræning,
neyðtøkum,
stuldri, óskyldugum sum
líða,
elendigum infra-
struktur,
ódugnaligum
politii, ónøktandi herliði,
og eina almenna planlegg-
ing, sum er kriminelt gá-
loysin."
Tá George W. Bush endi-
liga vaknaði og fór at skoða
skaðan, segði hann, meðan
hann
hugdi
út
yvir
Mississippi-ánna:
"Eg
trúgvi ikki,
at nakar
kundi vita, at byrging-
arnar fram við ánni
kundu skolast burtur".
Hetta er sum altíð, sigur
Maureen Dowd, ein bílig
umbering hjá Bush. "Who
could have known?"
Støðan á olju-
marknaðinum
Oljuprísurin liggur fram-
vegis uppi á umleið 68-70
dollar fyri tunnuna. Fram-
leiðslan
í
Mexicanska
Gulfinum er ikki komin
fyri seg enn. Men heldur
eru tað trupulleikar á
raffinerings-virkjunum, har
ráoljan verður til benzin,
petroleum og aðrar úr-
dráttir, sum gera, at eitt nú
benzin-prísurin hækkar um
alla verð.
Fleiri stór raffinerings-
virkir, sum liggja tætt í
statinum
Louisiana
frá
Baton Rouge til New Or-
leans, hava fingið storm-
og vatnskaðar og liggja still
(Hetta økið kallast millum
íbúgvarnar "the cancer
route," tí tað er so ovur
dálkað). Framleiðslan av
raffineraðum vørum er í
hesum døgum nógv minni
enn vanligt, hon liggur
faktisk á botni.
Internationali stovnurin
IEA, International Energy
Agency, í París tosar um
globala orku-kreppu. Argu-
mentini eru, at um ameri-
kansku raffineringsvirkini
hava fingið stórar skaðar av
meldurstorminum Katrinu,
so fer US at keypa benzin í
Europa, og prísurin fer at
hækka um allan heim. Í
USA er prísurin á gasoline
(benzin) uppá eina viku
farin upp við 20 procent-
um.
Henda príshækkan kann
gerast ein hóttan móti
heimsbúskapinum. Vøkst-
urin kann steðga upp, og
kreppan breiða seg.
Langtíðarútlitið ella
geo-politisku
avleiðingarnar
Supermaktin USA ger alt
fyri at tryggja sær atgongd
til olju. Uttan olju, eingin
framleiðsla, eingin bilkoyr-
ing, einki hervald. Men
USA, sum fyrr var stór-
framleiðari av olju, noyðist
í dag at flyta inn megin-
partin av hesi rávøru.
Sum mynd 1 vísir (keld-
ur til mynd 1-3, Opec
statistikkur), so er Norður-
amerika tann heimspart-
urin, sum brúkar mesta
olju, og verður tað roknað
um til býtslu uppá íbúgvan,
so liggur USA klárt á odda.
Myndin vísir eisini hvussu
gongdin hevur verið sein-
astu 20 árini, millum 1983
og 2003, sum eru nýggjastu
tøl frá Opec. Nýtslan er
vaksandi allastaðni uttan í
Eystureuropa, og orsøkin er
afturgongd
og
fallandi
framleiðsla eftir at komm-
unistisku stýrini vóru sett
frá.
Men seta vit so spurn-
ingin, hvar verður oljan
framleidd, so fáa vit eina
aðra mynd (2). Har er
Miðeystur klárt tann størsti
framleiðarin, við Saudi
Arabia á odda. Stórfram-
leiðarar eru harumframt
Iran, Irak og Kuwait. Men,
Meldurstormurin Katrina
fekk drepandi fylgjur