hósdagur 8. september 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 • hósdagur • 8. september 2005 • 79. árg.
Glenn Perdomo, sum
síðan august mánað í
fjør hevur leigað
plátu- og lakkerings-
verkstaðin hjá P/F
Meinhardt Arge við
Oyggjarvegin, hevur
nú keypt alla verk-
staðsútgerðina og
flutt alt virksemið
oman á Falkavegin á
Hálsi
BILVERKSTAÐUR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tann 1. september 2005 læt
Glenn Perdomo upp ein
plátu- og lakkeringsverk-
stað á Hálsi í Havn, har bil-
verkstaðurin hjá P/F Mein-
hardt Arge fyrr húsaðist.
Fyritøkan eitur Sp/f Plátu-
verkstaðurin v. Glenn Per-
domo.
Glenn hevur trý starvs-
fólk afturat sær, tey eru:
Johnny Heinesen, plátu-
smiður,
Poul
Petersen,
autolakkerari, og Magnus
Sivertsen, lærlingur. Fyri-
tøkan ger alt upprættingar-
og lakkeringsarbeiði bæði
fyri privatfólk og fyri
tryggingarfeløgini.
Sum tann einasti plátu-
og lakkeringsverkstaður í
Føroyum nýtir Sp/f Plátu-
verkstaðurin umhvørvis-
vinarligt
vatnbaserað
Glassurit-lakk, sum eisini
verður tynt við vatni. Glenn
sigur, at lakkið roynist sera
væl og er ikki so heilsu-
skaðiligt, sum billakk ann-
ars er kent fyri, og verk-
staðurin hevur alla ta trygd-
arútgerð, sum myndugleik-
arnir krevja.
Glenn Perdomo, sum í
dag er 36 ára gamal og býr
Hoyvík, fór í læru sum
bilmekanikari hjá P/F Vil-
helm Nielsen í Jónas
Broncksgøtu í 1986. Tá
hann hevði lært í trý ár,
keypti P/F Meinhardt Arge
fyritøkuna, sum varð flutt
niðan á Hoyvíksvegin, har
sum Team 85 hevur hildið
til og Føroyaprent heldur til
í dag. Glenn flutti við og
bleiv útlærdur í 1989.
Eftir at hann var útlærd-
ur, royndi hann onnur ar-
beiði. Hann búði í Dan-
mark frá 1994 til 1997, har
hann royndi ymisk fyri-
fallandi arbeiði. Tá hann
kom heim aftur í 1997, fekk
hann starv á plátuverkstað-
num hjá P/F Meinhardt
Arge, sum tá helt til á
Hálsi. Eitt skifti arbeiddi
hann sum verkførari har.
Árskiftið
2002-2003
flutti plátuverkstaðurin í
bygningin við Oyggjar-
vegin, har bilasølan og
mekaniski verkstaðurin helt
til. Í august mánað í fjør
leigaði Glenn plátuverk-
staðin og rak hann sum sína
egnu fyritøku. Hálvan au-
gust í ár keypti hann alla
útgerðina á bæði plátu- og
lakkeringsverkstaðnum og
flutti alt oman í fyrrverandi
bygningin hjá Meinhardt
Arge á Hálsi.
Sp/f Plátuverkstaðurin:
Glenn við nýggjum plátu-
verkstaðið á Hálsi
1. september 2005 læt Glenn Perdomo upp ein nýggjan plátu- og lakkeringsverkstað á Hálsi í Havn. Starvsfólkini eru f.v.: Johnny Heinesen, Glenn Perdomo, Poul Petersen, og Magnus Sivertsen
Mynd: Jens Kristian Vang