mikudagur 7. september 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 169 - 7. september 2005
XBOX BÍLIGA TIL SØLU
lítið brúkt, við joystikk og tveimum
spølum.
tlf. 271989
Tónleikur
TVØRFLOYTA
ynskist til keyps.
Tlf. 451014
BASS-SETT
Ibanez-bassur, Behringer 60W
forsterkari, taska, reim og stativ til
sølu fyri 2.900 kr. Settið er 1/2 ár og
er sum spildurnýtt.
Tlf. 265070, eftir kl. 18
SONY BILSTEREO
við MP3 Sony 600w forsterkari
Sony 1200w subwoofari til sølu fyri
5.-6.000 kr. Nývirði ca. 10.000,- kr.
Tlf. 583109
Út- & Sjónvarp
STEREOANLEGG
við bæði hátalarum og
plátuspælara bíliga til sølu.
Tlf. 421074/503074
SJÓNVARP
21" Samsung sjónvarp til sølu fyri
800,- kr.
Tlf. 516089
Ymiskt
KØKSKRANI
Nýggjur óbrúktur køkskrani til sølu
fyri 450 kr.
Tlf. 312968
TIL SØLU
er ein Kenwood DMF 3020 minidisk
spæl- og upptakari fyri 2000 kr. Er
lítið og einki brúktur. Nýprísur 4.100
kr.
Tlf. 221826
SUN FIE DUO 100 W
6 stk. rør til sól til sølu.
Tlf. 265290
IP-TELEFON
Grandstream BT-101 telefon. Sort.
Pris 750,- kr.
Tlf. 581984
Á GOYMSLU
hava vit nøkur sildagørn nýggj og
brúkt.
Tlf. 353897
KANN AVHEINTAST
Hvítt baðikar, sum nýtt, ringið
áðrenn.
Tlf. 317451/215064
ÓBRÚKT
VENTILATIÓNSANLEGG
til sølu. Nýprísur 20.000,- Ring og
hoyr nærri á
tlf. 312530
FLYTA UTTANLANDS?
Vit kunnu taka flytigóðs við, sera
bíliga. Koyrt verður frá hurð til hurð.
Vit ferðast við Norrønu.
Ringið 213223
BINGJA TIL SØLU
2 stk. 20 fót bingjur til sølu fyri
6.000 kr. tilsamans við at heinta
tær í Havnardali.
Tlf. 213666
TIL SØLU
Ein »skaftivevur« og eitt renniborð
fyri 3.500,- kr.
tlf. 311752/211752
BRIDGE
Opið hús hóskvøld kl. 19.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Havnar Bridgefelag
MARKNAÐARDAGUR Á
STRONDUM
Marknaðardagur í bygdarhúsinum á
Strondum. Um nóg stór undirtøka
verður, verður marknaðardagur í
bygdarhúsinum tann 19. nov. 2005.
Tilmeldingáðrenn 16. nov á
telefon 258936
DIGITALT MYNDATÓL
Nikon Coolpix 4200 digital
myndatól bíliga til sølu.4 Mega
pixel, 3 x optisk zoom, 256MB kort.
Ring á tlf. 513928
ÁRSMAPPA
1 føroysk ársmappa frá 1975 til
sølu fyri hægst bjóðandi yvir kr.
500,-
Gunnar tlf. 261670
ER TAÐ NAKAR
sum hevur Kall G-kortið kr. 10,-
brúkt ella óbrúkt til sølu ella í
umbýti við onnur kort.
Gunnar tlf. 261670
UM TÚ HEVUR
nakað av mold til sølu, vinarliga
ring
216608
MYNDATÓL TIL SØLU
Eitt Canon EOS300, myndatól til
sølu, sera lítið brúkt, bert tikið 3
filmar. Prísuppskot: 2.500 kr. Ring
ella maila til: e-mail:
jákup_o@online.fo
Tlf. 226678
TIL SØLU
Nakrar ballir uml. 50 kg. stk. til
sølu.
tlf. 580445
RADIATORUR
dupultur, 250x55 cm. til sølu.
Tlf. 310255
HONDVASK
keramikk, hvítt, 57x45x20 cm. at
hanga á vegg til sølu.
Tlf. 310255
STÁLVASK
2 stk. 53x40x22 cm. 1 stk.
55x40x14 til sølu.
tlf. 310255
TIL SØLU
3 stk. Plastmo takvindeygu
(pyramideforma) OLI P 402
100x100 cm. til sølu vegna feilkeyp,
nú 1/2 prísur.
