hósdagur 8. september 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 170 - 8. september 2005
Heilsølan Anith í
Havn er nú seld inn á
Strendur. Tað er Ei-
vind Jacobsen, fyrr-
verandi borgarstjóri
og nevndarformaður
í Stranda Máling, ið
hevur keypt heilsøl-
una, sum hann hevur
ætlanir um at byggja
út
HEILSØLA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fyri góðum trimum mán-
aðum síðan keypti Eivind
Jacobsen á Strondum heil-
søluna Anith frá Judith og
Agnar Petersen í Havn.
Anith selur t.d. hosur,
seingjarsett, og undirklæði
av ymiskum sløgum til
bæði vaksin og børn. Til
jólar selja tey eisini leikur
o.a.
Sum nú er, selur Anith
mest til smærri handlar
kring landið, men Eivind
Jacobsen sigur, at ætlanin
er byggja fyritøkuna út til
eina stóra heilsølu, sum
selur næstan alt uttan mat-
vørur.
Hann hevur verið á fundi
við eina rumenska verk-
smiðju, sum framleiðir
undirklæðir,
og
góðir
møguleikar eru fyri, at
hann kann umboða verk-
smiðjuna í øllum Skandi-
navia.
Eivind er eisini parta-
eigari og nevndarformaður
í Stranda Máling, har hann
eisini
arbeiðir,
meðan
konan, Alina, hevur dagliga
raksturin av heilsøluni um
hendur.
Eivind Jacobsen sigur, at
um onkur heilsøla í land-
inum er til sølu, hevur tað
avgjørt hansara áhuga.
Eivind keypt heilsøluna Anith
Eivind Jacobsen á Strondum
hevur keypt heilsøluna Anith