Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 8. september 2005 25 UTTAN ÚR HEIMI Tímaløn: 9 krónur Norska blaðið Nordlys hevur avdúkað, at polskir hand- verkarar arbeiða í Noregi fyri níggju norskar krónur um tíman. Pólendingarnir eru í byggivinnuni í Tromsø, og verri er, at teir eru í ferð við at byggja tveir almennar bygn- ingar, eitt ellisheim og ein framhaldsskúla. Nordlys hevur fingið fatur á sáttmálanum, sum pólendingarnir arbeiða eftir, og har stendur, at grundlønin er 4,50 polskar zloty, sum svarar til níggju norskar krónur. Tað er eitt felag, sum hevur fingið teir polsku hand- verkararnar til Noregs. Felagið hevur síðani ein byggi- sáttmála við kommununa, og í honum stendur millum annað, at kommunan hevur tagnarskyldu, tá tað snýr seg um lønina og onnur arbeiðsviðurskifti hjá teimum útlendsku handverkarunum. Sambært Nordlys hava pólendingarnir sjálvir fingið at vita, at teir verða sendir heim, avdúka teir síni lønarviðurskifti. Norsku fakfeløgini eru í øðini inn á mannagongdina, og tey harmast serliga um, at almennir byggiharrar eru við til at misbrúka útlendska arbeiðsmegi. Viðgongur dráp Irakski forsetin, Jalal Talabani, segði í einari sjónvarps- samrøðu í gjár, at undanmaður hansaera, Saddam Hus- sein, hevur nú viðgingið, at hann gav boð um ymisk lógarbrot so sum dráp og avrættingar. Talabani vildi ikki siga, hvørji dráp ella hvørjar av- rættingar Saddam hevur viðgingið seg sekan í, men hann er í hvussu er ákærdur fyri at hava givið herinum boð um at myrða ein hóp av shiamuslimum í býnum Djubali í 1982. Verður hann dømdur sekur í hesari ákæruni, kann hann fáa deyðarevsing. Serdómstólurin, sum kannar skuldsetingar ímóti Saddam Hussein, skal eisini útgreina, hvat veruliga hendi, tá herurin drap fleiri túsund kurdar við eiturgassi í 1988, og tá ein shiamuslimskur uppreistur bleiv bardur niður í 1991. Ætlanin er, at rættarmálið ímóti fyrrverandi irakska forsetanum skal byrja tann 18. oktober, men verjar hansara hava biðið um at fáa málið útsett, tí teir vilja hava betri stundir til at seta seg inn í skjølini, sum ákæruvaldið hevur funnið fram. Skyldmaður Arafats skotin Ókendir menn skutu gjáranáttina fyrrverandi ovastan í palestinsku trygdartænastuni Moussa Arafat, sum var systkinabarn fyrrverandi palestinska forsetan Yasser Arafat. Palestinska løgreglan segði í gjár, at fleiri menn lupu á húsini hjá fyrrverandi trygdarovastanum og skutu hann. Ein sonur hansara var eisini inni í húsunum, men í gjár var ógreitt, um álopsmenninir høvdu burturflutt hann, ella um hann var sloppin til rýmingar. Moussa Arafat var trygdarovasti hjá teimum palest- insku myndugleikunum, til núverandi leiðarin, Mah- moud Abbas, koyrdi hann frá. Hann varð fleiri ferðir skuldsettur fyri svik, og løgreglan sigur, at hann hevði nógvar fíggindar. Moussa Arafat var 65 ára gamal, nú hann doyði. Einki er sum Kuba-sigarin Hóast tað hevur regnað sera lítið í Kuba tey seinastu árini, megnar landið framvegis at útflyta einar 100 milliónir hondrullaðar sigarir um árið. . Oscar Basulto, sum stendur fyri kubanska sigarút- flutninginum, sigur við AP, at fjórðingurin av tí svarta tubbakkinum, sum verður brúkt til sigarir, kemur úr Kuba. Men áhaldandi turkur hevur gjørt, at sigarút- flutningurin er minkaður, tí undan turkinum seldu kub- anar einar 150 milliónir sigarir av landinum um árið. Okkurt bendir tó á, at kubanar hava funnið upp á ráð, tí sambært Oscar Basulto hava bøndurnir tillagað eina nýggja tubbaksplantu, sum ikki krevur so nógv regn sum tann vanliga. Tað fara at ganga fleiri ár, áðrenn Iran verður ført fyri at út- vega sær kjarnorku- vápn IRAN Árni Joensen fartekst@mail.dk Vesturheiminum nýtist ikki at stúra fyri, at Iran verður ført fyri at útvega sær kjarnorkuvápn tey fyrstu árini. