hósdagur 8. september 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 8. september 2005
37
Fríggjadagin 9.
september eru liðin
80 ár síðan svágrarnir
Wenzel Petersen og
Vilhelm Nielsen í
Havn vórðu góðkend-
ir sum Ford umboðs-
menn í Føroyum. Í
hesum sambandi
hevur P/F Wenzel
opið hús fríggjadagin
JUBILEUM
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Wenzel Petersen, ið stovn-
aði fyritøkuna sum seldi
fyrsta bilin í Føroyum, var
ein íðin og framskygdur
maður. Hann varð føddur
tann 2. november í Havn.
Í 1917 stovnar Wenzel
ein maskinhandil í Havn,
sum m.a. fekst við at in-
stallerað DAN-gløðihøvd-
motorar í fiskiskip og bátar.
Í 1919 keypir hann Quill-
ingsgarð í Havn, saman við
eigaranum av Sápuhúsin-
um. Quilligsgarður var tá
ein stórur bygningur, har
hann innrættaði sær smiðju
og maskinverkstað.
Árið eftir, í 1920, kom
svágurin, danin Vilhelm
Nielsen, at arbeiða saman
við Wenzel. Tað eydnaðist
teimum at skapa søgu her á
landi, við tað at teir í 1922
skipaðu fyri at fyrsti bilurin
kom til Føroya, tann 6. mai.
Tað var ein 1-tons Ford TT
lastbilur, sum Júst Sivert-
sen og Johannes Olsen
keyptu.
Wenzel og Vilhelm seldu
Ford bilar at byrja við, og 9.
september 1925 vórðu teir
góðkendir sum Ford umboð
í Føroyum. Seinni fingu
teir eisini umboð fyri Gere-
ral Motors, har ímillum
aðrar Chevrolet bilarnir
høvdu teirra áhuga.
Ford kundi ikki góðtaka,
at teir seldu hesi bilsløgini
saman, og førdi tað við sær,
at teir samdust um, at Vil-
helm Nielsen fekk General
Motors umboðið. Síðst í
20-árunum flutti Vilhelm út
í smiðjuna hjá Sigmund
Arge, úti í Grind, yvirav
smiðjuni í Lítluvík. Hann
var har til nýggi bygning-
urin í Jónas Broncksgøtu
var liðugur í 1935.
Í 1952 keypir Wenzel
Petersen ein bygning úti í
Bakka, og í 1957 flutti bila-
sølan og bilverkstaðurin úr
Quillingsgarði og inn har.
Um hesa tíðina arbeiddu
um 40 fólk í fyritøkuni.
Wenzel Petersen var ein
íðin og framskygdur mað-
ur, var býráðslimur í nógv
ár, bæði áðrenn og eftir
kríggið. Hann var í tekn-
isku nevnd og havnar-
nevndini, og í nevndini í
Havnar Handverksmeist-
arafelag.
Wenzel Petersen andaðist
21. oktober í 1954, 67 ára
gamal.
Fyritøkan flytur
Í 1970 fluttu bilasølan og
bilverkstaðurin í nýggjan
bygning við Oyggjarvegin.
20 ár seinni, í 1990, flutti
mekaniski verkstaðurin eis-
ini í ein annan nýggjan
bygning við Oyggjarvegin.
Har sum Maskinskúlin er í
dag. Húsini úti í Bakka
keypti kommunan í 1986.
Fyritøkan kláraði seg
ígjøgnum góðar og ringar
tíðir, sølan av bilum gekk
gott og okkurt árið í áttati-
árunum vóru seldir yvir
400 bilar, og eini 70 fólk
vóru í arbeiði. Men búskap-
arkreppan fyrst í 90-unum
hevði eina so ógvusliga
afturgongd við sær, at fyri-
tøkan P/F Wenzel Petersen,
hóraði ikki undan og alt
virksemi í báðum bygning-
unum helt uppat. Tað var tó
skjótt,
at
fyrrverandi
starvsfólkini byrjaðu av
nýggjum, og fyritøkan P/F
Wenzel varð stovnað.
Í dag starvast 27 fólk í
fýra ymiskum deildum hjá
P/F Wenzel: Plátu- og
lakkeringsverkstaðurin,
mekaniski
verkstaðurin,
eykalutagoymslan og bila-
sølan. 1. juni í ár kundi eitt
av starvsfólkunum, Hans
Mortensen, halda sín 50 ára
starvsdag hjá P/F Wenzel.
Stjórar hjá P/F Wenzel eru
tveir abbasynir hjá Wenzel
Petersen, Petur S. Petersen
og Óla-Svenn Nolsøe.
Í sambandi við 80 ára
jubileumsdagin verður opið
hús hjá P/F Wenzel, har tey
bjóða kaffi og køkur og
okkurt gott til børnini.
Eisini eru fleiri góð tilboð
frá teimum ymisku deild-
unum hesa og komandi
vikuna.
Ford 80 ár í Føroyum
Fríggjadagin 9. september 2005 hava Ford-bilarnir verið umboðaðir 80 ár í Føroyum. Petur S. Petersen er annar av stjórunum hjá P/F Wenzel
Mynd: Álvur Haraldsen
Hendan myndin er tikin 22. oktober 1976, tá Mourits K. Mouritsen, hýruvognsførari í Auto í Havn, keypti bil nr. 200 frá Wenzel
Petersens Bilsølu tað árið. Her er Mourits saman við Hans Mortensen, sum herfyri kundi halda sín 50 ára starvsdag í fyritøkuni