Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 171 - 9. september 2005 Al-Qaeda tikið bý í Irak Bretska blaðið The Guardian vil vera við, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda hevur sett sær fyri at órógva fólkaat- kvøðuna í Irak í næsta mánað um eina nýggja grundlóg. Sum lið í hesum hevur al-Qaeda tikið valdið í býnum Qaim, sum er tætt við sýriska markið. Fólk, sum eru flýdd úr býnum, hava greitt frá, at teir nýggju valdsharrarnir hava sett strangar is- lamskar lógir í gildi í bý- num. Eitt nú eru allir tón- leikahandlar stongdir, og á summum húsum hanga stórar plakatir við orðun- um "Vælkomin til is- lamska kongadømið Qaim". Amerikonsk flogfør hava bumbað fleiri mál í og uttan fyri Qaim teir seinastu dagarnar, men fyribils er einki, sum bendir á, at tað hevur ávirkað støðuna í býnum, skrivar The Guardian. Amerikanskir talsmenn siga, at tað er ein bólkur hjá jordanska yvirgangs- manninum Abu Musab al-Zarqawi, sum hevur hersett býin. Amerikanska her- leiðslan í Irak hevur leingi ávarað um, at yvir- gangsmenn fara at royna at forkoma fólkaatkvøð- uni um grundlógina, og teir viðganga eisini, at ágangurin er vaksin teir seinastu dagarnar. Heldur Noreg og Sveis enn Turkaland Ein nýggj meiningakann- ing í Grikkalandi vísir, at grikkar vilja ikki hava Turkaland upp í Euvropasamveldið. Har- afturímóti vilja teir fegn- ir hava Noreg og Sveits uppí. Úrslitið av kanningini vísir, at 70 prosent av teimum spurdu grikkun- um eru ímóti, at turkar gerast ES-borgarar, og bara 26 prosent taka undir við, at grannarnir fyri eystan sleppa uppí. Samstundis siga 70 pro- sent, at tey vilja fegin hava fleiri lond upp í ES, og ovast á listanum standa Noreg og Sveis. Grikska stjórnin er fyri turkiskum ES-limaskapi, men fleiri av hinum ES- londunum ivast. Tað gera borgararnir eisini. Tann seinasta kanningin vísti, at 52 prosent av ES-borg- arunum eru ímóti turkiskum limaskapi, og at bara 25 prosent halda tað vera í lagi, at turkar sleppa uppí. Heimsins elsti bátur Fornfrøðingar í Suður- korea hava funnið leivd- irnar av einum báti, sum teir halda vera tann elsta bátin, sum higartil er funnin. Báturin er gjørd- ur úr einum holaðum viðabuli, og fornfrøð- ingarnir halda, at hann er umleið 8.000 ára gamal. Ein talsmaður hjá suð- urkoreanska tjóðminna- savninum segði í gjár, at báturin varð funnin í bygdini Bibong-ri, sum er einar 360 kilometrar í landssynning úr høvuðs- staðnum Seoul. Bibong- ri er einar fimm kilo- metrar frá sjónum, men serfrøðingar siga, at fyri 8.000 árum síðani var bygdin úti við sjógvin. Teir suðurkoreonsku fornfrøðingarnir halda, at tann gamli báturin man hava verið einar átta met- rar langur, og at menn helst hava brúkt hann til útróður. Kanningarnar vísa, at teir gomlu brúktu hvassar steinar til at hola viðabulin, men at teir eisini hava brent innan úr trænum. Biður Noreg um hjálp ES hevur nú biðið Noreg og onnur oljuframleið- andi lond um hjálp fyri at fáa oljuprísin at lækka aftur. Í fyrsta umfari vil ES- nevndin hava neyvar upplýsingar um, hvussu nógv olja veruliga kemur á heimsmarknaðin, tí sum nú er er tað trupult at fáa greiði á, hvussu stór hendan nøgdin er, og hvussu nógv olja er á goymslu. Tað ger, at eingin veit við vissu, hvussu tað í veruleikan- um stendur til á markn- aðinum, og tað ávirkar oljuprísin, sigur ES- nevndin. Norski oljumálaráð- harrin, Thorhild Widvey, sigur seg