mikudagur 7. september 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 7. september 2005
21
Faroe Petroleum
fekk trý nýggj leiti-
loyvi, tá 23. útbjóð-
ingarumfarið á
enska landgrunnin-
um varð almanna-
kunngjørt týsmorg-
unin
LEITILOYVI
Jákup Mørk
- Í útbjóðingini høvdu vit
lagt boð inn um fýra
ymisk øki, so tá vit fingu
trý av hesum, kunnu vit á
ongan hátt klaga.
Optimismuni
tóktist
ikki bila nakað, tá vit um
døgurðaleitið
týsdagin
fingu orðið á Niels Sør-
ensen, sum er leiðari av
føroysku deildini hjá
Faroe Petroleum.
Í
tíðindaskrivi
frá
ensku stjórnini varð sagt,
at sambært metingunum,
so goymir bretska undir-
grundin framvegis mill-
um 22 og 28 milliardir
tunnur av olju, og tí er
einki at siga til, at stórur
áhugi var fyri teimum
152 leitloyvunum, sum
vórðu latin.
Fyristøðufelag
á 8 loyvum
Og tað er sum fyristøðu-
felag, at Faroe Petroleum
nú hevur fingið fatur í
nýggju loyvunum. Við
hesum er samlaða talið av
leitingarloyvum komið
upp á 14, harav føroying-
ar eru fyristøðufelag -
operatørar - í átta av
loyvunum, og tað hevur
sínar avgjørdu fyrimunir
við sær, heldur Niels
Sørensen.
- Vit royna alla tíðina at
leggja okkum eftir, at
fólk við stórum serkunn-
leika verða knýtt at felag-
num, og sum fyristøðu-
felag hava vit betri møgu-
leikar til hetta. Tað sam-
pakkar eisini við vakst-
rarstrategi'ina hjá okkum,
og sum heild kunnu vit
siga, at aktivitetirnir í fe-
lagnum gerast alsamt
størri.
Men ger hetta ikki eis-
ini, at tit verða munandi
meira áhugaverdir sum
samstarvsfelagar?
- Tað sigur seg sjálvt.
Fleiri øki vit eru partur
av, og størri servitan vit
hava at bjóða. Lættari
verður tað at fáa fatur á
samstarvsfeløgum, sigur
Niels.
Og soleiðis sum olju-
prísirnir skikka sær í løt-
uni, er helst heldur eingin
ivi um, at tað er vorðið alt
meira áhugavert at sam-
starva við oljufeløg. Men
hóast eksplosivu kurs-
hækkingarnar
seinastu
vikuna, vil Niels tó ikki
staðfesta, hvørt felagið
nú setir eyka ferð á sínar
ætlanir.
legg merki til at fram-
leiðslan hevur verið í aftur-
gongd hesi seinastu 20
árini í Norðuramerika, og
eisini í eystara Europa.
Hinvegin
hevur
framgongdin verið størst í
Miðeystri. Fyri USA er
tað
geopolitiskt
og
lívsneyðugt at fáa olju úr
Miðeystri. Og fáa teir tað
ikki við góðum í vanligum
handli, so verður tað við
vápnamegi.
Hvør situr á størsta
oljutilfeinginum?
Men hvussu langtíðarút-
litið, eini 10, 20 ella 30 ár
fram. Mynd 3 vísir hvar
ávístar oljukeldur (proven
crude oil reserves) finnast.
Av myndini sæst klárt,
hvussu støðan verður um fá
ár. Miðeystur fer at fáa eina
upp aftur meira avgerandi
leiklut í geopolitiska spæl-
inum. Hetta vita aktørarnir
í hesum spæli, sum í fyrsta
lagi eru USA, ES og Kina.
Amerikanskur
geopolitikkur
USA legði ikki á Irak, tí
teir har høvdu biologisk
vápn ella hýstu terroristum.
Heldur ikki tí Saddam var
eitt beist - tað var fyri at
tryggja sær atgongd til
oljuna, kalt og kyniskt.
USA blakaði ikki Sad-
dam út úr Kuwait fyri at
innføra demokrati - tað var
fyri at tryggja sær atgongd
til oljuna.
USA hóttir Iran, sum
kanska hevur heimsins
næststørstu ávístu oljukeld-
ur. Ikki tí teir eru muslimar,
og kanska ikki eru nóg
demokratiskir. Men fær
Iran sær atomvápn, so vera
teir førir fyri at verja seg, tá
USA skal tryggja sær at-
gongd til oljuna har.
Iran er sum atomveldi
ikki nøkur hóttan móti
nøkrum, siga granskarar úr
danska Forsvarsakademiet.
Men verður Iran atomveldi,
so verður ringt hjá USA at
seta tín vilja ígjøgnum
politiskt. Eitt møguligt
komandi álopskríggj móti
Iran skal førast fyri geo-
politiskt at tryggja sær
atgongd til iransku oljuna,
nú teir ikki hava ein usa-
vinarligan
shah
Reza
Pahlevi at spæla sær við.
Styrkislutfallið millum Euro og Dollar í farnu viku bleiv merkt av, at
meldurstormurin Katrina herjaði í USA og gjørdi nógv størri kaos har, enn
nakar hevði væntað. Hetta sigst at vera versta hurricane í amerikanskari
søgu. Oljuprísirnir eru í toppi og liggja um 70$ fyri tunnuna. Benzinprísuriní
USA er hækkaður meira enn 20%, og vandi er fyri búskaparligari
stagnatión. Óvissan valdar, og hetta hevur minkað um virðið á dollara, og
euran er tí lutfalsliga gingin upp.
Men eisini á tí búskaparliga økinum annars vóru minni góð tíðindir úr
USA. Forsøgnir hava higartil væntað ein vøkstur uppá 3,4% uppá árið, men
nú tølini fyri annað kvartal eru gjørd uipp, eru útlitini sett niður til 3,3%.
Hetta hevur einki við meldurstormin at gera.
Á europeisku síðuni eru smáir glottar. Arbeiðsloysistalið er farið eitt lítið
sindur niður bæði í Frankaríki og Týsklandi
Trý føroysk leitiloyvi
L ý s i n g a f y r i t ø k a n ,
Team85, hevur á heima-
síðu síni boðað frá, at
fýra starvsfólk í felag
hava keypt helmingin av
partapeninginum í fyri-
tøkuni. Fyritøkan er part-
ur av konsernini hjá
Dimmalætting, sum síð-
ani stovnanina hevur átt
100% av partapeningin-
um.
Seinastu
tvey
árini
hevur tó ikki eydnast at
fáa raksturin at hanga
saman, og í fjør var
úrslitið áðrenn skatt eitt
hall upp á 691 tkr.
Umframt broyttu eig-
araviðurskiftini, er felag-
ið eisini farið undir
stjóraskifti. Upplýst verð-
ur, at Johnny Gaard, sum
hevur stjórnað felagnum
seinnu árini, er farin frá,
og at Hjalgrim Samuel-
sen er settur sum fyribils
stjóri.
Hjalgrim
er
framman undan eisini
stjóri á Dimmalætting.
mørk
Team85 á starvsfólkahendur
Kortið sýnir 23. útbjóðingarumfarið á bretska landgrunn-
inum. Faroe Petroleum fekk trý av teimum 152 loyvunum,
sum vórðu útlutað