Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 169 - 7. september 2005 UTTAN ÚR HEIMI Russar siga nei Russiska stjórnin hevur nú boðað frá, at hon fer at nýta sýtingarrættin, um eitt uppskot um at seta tiltøk í verk ímóti Iran kemur fyri trygdarráðið hjá ST, soleiðis sum USA ætlar. Mánadagin ætlaðu amerikanararnir at skjóta upp at seta tiltøk í verk ímóti Iran fyri at noyða landið at gev- ast við sínum kjarnokruverkætlanum, men russiska sendinevndin í New York boðaði alt fyri eitt frá, at hon er ímóti einum tílíkum uppskoti. Á heimasíðuni hjá utt- anríkisráðnum í Moskva stóð at lesa, at tað er eingin orsøk til at leggja eitt tílíkt uppskot fyri ST. ES hevur hótt Iran við tiltøkum, um stjórnin í Teheran ikki gongur við til at steðga kjarnorkuverkætlanunum og at koma aftur til samráðingarborðið saman við Týsklandi, Fraklandi og Bretlandi. Í summar eydnaðist tað teimum trimum londunum at fáa iranar at slaka, men nývaldi iranski forsetin gjørdi av at ógilda semjuna. Danir liva ov stutt Nýggj hagtøl vísa, at meðal livialdurin í Danmark er 77 ár, og tað er munandi minni enn í fleiri øðrum evrope- iskum londum. Knud Juel, granskari á Statens Institut for Folke- sundhed, sigur við blaðið Urban, at fyri nøkrum árum síðani høvdu danir ein tann longsta meðal livialdurin í Evropa, men soleiðis er ikki longur. Eitt nú liva ís- lendingar, norðmenn og sviar umleið 80 ár í meðal. - Vit líða ov nógv av sjúkum, ið hava samband við royking, og tað sama er at siga um sjúkur, ið hava sam- band við rúsdrekkamisnýtslu, sigur Knud Juel. Haraft- urat vísa tølini, at danir røra seg minni enn fólk í øðrum londum, og teir eru heldur ikki nóg skjótir at brúka fyribyrgjandi heilivág. Eitt nú brúka danir bara helvtina av tí heilivági, sum norðmenn brúka til at avmarka kolesterol-innihaldið í blóðinum. Flóttafólk druknaðu Myndugleikarnir í Jemen halda, at minst 58 flóttafólk úr Somalia eru druknað, eftir at tey royndu at flýggja yvir um Aden-sundið til Jemen. Nøkur, sum sluppu við lívinum, hava greitt jemensku myndugleikunum frá, at tey høvdu goildið manna- smuglarum pengar aftur fyri at flyta tey um sundið. Men tá báturin var nakrar fjórðingar úr jemensku strondini, noyddu smuglararnir flóttafólkini at leypa fyri borð og at svimja til lands. Sambært BBC kláraðu 37 fólk at svimja inn á strondina, men hildið verður, at minst 58 onnur druknaðu. Á hvørjum ári royna fleiri túsund fólk at flýggja úr Somalia og Etiopia yvir um Aden-sundið, men tey flestu koma ongantíð yvirum. ST heldur, at higartil í ár eru umleið 1.000 flóttafólk druknað í sundinum, tey flestu kvinnur og børn. Norðmenn gjalda væl Ein kanning, sum eitt innkrevjingarfelag hevur gjørt, vísir, at norskar fyritøkur eru skjótari at gjalda sínar rokningar enn fyritøkur í øðrum londum. Kanningin vísir, at í meðal eru rokningarnar 28 dagar gamlar, tá tær norsku fyritøkurnar gjalda. Finnlending- ar eru teir næstskjótastu. Í Finnlandi eru rokningarnar í meðal 30 dagar gamlar, tá fyritøkurnar gjalda. Í Est- landi bíða fyritøkurnar í meðal 31 dagar við at gjalda, og danskar og svenskar fyritøkur bíða vanliga 38 dagar. Harafturímóti bíða fyritøkurnar í