fríggjadagur 9. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 171 - 9. september 2005
Sum lýst í Vinnusíðunum mikudagin, so eru lønarút-
gjaldingarnar innan tað almenna hækkaðar sera nógv
seinastu árini.
Blokkstuðulin úr Danmark hvevur gjørt, at vit hava
kunnað havt eitt hægri vælferðarstøði og eina størri
almenna umsiting, enn føroyska framleiðslan rættvís-
gerð. Føroyska framleiðslan per høvd er á leið sum
Skotland, so Føroyar kundi snilt sæð út sum t.d. Orkn-
oyggjarnar, um samfelagið var øðrvísi innrættað - ikki
ein penur tanki.
Nú vil ein ávísur skúli av búskaparfrøðingum fortelja, at
grundin til at føroyski almenni sektorurin er so stórur er,
at tað er tað, ið verður eftirspurt, og um hesi fólk ikki
arbeiddu innan tað almenna, so gjørdu tey okkurt annað
- teoretiskt sæð tað næstbesta, sæð frá sjónarhorninum
hjá tí einstaka. Eitt er teori, og eitt annað er praksis. Eitt
er eitt stórt land, har flestu fólk einki pass hava og
ongantíð fara út um landoddarnar, sum t.d. USA, har
arbeiðsmegin er at kalla konstant, og eitt eru Føroyar,
har øll eru sera mobil, og har ein uppsagdur føroyskur
fulltrúi kann spasera beinleiðis inn í eitt starv í Hvidovre
Kommunes Social og Sundhedsforvatning. Søguliga
síggja vit eisini, at tann búskaparliga tilpassingin, ið
hendir í Føroyum, er ikki, at man í einari arbeiðs-
loysisstøðu fer at uppfinna allar møguligar nýggjar
vinnur, men tilpassingin hendir við, at fólkatalið til-
passar seg tann lægra aktivitetin t.v.s. fráflyting.
Nú skal tað almenna so spara hundraðtals milliónir.
Hetta er úrslitið av blokkniðurskurðinum, ið hendi í
bestu tíðum. Undanfarna samgonga hevði ikki rygg til
at spara tær 366 milliónirnar - ein millión um dagin - í
rakstrinum, og liggur hendan ótespiliga uppgáva til
sitandi samgongu at føra út í verki. Henda sparing
kemur at kosta almenn arbeiðspláss, og kemur hetta at
merkja handils og tænastuvinnurnar, og fer hetta at geva
eitt fíggjarligt bakkast í samfelagnum.
Hvat er so at gera? Sparast má innan tað almenna.
Blokkniðurskurðurin hevur gjørt, at vit einki val hava
hesum viðvíkjandi. Nú er bara at vóna, at politikarnir
hava rygg til at spara í erva og ikki á teimum økjum, ið
raka borgaran. Heimahjálpin má til dømis ikki skerjast.
Ein raðfesting má gerast yvir, hvørjar tænastur skulu
vera almennar. Landsstýrið má hyggja at, hvat er neyð-
ugt, heldur enn hvat er gott at hava. Tann seinni bólkurin
má so sparast burtur, uttan at tann fyrsti skal skalast. Tað
er harður kostur, men tey gomlu, sjúku og okkara
útbúgvingarskipan mugu ikki merkja nakrar sparingar,
og so má sparast onkra aðrastaðni.
So er spurningurin, hvat man so ger. Koma nógvar upp-
sagnir í tí almenna, so flyta fólk av landinum, um man
fylgir lættkeyptu teoriunum um at bara man privatiserar
og fær fríhandil, so verður alt optimalt. Vit mugu hava
eina strategi, ið ikki byggir uppá eina forsimplaða
búskaparliga líkavektsteori, har marknaðurin ornar alt,
men sum tekur útgangsstøði í, at allir føroyingar skulu
hava livilíkindi í Føroyum. Um hetta mál bert kann
røkkast við almennari uppíblanding og protektionismu á
la íslendsku fiskivinnuna, so mugu vit gera tað.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Krepputekin
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Frank Jacobsen
Eftir at hava fylgt við í fjøl-
miðlunum seinastu tíðina,
má eg ásanna, at tey kristnu
í Føroyum eru forfylgd.