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing, sum ein viðurkendur granskingarstovnur í London hevur skrivað. Stovnurin vil vera við, at iranar hava fleiri tekniskar trupulleikar at loysa, áðr- enn teir kunnu taka nakað veruligt stig ímóti kjarn- orkuvápnum, og at tað fer at taka fleiri ár at loysa hes- ar trupulleikarnar. Í síðsta mánað gjørdi Iran av at taka sína kjarnorku- verkætlan uppaftur hóast hvøss mótmæli úr Evropa og USA. Eitt nú fóru iranar aftur undir at ríka uran, men ES og USA hava kravt, at teir skulu steðga hesum arbeiðinum í sein- asta lagi tann 19. septem- ber. Gera teir ikki tað, fer trygdarráðið hjá ST at við- gera støðuna, og so kann væl henda, at tiltøk verða sett í verk ímóti landinum. Nývaldi iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, segði fyri nøkrum døgum síðani, at hann hevur eina loysn við sær, tá hann seinni í mánaðinum fer á ST-toppfund í New York. Russar ætla at forða fyri, at onnur fáa hendur á teknisku útgerðini umborð á flogfarinum, sum sakk nærhendis Het- landi fyrr í vikuni FLOGÓHAPP Árni Joensen fartekst@mail.dk Hernaðarflogfarið, sum var av slagnum Su-33, skuldi seta seg á dekkið á flog- beranum "Admiral Kuznet- sov" seinnapartin mána- dagin, men flogskiparin fekk ikki steðgað flog-far- inum, sum tí fór í havið. Tað eydnaðist flogskipara- num, Jurij Komejev, at skjóta seg úr flogfarinum, áðrenn tað fór út av dekk- inum. Russiska herflotaleiðslan sigur, at flogfarið liggur á 1100 metra dýpi í altjóða sjógvi nærhendis Hetlandi. Ein talsmaður hjá flota- leiðsluni segði fyrradagin, at Su-33 er eitt nútímans slag av jagaraflogførum, og at ætlanin at spreingja flog- farið, so onnur ikki skulu fáa fatur á teirri loyniligu tøkniligu útgerðini í tí. "Admiral Kuznetsov" er við í einari russiskari flota- venjing, sum byrjaði tann 20. august, og sum varir ein mánað. Sambært norsku verjuni er hetta fyrstu ferð síðani kalda kríggið, at russiski herflotin hevur havt eina venjing so langt suðuri. NTB visti í gjár at siga, at tvey russisk herskip hava verið í Bergen í vikuni og tikið olju. Men russiski herflotin er ikki tað, hann var. Russar vilja ikki siga, hvusu stórur flotin er, men sambært hern- aðartíðarritinum Janés In- telligence Review hava russar 17 kjarnorkuriknar kavbátar við rakettum, 26 aðrar kjarnorkuriknar álops- kavbátar, 17 stór herskip, 50 herskip í fregattstødd og umleið 70 smærri herskip. Hóast flotin var væl størri í sovjettíðini, er tann russiski herflotin tann næststørsti í heiminum. Bara tann amerikanski er størri. Óhappið við flogfarinum við Hetland er ikki tað fyrsta hjá russiska herflot- anum. Fyri fimm árum síð- ani sakk kavbáturin "Kursk" undir venjing í Barentshavi- num, og fyri tveimum árum síðani sakk ein annar kav- bátur, "K-159". Vladimir Putin, forseti, hevur ofta funnist at flotaleiðsluni, og so seint sum í síðstu viku gav hann Vladimir Kuro- jedov, flotaovasta sekkin og setti Vladimir Masorin í hansara stað. Eingi kjarnorkuvápn í bræði Ætla at spreingja flogfar á havsins botni Tvey flogfør av slagnum Su-33 uppi yvir flogberanum "Admiral Kuznetsov". Hendan myndin er frá einari venjing í Barentshavinum fyrr í ár