Tlf. 251450
MYNDATÓL TIL SØLU
HP digitalt myndatól til sølu!
5,3MP, 3x optiskt zoom, 7x digitalt
zoom, docking station v/fjarstýring,
32 MB SD kort, taska o.a. fylgir
eisini við. Til sølu fyri 1800 kr.
Ring tlf. 214789
GAMLAR MYNDIR
vera viðgjørdar, og blíva sum
nýggjar. Hygg eftir onkrum dømi á
http://spaces.msn.com/members/reg
inkameraet/PersonalSpace.aspx?_c0
2_owner=1&_c=
Ring: 272908 og hoyr nærri
HYGG HER
Hygg her:" http://www.tpi-
foeroyar.dk/ " Òtrúliga bílligt. Alt
innan foto, blæk, og fotopappír v.m.
Skriva til: rtausen@gmail.com ella
ring á:
272908
Heidi Petersen, ting-
kvinna Tjóðveldis-
floksins, vil hava at
vita, um ætlaðu
sparingarnar á
Landssjúkrahúsinum
kunnu hava vítt-
fevnandi avleiðingar
fyri sjúklingarnar,
ella um sjúkrahúsini
framhaldandi eru
trygg, tá tað snýr seg
um reingerð og
smittuvanda
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Kann landsstýrismaðurin
upplýsa/greiða frá hvørjar
avleiðingar skerjingar av
reingerðini á Lansdssjúkra-
húsinum kunna hava fyri
innløgdu sjúklingarnar í
framtíðini?
- Heldur landsstýrismað-
urin tað vera rætt at skerja
eina so grundleggjandi
funktión?
- Eru nakrar kanningar
gjørdar sum lýsa støði á
reingerðini
á
føroysku
sjúkrahúsunum í mun til
grannalondini?
- Vera tilburðir av stafylo-
kokkum á føroysku sjúkra-
húsunum skrásettir, og við-
føra hesir tilburðir deyðs-
føll?
Hesar spurningar fer Heidi
Petersen, løgtingskvinna
Tjóðveldisfloksins at seta
Hans Paula Strøm, lands-
stýrismanni í heilsu- og
almannamálum á tingfund-
inum í dag, tá munnligir
fyrispurningar verða svar-
aðir. Heidi Petersen sigur,
at í samband við sparing-
arnar á Landssjúkrahúsin-
um verður í einum lítlum
setningi kunngjørt, at eisini
reingerðin skal skerjast.
– Hetta er ikki fyrstu
ferð, at reingerðin á Lands-
sjúkrahúsinum
verður
skerd, og mín spurningur
gongur út upp á at fáa
staðfest, hvar markið gong-
ur ímillum at hava eina for-
svarliga reingerð á einum
stovni fyri sjúk fólk, og nær
tað gerst vandamikið fyri
borgaran at nýta Lands-
sjúkrahúsið, tí har verður
ov skitið, og á tann hátt
kann gerast ein hóttan á
heilsustøðuna hjá tí sjúka,
sigur Heidi Petersen.
Hon vísir eisini á, at í
grannalondunum hava sera
stórar
sparingar
verið
gjørdar á sjúkrahúsunum.
Eisini hava royndir verið
gjørdar at útlisitera rein-
gerðina við sera ivasomum
úrslitum.
– Føroyingar sum hava
ligið á Ríkissjúkrahúsinum,
greiða frá ógvusligum av-
leiðingum av at júst rein-
gerðin hevur verið fyri
sparingunum. Staðfest er,
at stafylokokkar eru høv-
uðsorsøkin til infektiónir,
fingnar á sjúkrahúsum í
Danmark, sigur hon og
heldur fram.
– Av hesum eru 1000-
1500 tiburðir av multi-
resistentum stafylokokkum
og herav doyggja 20% av
sjúklingunum, t.v.s. har
doyggja millum 200 og 300
fólk av mótstøðuførum
stafylokokkum um árið í
Danmark.
Hon heldur, at einasti
háttur at fyribyrgja »hospi-
talsbakteriu« er við gjøgn-
umførdum reinføri á høg-
um støði, ikki bara persón-
ligum,
men
eisini
av
sjúkrahúsunum
sjálvum,
hetta tí stafylokokkbakteri-
ur kunna liva sera leingi í
støvi. Hetta verður staðfest
í grein um stafylokokkar í
tíðarritinum hjá donskum
bioanalytikarum,
har
Robert Skov, leiðari av
stafylokokk royndarstovuni
hjá Statens Serum Institut.
