fríggjadagur 9. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 9. september 2005
9
Dugir ikki at
meta um
JFK-keypið
VESTURVÓN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Anfinn Olsen sigur
seg ikki duga at sam-
anbera keypið, sum
Framherji hevur gjørt
við at keypa 60% av
partabrøvunum í P/F
Vesturvón og keypið,
sum Hanus Hansen,
stjóri og reiðari og
Norðoya
Sparikassi
gjørdu, tá ið partarnir
keyptu nógv umrøddu
partabrøvini í JFK-
Troli.
- Nei, eg dugi slett
ikki at samanbera hesi
keyp, hóast vinnan í
stórum er hin sama, tí
eg kenni ikki láns-
viðurskifti og annað í
fyritøkuni, JFK-Troli,
sigur hann.
Lítið tosað
Spurdur, hvussu keyp-
ið av P/F Vesturvón í
veruleikanum kom í
lag, sigur Anfinn, at
tað var Kaupthing,
sum bjóaði Framherja
at keypa partabrøvini.
- Eg kenni ikki mál-
ið í smálutum, men
sum eg havi skilt,
ætlaði Kaupthing at
"formidla" ein handil.
- Antin hevur Kaup-
thing sæð eitt hugskot
í hesum – ella eru tað
partaeigarar, sum hava
vent sær til Kaupthing,
heldur Anfinn Olsen,
sum sigur seg ikki
hava
viljað
spurt,
hvussu landið í hesum
førinum liggur.
Stjórin og reiðarin
sigur, at Framherji
hevur tosað lítið við
seljararnar í hesum
máli.
- Vit skulu liva av tí
sum skipini geva – og
ikki av tí, sum virkini
geva, sigur Anfinn
Olsen, stjóri í Fram-
herja
ÍSFISKASKIPINI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Uppi í keypinum hjá Fram-
herja á Toftum av teimum
60% av partabrøvunum í
P/F Vesturvón, eru eisini
teir fýra ísfiskatrolararnir,
fyrrverandi Stjørnan og
Polarhav og fyrrverandi
Topas og Sardis.
Anfinn Olsen, stjóri í
Framherja, sigur, at felagið
enn ikki hevur gjørt sær
nakrar tankar um, hvussu
verður við hesum skipun-
um – annað enn tað, at tey
eru í tí vinnu, tey eru.
Spurdur, um Framherji
møguliga fer at selja hesi
skipini, sigur stjórin:
- Nei, tað vænti eg ikki –
og ikki í fyrstu syfti í
hvussu er.
Eingin fiskafram-
leiðsla
Hann væntar heldur ikki, at
skipini fara at landa til
nakað ávíst fiskavirki, og
hann leggur dent á, at
Framherji ongar ætlanir
hevur um at fara undir
fiskaframleiðslu á landi.
- Nú veit eg ikki, um ís-
fiskaskipini hava verið
partur av grundarlagnum
undir nøkrum ávísum virki
– ella nøkrum ávísum øki í
landinum. Um so er – og
hetta byggir á marknaðar-
treytir, kann saktans vera,
at tað "tilknýti" fer at halda
fram, sigur Anfinn.
Marknaðartreytir
Hann vísir á, at tey sjálv-
sagt fara at leggja seg eftir
at fáa best møguligan prís
fyri veiðina, og hann vænt-
ar, at veiðan hjá skipunum
sum heild verður seld á
uppboðssølu.
- Sum felag, ið rekur
skip, skulu vit liva av tí,
sum skipini geva – og ikki
av tí, sum virkini geva,
sigur Anfinn Olsen, stjóri.
- Vit hava eina ábyrgd
yvirfyri manningini,
sum var við Akra-
bergi, men vit kenna
eisini eina ábyrgd
yvirfyri teimum
monnum, sum hava
sítt livibreyð umborð
á Vesturvón, sigur
Anfinn Olsen, reiðari
VESTURVÓN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Reiðarin og stjórin í P/F
Framherja, Anfinn Olsen,
dugir í løtuni ikki siga,
hvør fer at manna flakatrol-
aran, Vesturvón, nú felagið
á Toftum hevur keypt 60%
av partapeninginum í P/F
Vesturvón.
- Vit hava júst selt Akra-
berg, og nakrir og tjúgu av
manningini, sum vóru við
Akrabergi, eru nú umborð á
Sundabergi, sum Framherji
hevur leigað frá JFK-Troli í
Klaksvík.
Sundaberg í Barentshav-
inum og fiskar av kvotu,
sum Akraberg hevði eftir
har eysturi, og Vesturvón er
á svartkalvaveiði í Eystur-
grønlandi.
Kensluborið
- Tað er sjálvsagt ein kenslu-
borin spurningur, hvør fer at
manna flakatrolaran, Vest-
urvón. Vit hava eina ábyrgd
yvirfyri teimum monnum,
sum vóru við Akrabergi,
samstundis sum Framherji
eisini kennir eina ábyrgd
yvirfyri teimum, sum eru
við Vesturvón í dag og hava
havt sítt livibreyð umborð á
hesum skipi.
Anfinn sigur, at hetta er
ein spurningur, sum felagið
noyðist at taka støðu til í
næstum.
- Men hetta verður ikki
nakar lættur spurningur at
greiða, leggur hann aftrat.
Neyvan longt
Leigumálið millum Fram-
herja og JFK-Trol byrjaði
seinast í juli og varar til
endan av oktober.
- Eg vænti ikki, at leigu-
málið verður longt, men
hetta fara eg og Hanus
Hansen at tosa saman um,
sigur reiðarin og stjórin í
Framherja, Anfinn Olsen,
at enda.
Manningin umborð á
Sundabergi telir einar 35
mans, harav nakrir og tjúgu
eru menn, sum hava verið
við Akrabergi.
Eitt er manningarviður-
skiftini; eitt annað er navn-
ið.
Óhugsandi er ikki, at
Vesturvón sum frálíður
skiftir navn, og tá er nær-
liggjandi at hugsa sær, at
navnið, Akraberg, kemur at
standa á skipssiðuni.
Ein kensluborin spurningur,
hvør skal manna Vesturvón
Framherji:
Ongar ætlanir um at selja ísfiskatrolararnar
- Vit fara sjálvsagt at leggja
okkum eftir at fáa best
møguligan prís fyri veiðina
hjá ísfiskaskipunum, sigur
Anfinn Olsen
Reiðarin og stjórin í Framherja,
sum nú eigur meirilutan av
partapeninginum í
flakatrolaranum, Vesturvón,
heldur, at spurningurin um
manningarviðurskiftini er
kensluborin
Mynd: Vilmund Jacobsen