Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 171 - 9. september 2005 Tey krøv, sum Samferðslubólkurin í Suðuroy setir til nýggja Smyril, eru burtur úr vón og viti, sigur Hendrik Old, tingmaður fyri Suðuroy NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Prísurin fyri at flyta farm ímillum Suðuroynna og Havnina, eigur at verða lækkaður. Tað sigur Hendrik Old, løgtingsmaður og limur í samgonguni. Hann sigur, at samgong- an hevur leingi tosað um at lækka prísin at flyta farm við Smyrli ímillum Havn- ina og Suðuroynna, so at hann verður ájavnt tað, sum tað kostar at flyta farm um Leirvíksfjørð. Nú nýggi Smyril kemur, hevur samgongan ikki tos- að so nógv um ferðaætlan- ina. – Vit hava heldur viðgjørt spurningin um kappingarf- ørið hjá vinnulívinum í Suðuroy og í tí sambandi hava vit umrøtt spurningin um at lækka farmagjaldið. Hann sigur eisini, at sum heild er samgongan samd um, eitt tað fyrsta punktið at taka upp í sambandi við nýggja Smyril eigur at vera at lækka flutningsgjaldið ímillum Suðuroynna og Havnina og hann. – Verður nøgdin á farmi óbroytt, fer tað at kosta landinum 2-4 milliónir um árið, men vit eru samd um, at hetta hevur størsta týdn- ing fyri vinnulívið í Suð- uroy beint nú. Men økist nøgdin á farmi, kostar tað minni, men vit halda, at vit eiga at sterma eftir at finna fígging til tað fyrst og fremst. Hendrik Old sigur, at hetta snýr seg ikki bara um møguleikan fyri at flyta fisk og farm til Suðuroyar. – Hetta snýr seg eisini um at bøta um møgukeikan hjá vinnurekandi í Suðuroy at bjóða seg fram til arbeiði allastaðni í landinum. Men í løtuni er flutningurin av maskinum og stórum bilum so dýrur, at tað skerjir kappingarførið hjá virkjum og fyritøkum í Suðuroy at arbeiða norðanfyri. Heldur tú ikki at tað hevur týdning at Smyril økir túratalið ímillum Suðuroy og Havnina? – Eg eri greiður yvir, hvussu stóran týdning, tað hevur at økja túratalið. Men eg meti, at í fyrstu atløgu hevur tað størri týdning at farmaprísurin lækkar. Hendrik Old heldur ann- ars ikki, at tað er rætt at leggja skip og manning undir trýst beinanvegin skipið kemur, nú uppundir vetur. – Lat okkum fáa veturin afturum, so at manningin fær vant seg við skipið, uttan at liggja undir trýstið, so kunnu vit taka spurning- in um ferðaætlanina upp- aftur seinni. Tað er ongin vanlukka um hann siglur eftir galdandi ferðaætlan eina tíð afturat. Hendrik Old heldur at sum frálíður er tað sjálv- sagt, at møguleikarnir fyri at økja túratalið verða kannaðir. Serliga heldur hann at tað er brúk fyri at økjatúratalið um viku- skiftið. – Tað nyttar heldur ikki at fornokta tað, tí tað er eisini ein fíggjarligur spurningur, serliga nú hækkingin í olju- prísinum ger skipið væl dýrari í rakstri, enn upp- runaliga mett. Burtur úr vón og viti Annars heldur Hendrik Old, at tey krøv, sum Sam- ferðslubólkurin í Suðuroy setir til nýggja Smyril, eru burtur úr vón og viti. Hann sipar serliga til kravið um at nýggi Smyril skal sigla hvønn dag í vikuni úr Suðuroy klokkan seks á morgni. Morguntúrurin er høvuð- stúrurin hjá Suðuroynni og í løtuni siglur hann allar- flestu dagar klokkan sjey á morgni og tað er heilt burt- urvið at framskunda hann til klokkan seks. Tað er heilt burturvið, tí tá skulu fólk í summum bygdum upp klokkan 4.30 á morgni. Afturfyri eru tey so í Havn klokkan 7.40 á morgni, men tá er onki opið og skulu tey ganga og bíða til hálvanannan-tveir tímar, tí onki letur upp, fyrrenn klokkan 9 í fyrsta lagi. Hendrik Old heldur, at tað eigur enntá at verða umhugsað, at flyta tann fyrsta túrin á morgni frá klokkan sjey til klokkan 7.30. Suðuroyartingmenn eiga at krevja, at nýggi Smyril fer at sigla fleiri túrar enn Smyril nú ger, sigur ein av tingmonnun- um fyri Suðuroy, Johan Dahl SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað eigur at verða eitt krav, at túratalið