Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 9. september 2005 5 Hóast greið tekin eru um, at føroyski bú- skapurin er í aftur- gongd, vaks sølan av nýggjum persón- bilum við heili 25 prosentum fyrstu sjey mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Bilasølurnar høvdu ikki roknað við so stórari sølu, men tær ivast í, um vøksturin heldur sær restina av árinum BILASØLA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sølan av persónbilum vaks fyrstu sjey mánaðirnar í ár við 25 prosentum saman- borið við í fjør. 187 fleiri persónbilar vórðu seldir frá januar til august í ár, og tað kom eitt sindur óvæntað. – Sølan hevur verið størri, enn vit høvdu roknað við frammanundan, men eg rokni ikki við, at vøksturin heldur sær restina av árinum. Nýggjastu tølini geva ábendingar um, at sølan minkar, sigur Finn- bogi Arge, stjóri hjá P/F Meinhardt Arge. Reyni Service hevur í nógv ár verið millum størstu bilasølurnar í land- inum, og tað verða fram- vegis seldir Toyota-bilar í hópatali. – Tað er sera hørð kapp- ing millum bilasølurnar, og tað hevur við sær, at til- boðini eru nógv og góð. Eg ivisti tó eitt sindur í, um sølan verður tann sama restina av árinum, sum hon hevur verið higartil, sigur Eivind av Reyni, stjóri á Reyni Service. Pílurin peikar uppeftir Bileftirlitið kunngjørdi í gjár nýggjasta yvirlitið yvir sølu av bilum í Føroyum, sum umfatar mánaðirnar frá januar til august í ár. Tølini verða síðani saman- líkna við tilsvarandi tøl í 2004. Sølan av øllum sløgum av bilum – uttan persón- bilum – stendur í stað ella gongur aftur. Sølan av vøruvognum stendur í stað, meðan sølan av lastbilum gongur aftur við 27 pros- entum. Frá januar til august í ár vórðu seldir 944 persónbil- ar, og tað eru 187 fleiri bil- ar enn somu tíð í fjør, tá ið talið var 757. Vøksturin er sløk 25 prosent. Bileftirlitið hevur gjørt ein framskriving av tølun- um, og sambært henni verða tað skrásett 1650 nýggj akfør í ár. Í fjør var talið 1534, so Bileftirlitið roknar við, at framgongdin í bilasøluni kann verða 7,5 prosent í ár samanborið við í fjør. Fólk raðfesta bilar Hóast búskapurin í Føroy- um hevur verið fyri aftur- gongd í nøkur ár, og greið tekin eru um, at støðan ikki er eins góð, og hon var fyri fimm árum síðani, hava fólk framvegis mót upp á at keypa sær ein nýggjan bil. – Eg haldi, at fólk rað- festa bilin høgt í húsarhald- inum. Tey vilja hava ein góðan og nýggjan bil at koyra í, og tey hugsa eisini um, at nýggju bilarnir eru tryggari enn teir gomlu, sigur Eivind av Reyni, stjóri á Reyni Service. – Búskaparstøðan í land- inum er kanska ikki tann sama, sum hon var fyri nøkrum árum síðani, men flestu fólk í miðstaðarøkin- um hava framvegis eina góða og trygga inntøku, og tey kunnu tí hava ein nýggj- an bil, sigur hann. Bilasølurnar sera virknar Finnbogi Arge viðurkennir, at bilasølurnar hava selt fleiri bilar í ár, enn hann hevði roknað við, at tær fóru at gera. – Kappingin millum bila- sølurnar er sera hørð, og bilasølurnar vóru í fyrru helvt av hesum árinum óvanliga virknar við tiltøk- um og tilboðum. Tað er týð- andi orsøk til, at tað eru seldir fleiri bilar í ár. Tá ið tilboðini eru so góð, kann tað skapa