hósdagur 8. september 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 170 - 8. september 2005
At skifta motorolju á
bilinum skal vera ein
uppliving, segði sølu-
og marknaðarleiðarin
hjá A/S Dansk Shell í
sambandi við at ein
nýggj Shell Helix
motorolja er komin á
marknaðin
OLJA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Oljufelagið Shell er komið
á marknaðin við einari
nýggjari Helix motorolju. Í
hesum sambandi var sølu-
og marknaðarleiðarin hjá
A/S Dansk Shell, Joachim
Kappel, í Føroyum og helt
skeið fyri starvsfólkum hjá
Føroya Shell og teirra
kundum. Eisini vóru um-
boð fyri føroysku bilasølur-
nar boðin til kunnandi fund
um nýggju oljuna, sum
hevur verið á marknaðinum
í eina tíð.
Shell er heimsins fremsta
fyritøka innan motorolju-
teknilogi, og teir arbeiða
alla tíðina við at betra um
oljuna,
so
hvørt
sum
nýggju motorarnir verða alt
meira
framkomnir
og
krevja eina olju sum smyr
og reinsar væl, samstundis
sum hon er orkusparandi.
Hetta verður m.a. gjørt í
samstarvi við bilverksmiðj-
urnar og innan motor-
sportin sum t.d. vælkenda
samstarvið millum Shell og
Ferrari í Formel 1 koyring-
ini.
Samstarvið
kemur
kundunum til góðar, við tað
at oljan verður útviklað og
betrað alla tíðini, soleiðis at
hon verður alt meira hald-
góð, og munandi longri
verður millum oljuskiftini.
Á fundi við umboð fyri
bilasølurnar greiddi Joa-
chim Kappel frá um nýggju
Helix motoroljuna og um
týdningin av at skifta
motorolju til tíðina og at
ansa eftir at nokk av olju er
á motorinum. Hann segði
m.a. at allir motorar brúka
nakað av olju, tí er tað eitt
gott hugskot at kanna olj-
una við jøvnum millumbili
og fylla á, um tað er neyð-
ugt. Hann mælti eisini til, at
vit í Føroyum nýta full-
syntetiska motorolju, ser-
liga tí vit koyra ofta stuttar
túrar, og tí vit hava so
nógva vætu í luftini. Shell
Helix Ultra er fullsyntetisk.
Nýggja Shell Heli x
motoroljan er eitt tøkniligt
gjøgnumbrot. Tað nýggja
og slóðbrótandi við hesi
oljuni er, at hon
• hevur nýggj íblandingar-
evni (additiv) sum hava
reinsandi
ávirkan
á
motorin
• hon innibyrgir skaðiligt
tilfar/skitt, soleiðis at
motorurin verður longri
reinur (dispergering)
• hevur góðan súrevnis-
stabilitet, soleiðis at oljan
heldur longri
• varðveitir
tjúkkleikan
betur (viskositetin)
Sambært Shell so kunnu
teir dokumentera, at nýggja
Helix oljan lýkur øll tey
strongu krøv, sum bilfram-
leiðararnir seta til hald-
góðsku, orkusparing og
umhvørvisvernd.
Oljan
reinsar, smyr, verjir, kølir
og tettur motorin heilt opti-
malt. Eisini gevur oljan
eina javnari motorgongd,
samstundis sum motorurin
startar betur kaldur.
Shell við nýggjari motorolju
Passa betur upp á bilin
enn seg sjálvan
Á fundi við bilasølurnar kom sølu- og
marknaðarleiðarin hjá Dansk Shell við eini nýggjari
Gallup-kanning sum vísir at:
75 prosent av donsku bileigarunum kanna motorolju alt
ov sjáldan
25 prosent kanna ongantíð motoroljuna
40 prosent av donsku bileigarunum halda, at tað er ringt
at velja røttu motoroljuna, og heili 54 prosent av
kvinnunum halda tað sama
42 prosent av donsku bileigarunum ásanna, at teir áttu at
kanna motoroljuna, men gera tað ikki
Meira enn 25 prosent av bileigarunum eru bangnir fyri at
ikki nokk av olju er á motorinum
21 prosent av mannligu bileigarunum passa betur upp á
bilin hjá sær enn seg sjálvan. Sama er aldandi fyri 10
prosent av kvinnunum.
At skifta motorolju á bilinum
skal vera ein uppliving, segði
sølu- og marknaðarleiðarin
hjá A/S Dansk Shell, Joachim
Kappel, í sambandi við at
nýggja Shell Helix
motoroljan er komin á
marknaðin
Hildigunn Láberg frá Føroya Shell er her við fullsyntetisku oljuni, Shell Helix Ultra