ímillum Suður- oynna og Havnina verður økt, nú nýggi Smyril kem- ur. Tað sigur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Suður- oynna og limur í samgong- uni. – Smyril er bygdur fyri at gera umstøðurnar betri fyri flutningi ímillum Suðuroy og Havnina. Og so haldi eg eisini, at hann skal brúkast til tað. Johan Dahl sigur, at tað, sum hevur størstan týdning, er at fleiri túrar verða ímill- um og tí verður samgonga noydd til at kanna eftir, hvussu Smyril kann sigla tríggjar ferðir ímillum um dagin. – Um hann ikki siglur tríggjar ferðir hvønn dag, so eigur hann at gera tað tríggjar dagar um vikuna. Hann vísir á, at um Leir- víksfjørð verður siglt alla tíðina. – Vit eiga at veita Suður- oynni somu tænastur, ikki bara fyri at gera tað lættari hjá suðuroyingum at sleppa norðureftir, men eisini so at tað verður lættari hjá fólki og tænastuveitarum norð- anfjørðs at koma til Suður- oyrar. Hann sigur, at tí eigur samgongan at finna fígg- ingina, so at hann kann sigla ein túr afturat nakrar dagar um vikuna. – Tað sigur seg sjálvt, at tað kostar pening at fáa Suðuroy á føtur aftur og tað mugu vit so taka við. – Vit hava brúkt hundrað- tals milliónir fyri at gera umstøðurnar hjá vágafólki og norðoyingum betri og tí mugu vit eisini geva suð- uroyingum betri sømdir. Vit hava lyft fleiri onnur øki í landinum fram á leið og tað mugu vit eisini gera við Suðuroynna. Kostar tað átta milliónir, so lat tað kosta átta milliónir, sigur Johan Dahl. – Tað einasta, vit biðja um, er at fáa ein túr afturat um dagin so at vit hava tríggjar, og tað er lítið afturímóti tí, sum onnur øki í landinum hava, leggur hann afturat. Hálvur prísur til vinnuna í Suðuroy Eitt krav at Smyril skal sigla fleiri túrar – Heldur enn fleiri túrar beinanvegin, hevur tað nógv størri týdning at lækka farmagjøldini sigur Hendrik Old, samgongu- tingmaður úr javnaðarflokkinum fyri Suðuroynna – Tað einasta, vit biðja um, er ein túr afturat um dagin og tað má vera eitt krav til samgonguna, sigur Johan Dahl samgongu- tingmaður úr sambandsflokkinum fyri Suðuroynni Norðurlendsk jazzkapping í Havn TÓNLEIKUR Kappingin Young Nordic Jazz Comets er tann árliga kappingin fyri bestu jazzbólkar í Norð- urlondum, har limirnir í bólkinum eru undir 26 ár. YNJC hevur seinastu seks árini verið uppá skift í øllum teim norð- urlendsku høvuðstøð- unum, og verður kapp- ingin í ár í Norðurlanda- húsinum í Tórshavn, leygardagin 10 sept. kl. 13.00. Kappingin er skipað soleiðis, at hvør bólkur spælir í 25 min, og síðan meta tríggir dómarar um hvør framførslu var best. Vinningurin er ein turné í Norðurlondum. Luttakandi bólkarnir eru: Stryknin, Ísland JazzKamikaze, Danmark Listen, Noreg Ben-Jammin, Føroyar Sound of the Millenium, Svøríki Reactor-5, Finland Jazzvanten, Áland Tey størri londini hava í farna árinum havt inn- leiðandi umfør, har loka- li vinnarin so umboðar landið á konsertini í Norðurlandahúsinum. Tey smærru londini velja ofta út bólkar at umboða seg, og soleiðis hevur eisini verið við tí føroysku luttøkuni. Undanfarnu árini hava føroyskir bólkar verið við á hvørjari finalu. Av tónleikarum sum hava luttikið fyri Før- oyar, kunnu nevnast Búi Dam, Heðin Z. David- sen, Brandur Jacobsen, Mikael Blak, Dánjal á Neystabø, og mangir aðrir. Føroyski bólkurin í ár, Ben-Jammin, er mann- aður við evnaríkum tón- leikarum: Tróndur Olsen - trompet Dávur Juul Magnuss- en - trombone Benjamin Petersen - guitar Jan Rúni Poulsen - trummur og ásláttur YNJC er tað besta, sum Norðurlond hava at bjóða innan jazz undir 26 ár, og støðið er sera høgt og víttfevnandi, - líka frá reinum jazzi til tað rokkuta. YNJC verður fyriskip- að av Jazzforbundunum hjá teimum størri lond- unum, saman við jazz- áhugafeløgum í teimum smærri londunum. Konsertin verður í: Norðurlandahúsinum leygardagin 10 sept., kl. 13.00. Ókeypis atgongd.