eina sølu á marknaðinum, sum annars ikki hevði verið, sigur hann. – Nú hevur verið vøkstur í søluni í ár, men tey bæði árini frammanundan hesum vóru tvey ár við afturgongd, og tí er tað kanska ein útjavning, sum fer fram. Nú hava fólk tikið av teimum óvanliga góðu tilboðunum, sum hava verið á marknað- inum, og fíggingin er eisini sera góð við lágari rentu. Tað eru sera nógvir brúktir bilar á marknaðin- um í løtuni, men Finnbogi Arge heldur, at tað gongur hampuilga væl at selja teir eisini. Sølan fer at minka aftur Bæði stjórin hjá P/F Mein- hardt Arge og Reyni Ser- vice siga seg ivast í, um vøksturin í bilasøluni fer at halda sær alt árið. – Árið hevur verið út- merkað higartil, men eg rokni ikki við, at tað verða skrásett 1650 nýggj akfør í ár, sum Bileftirlitið hevur roknað seg fram til. Sølan verður minni restina av árinum, og tí rokni eg við, at talið verður nakað lægri, tá ið árið er av, sigur Finnbogi Arge. Eivind av Reyni hevur somu fatan av bilasøluni. – Tað er sera trupult at meta um bilasøluna, men eg stúri fyri, at sølan fer at minka restina av árinum. Vøksturin, sum var fram til august mánað, fer neyvan at halda sær alt árið, sigur Eivind av Reyni. Sølan eigur at vera størri Í góðu tíðunum í 1980'unum vóru seldir 2.000 og fleiri bilar á hvørj- um ári, og tá ið sølan var tann mesta, komið talið upp á 2700 bilar. Hinvegin kann sølan verða ein heilt onnur í ringum tíðum, og sølan kom heilt niður á hálvtann- að hundrað bilar í 1994. – Bilasølan kann variera øgiligt, men eg haldi ikki, at sølan er so stór í ár, sum hon skuldi verið, um alt varð, sum tað skuldi verða. Tá ið vit hugsa um, hvussu nógv fólk búgva í Føroy- um, so vildi eg mett, at tað skuldi verið seldir einir 1800 bilar um árið í Før- oyum, sigur Finnbogi Arge. – Bileftirlitið roknar við, at tað verða seldir 1.650 nýggir bilar í ár, men skuldi hetta talið komið at passa, so er tað ikki óvanliga høgt, heldur hann. Sølan av persónbilum veksur Skrásetingin av nýggjum akførum í Føroyum er vaksin fyrstu sjey mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør Higartil í ár eru 1204 nýggj akfør skrásett, og tað eru 150 fleiri enn somu tíð í fjør. Vøksturin stavar serliga frá persónbilasøluni, tí 187 fleiri persónbilar eru skrásettir fyrstu sjey mánað- irnar í ár enn somu tíð í fjør. Tað er ein vøkstur á sløk 25 prosent. Framskriving hjá Bileftirlitinum vísir, at vøksturin í skrásetingini av nýggjum akførum kann gerast 7,5 prosent hægri í ár, enn hon var í 2004. FAKTA Sølan av persónbilum vaks við einum fjórðingi fyrstu sjey mánaðirnar í ár samanborið við í fjør. Bilasølurnar fegnast um góðu søluna, men tær rokna ikki við at keypshugurin fer at halda alt árið – Kappingin millum bilasølurnar er sera hørð, og bilasølurnar vóru í fyrru helvt av hesum árinum óvanliga virknar viað tiltøkum og tilboðum. Tað er týðandi orsøk til, at tað eru seldir fleiri bilar í ár, sigur Finnbogi Arge, stjóri hjá P/F Meinhardt Arge – Eg haldi, at fólk raðfesta bilin høgt í húsarhald- inum. Tey vilja hava ein góðan og nýggjan bil at koyra í, og tey hugsa eisini um, at nýggju bilarnir eru tryggari enn teir gomlu, sigur Eivind av Reyni, stjóri á Reyni Service