fríggjadagur 9. september 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 171 - 9. september 2005
Við tiltøkum í Havn
og á Sandi fer hetta
kenda fótbóltsfelagið
at hátíðarhalda 35
ára dagin
JUBILEUM
Snorri Brend
Sandur: Hetta hátíðarhald-
ið verður gjørt við tiltøkum
bæði heima á Sandi og í
Havnini.
Endamálið
er
sjálvandi at savna inn pen-
ing, men eisini fyri at vísa á,
at hóast tey vóru fáment á
Sandoynni fyri 35 árum
síðani, so megnaðu tey
kortini at savna seg saman
um eitt fótbóltslið, sum fólk
skjótt fingu virðing fyri.
Í samband við dagin er
serstakt B71-tiltak á torg-
inum í SMS, har mangt og
hvat er á skránni.
Millum tey mongu til-
tøkini á torginum er ein
framsýning av gomlum
myndum, eins og høvið
verður at síggja gamlar
video-upptøkur.
Leygardagin verður eis-
ini eitt serstakt høvi at ogna
sær okkurt listarverkið. Tá
verður nevniliga eitt upp-
boð, sum tingmaðurin Tor-
bjørn Jacobsen fer at skipa
fyri.
Heima á Sandi skal hesin
dagurin eisini markerast,
og seinnapartin í morgin
verður ein forvitnisligur
dystur leiktur millum tað
liðið sum gjørdist FM-
vinnari í 1989 og 2. deild-
arliðið, sum nú roynir sítt
ítarsta at koma upp aftur í
bestu mansdeildina.
Tað ljóðar kanska eitt
sindur øvugt, at eitt felag
sum í navninum sigur seg
hava 34 ár á baki, kann há-
tíðarhalda 35 ára dagin.
Veruleikin er tann, at
felagið varð stovnað 1.
januar 1970 og æt tá snøgt
sagt Sand. Men tá Megin-
skúlin á Sandi kom varð alt
virksemið líkasum savnað
á hesum staði, og tí fekk
felagið árið eftir sítt núver-
andi navn B71, sum eisini
liggur væl á tunguni.
Týsdagin var ikki
nógv fiskaarbeiði hjá
Sandoy Seafood á
Sandi. Bert 12 fólk
vóru til arbeiðis, men
onkutíð eru tey
munandi fleiri – heili
40 í tali
FISKIVINNA
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Sandur: Tað er sera friðar-
ligt á havnalagnum henda
morgunin.
Nakrir menn standa og
práta, og frammanfyri virk-
ið liggur ein einstakur út-
róðrarbátur. Ein maður er
júst farin í land hagani,
men einki sæst kortini til
nakran fisk.
Aðrastaðni í havnalag-
num eru fleiri tóm báta-
pláss, helst tí at menn eru
farnir eftir havhestaungum.
Inni á virkinum hjá Sand-
oy Seafood hoyrist ikki eitt
ljóð. Her eru so ongar
maskinur í gongd, men
hurðin er opin innar á virk-
ið.
Her inni síggjast nøkur
fólk vera til arbeiðis henda
morgunin. Eini 12 í tali,
teirra millum formaðurin,
Harry Hentze.
- Hetta er ikki tað mesta
av arbeiðsfólki. Vit kunnu
onkutíð verða heilt upp
ímóti teimum 40, sigur
hann.
Bjóða uppá fiskin
Týsmorgunin í hesi vikuni
vóru tey 12 fólkini á virk-
inum í ferð við at flekja
smáan upsa.
Hetta var fiskur, tey
høvdu fingið frá Colum-
busi, Nornagesti og Eystur-
búgvanum, sum allir høvdu
lagt veiðuna upp her seinast
í farnu viku.
- Í løtuni er ikki tað
nógva arbeiðið. Vit arbeiða
henda dagin aftrat og so út
á fyrrapartin í morgin. Tá
man hetta verða liðugt, sig-
ur hann.
Teir bjóða uppá fiskin
umvegis
uppboðssøluna
eins og onnur virki. Men
fáa eisini fisk frá útróðrar-
bátum.
- Um vit hava nakran
møguleika mótvegis øðrum
virkjum?! Jú, tað hevur
gingið higartil.
- Og tað rokni eg bara
við, at tað kemur at gera
eisini í framtíðini, sigur
Harry Hentze.
Tons vanta
Sandoy Seafood stendur nú
yvir fyri nýggjum avbjóð-
ingum, nú tveir av stuðlum
teirra – trolararnir Columb-
us og Nornagestur – eru
seldir av oynni.
Sambært upplýsingum,
sum
áður
hava
verið
frammi, so landaðu teir í
fjør eini 3.500 tons til
virkið á Sandi.
- Tað kemur sjálvandi at
merkjast her, um vit ikki
fáa fatur á hesum tonsunum
aðrastaðni frá, sigur Harry.
Sjálvur veit hann ikki um
nakrar ætlanir at útvega
aðrar bátar til bygdina.
- Men vit koma so bara at
bjóða uppá hvønn einasta
stert, eisini í tíðini fram-
yvir, sigur hann.
Bjóða framvegis upp á
hvønn einasta stert
35 ár við B71
Týsdagin arbeiddu tey
smáan upsa á Sandi. Henda
dagin vóru tey bert 12 til
arbeiðis
Sandoy Seafood hevur fingið nógvan fisk frá tveimum av trolarunum, sum nú eru farnir av
bygdini. Nú mugu tey mest dúva uppá uppboðssølu og útróðrarfisk