Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 9. september 2005 7 Býráðið oyðileggur okkara virksemi Herfyri setti Tórs- havnar Býráð full- komið parkerings- forboð í Fútalág og Stoffalág í eysturbýn- um, og hetta hevur millum annað køvt alt virksemi hjá tveimum vinnurek- andi í økinum PARKERINGSFORBOÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað hevur fingið øði í fleiri av teimum, sum búgva í ávíkavist Stoffalág og Fúta- lág, at býráðið herfyri setti fullkomið parkeringsfor- boð í økinum. Grundgev- ingin hjá býráðnum er, at økt bygging í økinum fer at hava økta ferðslu við sær, og tí er neyðugt, at betur pláss verður á vegunum. Kundar sleppa ikki framat Ein av teimum, sum bæði býr og arbeiðir í økinum, er djóralæknin Lars Mohr Nielsen. Hann sigur, at parkeringsforboðið uttan fyri klinikkina hjá honum hevur við sær, at hann missir kundar, og at hann líka so gott kann pakka saman. Við síðuna av klinikkini hjá Lars er ein nýggjur HVS-handil, og hjá teimum er støðan tann sama, tí kundarnir sleppa ikki at parkera uttan fyri handilin, og tá ið teir ikki sleppa framat, koma kundarnir ikki. Lars Mohr Nielsen greiðir frá, at býráðið fyri umleið einum ári síðani sendi eitt rundskriv til øll tey, sum búgva í økinum, har heitt varð á tey um at siga frá, um nakrar við- merkingar vóru til ætlanir- nar um parkeringsforboð. Grannarnir í Stoffalág gjørdu skjótt av og savn- aður inn undirskriftir, og undirtøkan var sera góð, sigur Lars Mohr Nielsen. Hildin fyri gjøldur Fólkini í Stoffalág hoyrdu tó ongantíð nakað aftur frá Tórshavnar Býráð, og einar níggju mánaðar eftir, at undirskriftirnar vóru latnar inn, vóru skeltini sett upp í Stoffalág. - Vit kenna okkum illa viðfarin og í veruleikanum hildnan fyri gjøldur. Tað tykist sum um, at rund- skrivið um viðmerkingar bert var nakað, ið man eig- ur at gera, og sum ikki hev- ur nakran týdning. Nú kann býráðið í hvussu so er siga, at rundskriv fór út, men tað bleiv ikki lurtað eftir okk- um, sigur Lars Mohr Niel- sen. Djóralæknin greiðir frá, at fólk framvegis parkera í Stoffalág, tí enn hevur løgreglan ikki verið á staðnum og skriva bøtur, men tann dagur kemur iva- leyst, og so kunnu tey vinnurekandi í økinum eins væl snara lykilin um, sigur Lars Mohr Nielsen. Vit royndu at fáa fatur á borgarstjóranum at gera viðmerkingar til málið, men hann var burtur- staddur. Postpakkar á alnetinum TÆNASTA tíðindaskriv Postverkið bjóðaði frá 5. september viðskiftarfólk- um sínum eina betri pakkatænastu. Talan er um at viðskiftarfólk nú á alnetinum kunnu fylgja við, nær og hvar teirra postpakkar verða av- greiddir frá tí, teir verða latnir inn á posthúsini, til teir verða útflýggjaðir móttakaranum. Frammanundan hevur tað á netinum borið til at fylgt við pakkum, sum verða sendir av landinum og koma frá útheiminum til Føroya. Nú er so eisini møguligt at fylgja innlendis pakkunum. Postverkið hevur gjørt eitt nýtt fylgiblað, sum samstundis er eyðmerkið fyri einstaka pakkan. Upplýsingar um pakkan finnast lætt á alnetinum við at fara inn á heima- síðuna hjá postverkinum www.postur.fo og síðan skriva pakkanummarið inn í teigin "Finn pakkan" og trýsta á "Leita". Fylgjandi skrásetingar frá pakkum kunnu lesast á heimasíðuni: - Innlatingardagur (dag- festing, klokkutíð og navn á sendiposthúsi) - Komudagur (dagfest- ing, klokkutíð og navn á móttøkuposthúsi) - Útflýggingardagur (dagfesting, klokkutíð og navn á flýggingarpost- húsi) Frá nýggja fylgiblaðn- um (fremsta blaðið á oyðubløðunum) fæst frá posthúsinum kvittan fyri at pakkin er latin inn. Á kvittanini sæst pakka- nummarið - eyðmerkið fyri pakkan.