teimum suður- evropeisku londunum væl longri við at gjalda rokning- arnar. Í Fraklandi bíða tær 66 dagar, í Portugal 80 dag- ar, í Spania 83 dagar, og í meðal lata italskar fyritøkur rokningarnar liggja í 97 dagar, áðrenn goldið verður. Russiski forsetin, Vla- dimir Putin, hevur gjørt av, at málið um gíslatøkuna í Beslan fyri einum ári síðani skal kannast til botns RUSSLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Ikki færri enn seks russ- iskir ríkisadvokatar eru komnir til Beslan at tosa við fólk har um tað, sum hendi tann 1. september í fjør, tá ein gíslatøka á ein- um skúla endaði við, at 331 fólk lótu lív. Ákæruvaldið í Moskva segði í gjár, at teir seks ríkisadvokatarnir skulu tosa við umboð fyri tey avvarðandi og myndug- leikarnar í býnum um tað, sum hendi tann dagin, og hvussu myndugleikarnir hava handfarið málið síð- ani. Ein kvinnubólkur í Beslan hevur funnist hvass- liga at handfaringini hjá myndugleikunum, og í síðstu viku segði Vladimir Putin, forseti, at hann hevði gjørt av at lurta eftir atfinn- ingunum. - Vit fara ar kanna alt tilfarið í málinum, og vit fara at lurta eftir krøvun- um, segði Vladimir Kole- snikov, sum stendur á odda fyri kanningini hjá ríkisad- vokatunum. Hann segði seg vænta, at tað fer at taka einar tveir mánaðir at kanna málið. Tey flestu, sum eru flýdd ella flutt úr New Orleans, ætla sær heimaftur, men summi fara ikki heimaftur USA Árni Joensen fartekst@mail.dk - Nei, vit fara ikki heimaft- ur. Hatta ætla vit ikki at uppliva eina ferð afturat, so nú flyta vit til New Mexico. Margret Greywolf og maðurin vóru í gjár í New Orleans eftir tí, sum tey ikki fingu tikið við sær, tá tey noyddust at rýma úr býnum. Tey vóru ímillum tey hepnu, tí vatnið kom ongantíð niðan til hús teirra. Kortini máttu tey flytast burtur við báti, og tað verður eisini seinastu ferð. Tí tey hava gjørt av at flyta úr býnum. - Vit flyta til New Mex- ico, sigur Margret Grey- wolf við Aftenposten. Myndugleikarnir kunn- gjørdu í gjár, at tað fer at taka tríggjar mánaðir at fáa alt vatnið úr New Orleans, og fyrr enn tá fæst neyvan at vita við vissu, hvussu mong mannalív ódnin "Katrina" kravdi. Ray Nag- in, borgarstjóri, hevur sagt, at talið er minst 1.000. Onnur halda, at fleiri tús- und eru deyð. Nógv neyðhjálp Lond um allan heim senda nú neyðhjálp av ymsum slagi til USA, og ES sam- tykti í gjár at seta eitt fólk at samskipa neyðhjálpina úr ES-londunum. Bretland og Týskland hava sent matvørur til USA, Grikkaland letur tvey av sínum ferðamannaskip- um virka sum búpláss hjá heimleysum, og Svøríki hevur sent flutningsflogfør vestur um hav. Frakland hevur sent eitt lið av ser- frøðingum, Noreg hevur sent eitt kavaralið, og Nið- urlond hava sent eitt lið av serfrøðingum, sum skulu hjálpa amerikanarunum at umvæla byrgingarnar við New Orleans og aðrastaðni. Onnur lond í Evropa hava sent teppi, mjólk, heilivág, tjøld, djóramat og ymiskt annað. Tann evrope- iska neyðhjálpin verður flutt til ein hernaðarflog- vøll í Arkansas, haðani hon fer víðari við tyrlum og lastbilum. Beslan-málið skal kannast til botns Fara ikki heimaftur - Hetta var nóg mikið fyri okkum. Vit flyta ikki heimaftur