Heidi Petersen sigur, at
endamálið við fyrispurn-
inginum er ikki at vera
orsøk til eina »ræðsluher-
ferð« um stafylokokkar á
føroysku sjúkrahúsunum.
– Heldur er hetta ein
roynd veruliga at fáa stað-
fest, um ætlaðu sparingarn-
ar kunnu hava víttfevnandi
avleiðingar fyri sjúkling-
arnar, ella um sjúkrahúsini
framhaldandi eru trygg, tá
tað snýr seg um reingerð og
smittuvanda.
John Johannessen vil
hava at vita, hvørji
stig landsstýris-
maðurin í javnstøðu-
málum ætlar at taka
til tess at tryggja
javnstøðuna hjá
monnum
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Hvussu heldur landsstýr-
ismaðurin, at samsvarið er
millum politiska ynskið um
javnstøðu millum kynini og
galdandi lóg um foreldr-
amyndugleika, har ógiftir
pápar ongan lógartryggjað-
an rætt hava til síni egnu
børn?
- Hvussu heldur landsstýr-
ismaðurin tað samsvarar
við javnstøðuhugburðin, at
ógiftir pápar verða kallaðir
inn til politiforhoyr, fyri at
staðfesta faðirskapin, með-
an hetta í øðrum londum
verður gjørt við at senda
eitt oyðiblað inn til mynd-
ugleikarnar, eins og í øllum
vanligum málum?
- Ætlar landsstýrismaðurin
í javnstøðumálum at seta
seg í samband við lands-
stýrismannin í lógarmálum,
fyri at samskipa javnstøðu-
lóggávuna og familjurætt-
arlóggávuna.
Hesar spurningar fer John
Johannessen, løgtingsmað-
ur, at seta Hans Paula
Strøm, landsstýrismanni í
javnstøðumálum á løg-
tingsfundinum í dag, tá
munnligir fyrispurningar
eru á skránni.
Johan Johannessen vísir í
viðmerkingunum á, at nógv
hevur verðið gjørt, fyri at
styrkja um javnstøðuna
millum kynini hesi seinastu
árini.
– Hetta er sjálvsagt, og tí
eisini at fegnast um. Tó ber
til við røttum at siga, at
javnstøðuarbeiðið nærum
bert hevur snúð seg um
javnrættin hjá kvinnum,
meðan hugburðurin hin-
vegin hevur verið, at javn-
støðan hjá monnum er
sjálvsøgd, heldur John Joh-
annessen.
Hann sigur, at javnstøðan
hjá monnum er kortini ikki
sjálvsøgd. Í øllum førum
ikki, tá tað um familjurætt-
arlóggávu ræður. Galdandi
lóg um foreldramyndug-
leika er frá 1922 og gevur
bert mammum foreldrarætt
í teimum førum, har for-
eldrini ikki eru gift. Soleið-
is hevur maðurin ongan
lógartryggjaðan rætt til síni
egnu børn. Ikki so mikið
sum rættin at luttaka á
skúlaráðsvali.
– Hetta kann eftir míni
fatan ikki fatast sum jav-
nstøða millum kynini. Tí-
skil er tað at fegnast um, at
nývaldi formaðurin í Javn-
støðunevndini hevur boðað
frá, at hann ætlar sær at ar-
beiða við hesum málinum,
sigur John Johannessen.
Eftir somu lóg um for-
eldramyndugleika
verða
ógiftir pápar eisini í hvørj-
um einasta føri kallaðir inn
á Fútaskrivstovuna til for-
hoyr fyri at staðfesta faðir-
skapin. Hetta hóast foreldr-
ini dagliga liva saman og
gjøgnum sjúkrahúsverkið
hava boðað frá, at tey í
felag eiga barnið.
– Hetta má metast at vera
niðrandi eftir vanligari
fatan í 2005. Slík mál áttu
at kunnað verið avgreidd
eins og í øðrum londum við
vanligum oyðibløðum at
senda inn til myndugleik-
arnar, soleiðis at sleppast
kann undan niðrandi inn-
kallingunum á Fútaskriv-
stovuna at viðurkenna síni
egnu børn, heldur John
Johannessen.
John Johannessen heldur,
at javnstøðulógin er gjørd
fyri at tryggja javnstøðu
ímillum bæði kynini, og tí
setir hann hendan fyri-
spurningin fyri at vita,
hvørji stig landsstýrismað-
urin í hesum føri ætlar at
taka fyri eisini at tryggja
javnstøðuna hjá monnum.
Heidi spyr um reingerðina
á Landssjúkrahúsinum
John spyr um javnstøðu
hjá monnum
Lesið
-so eru tit við!