vera væl nøgda við fyrispurningin úr Bruxelles. Hon heldur tað vera eina staðfesting av, at Noreg hevur ein týðandi leiklut í tí evope- iska orkupolitikkinum, og hon fer alt fyri eitt at gera sítt til at útvega tær upplýsingar, sum ES hevur biðið um, sigur hon. UTTAN ÚR HEIMI Ukrainski forsetin hevði sum sítt fremsta mál at gera enda á sviki og mutri í almennu umsiting- ini, men nú verða fleiri av hansara næstu medarbeiðar- um lagdir undir svik UKRAINA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tá Viktor Jusjtsjenko gjørdist forsetin í Ukraina, var tað við góðum stuðuli frá Oleksandr Zintsjenko, sum var ein av høvuðs- monnunum aftan fyri koll- veltingina ímóti stýrinum hjá gamla einaræðisharr- anum Leonid Kutsjma. Síðani hevur Zimtsjenko verið leiðari fyri umsiting- ini hjá forsetanum, men týsdagin kunngjørdi hann, at hann hevði gjørt av at fara úr starvinum. Á einum tíðindafundi greiddi hann frá, at fleiri av teimum næstu medarbeið- arunum hjá forsetanum eru "til sølu". Hann nevndi nakrar við navni, eitt nú ovastan í tjóðskaparliga trygdarráðnum, Petro Poro- sjenko, forsetaráðgevan Olaksandr Tretjakov og Mykola Martynenko, sum er formaður í tingbólkinum hjá flokki forsetans. - Teir eru allir til sølu, og tekur forsetin ikki málið í álvara og gevur teimum sekkin alt fyri eitt, var kollveltingin til fánýtis, segði Zimtsjenko. Fyrrverandi umsitingar- leiðarin hjá Jusjtsjenko vil vera við, at teir tríggir eru í ferð við at taka stjórnina av ræði, og at teir hava lagt ætlanina soleiðis til rættis, at forsetin fær einki at vita. Sambært Reuters hevði Jusjtsjenko fund við Juliju Timosjenko, forsætisráð- harra í gjár, har tey bæði skuldu royna at loysa kreppuna. Men skuldsetingin um svik og mutur er ikki tann einasti trupulleikin, sum Jusjtsjenko hevur at dragast við. Hann er í øðini um, at tjóðartingið ætlar at broyta grundlógina, so tað verður tingið, sum skal tilnevna stjórnina og ikki forsetin sum nú. Jusjtsjenko hevur hótt við at leggja málið fyri eina fólkaatkvøðu, og í løtuni er dómsvaldið í ferð við at kanna, um tað ber til. Stór brasilsk herlið hava eftir øllum at døma forðað teimum, sum vóru í ferð við at oyðileggja brasilska frumskógin UMHVØRVI Árni Joensen fartekst@mail.dk Brasilski umhvørvismála- ráðharrin, Marina Silva, var í góðum hýri fyrradagin, tá hon almannakunngjørdi eina frágreiðing, sum vísir, at regnskógurin í Ama- zonas-økinum og aðra- staðni í Brasil minkar ikki so skjótt nú sum fyrr. Í frágreiðingini stendur, at teir seinastu ellivu mán- aðarnar er skóghøggingin minkað heili 52 prosent í Amazonas-økinum, og at gongdin er tann sama í øll- um teimum sjey landspørt- unum, har frumskógur er. Men tað er eisini í tøkum tíma, tí tey seinastu 30 árini er eitt frumskógarøki, sum er til støddar sum Frakland, horvið. Í februar í ár varð ameri- kanski trúboðarin Dorothy Stang myrd í frumskógin- um við Amazonas. Tað fekk brasilsku stjórnina at senda stór herlið til økið, og tað er eftir øllum at døma hetta, sum hevur gjørt, at frumskógurin fær betri frið nú. Samstundis hava myndugleikarnir hert revsingina fyri ólógliga skógarvinnu, og fleiri partar av frumskóginum eru lýst sum friðað øki. Frumskógurin í Amazonas minkar ikki so skjótt longur Jusjtsjenko í trupulleikum Sambært Oleksandr Zintsjenko eru svik og mutur næstan líka vanlig í Ukraina í dag sum undir gamla einaræðisstýrinum Mynd: Reuters