Tað verður sagt, at tey
kristnu fordøma tey, sum
hugsa annarleiðis enn tey
kristnu. Er tað at hava eina
meining fordømandi? Tað
er alment kent, at menn-
iskju eru ósamd um ymisk
viðurskifti, men mangan
mugu tey kristnu hoyra, at
tey stýra Føroyum, og at
eingin kann hava eina aðra
meining, uttan at kenna seg
dømdan. Hvør er fordøm-
andi?
Eg vil fegin koma í sam-
band við tey kristnu, sum
eru fordømandi og geva
teimum eina rættleiðing, tí
tað er ikki leiklutur teirra
kristnu. Eg havi enn ongan
kristnan hoyrt fordøma t.d.
tey homoseksuellu, men eg
havi hoyrt homoseksuel,
sum alment fordøma tey
kristnu.
Um ein vil liva sambært
Bíbliunnar læru, ella um
ein vil liva sambært onkr-
um øðrum, er ein persónlig
avgerð, men tað er eftir
øllum at døma vandamikið
at hava ta áskoðan, at
Bíblian, og harvið kristna
trúgvin, er tað besta fyri
menniskja.
Herfyri
hildu
homo-
seksuel lesandi eina ráð-
stevnu í Norðurlandahúsin-
um. Eg veit ikki hvussu
mong tey vóru í tali. Skulu
hesi avgera hvat føroyingar
skulu trúgva og meina?
Skulu hesir persónar avgera
hvat Bíblian kallar kær-
leika? Skulu hesir persónar
avgerða hvat í Bíbliuni er
gott og rætt og hvat skal
koyrast burtur?
Man sannleikin ikki vera
tann, at tey, sum siga, at tey
kristnu eru dømandi, vera
dømd av sínari egnu ringu
samvitsku, tí tey vita, at
tað, sum tey gera er skeivt?
Gud gav menniskjanum
ein frían vilja. Tað er tí av-
gerðin hjá hvørjum ein-
støkum, hvussu hann/hon
vil liva sítt lív. Gud gav
menniskjanum frítt at velja,
um tað vildi liva sambært
Hansara forskriftum ella
ikki. Meirilutin av Føroya
fólki ynskir at liva sambært
kristnu siðalæruni, og tann
rættin eigur hesin meiri-
lutin eins væl og minnilutin
av homoseksuellum.
3. Mósebók 18.22 sigur:
"Tú mást ikki liggja hjá
mannfólki, soleiðis sum ein
liggur hjá kvinnu - tað er
andstygd!"
Hetta er m.a. tað, sum
Bíblian lærir. Um ein, sum
hevur upplivað broytingina
í lívinum eftir at hava tikið
við kristnari trúgv, vil vísa
á hesi viðurskifti, er hann/
hon so dømandi?
Tey
homoseksuellu
ynskja
møguleikan
at
kunna ganga saman í
skrásett parlag og royna at
læra onnur, at kristindóm-
urin byggir á kærleika, og
at tað tí ikki kann vera
skeivt, og at tað er gott at
tvey menniskju finna sam-
an í kærleika. Sambært
Bíbliuni - og harvið kristin-
dóminum - er kærleikin
meir enn at tveir persónar
finna saman.
Jóh. 3.16 lærir okkum at
Gud hevði so stóran kær-
leika til menniskja, at Hann
gav son Sín fyri at frelsa. V.
17 lærir at Gud ikki sendi
sonin í heimin fyri at døma
heimin, men fyri at frelsa
heimin. Sambært hesum er
kærleiki meir enn góðar
kenslur. Tað er vilji. Gud
vildi frelsa heimin, og
Jesus hekk á krossinum,
fyri at geva heiminum
frelsuna.
Hesi versini í Bíbliuni
eru skúgvað burtur, tí tey
hóska ikki inn í heildina hjá
teimum homoseksuellu og
øðrum við. Tey hava gjørt
seg til talsfólk fyri, hvat vit
kristnu kunnu trúgva. Tey
siga, at vit kristnu eru døm-
andi. Vit ynskja bert at liva
sambært Bíbliunnar læru,
og hava loyvt okkum at
hava okkara meining um
ymisk
viðurskifti.
Vit
kristnu fáa at vita, at vit
ikki skulu blanda politikk
og religión. Vit kristnu fáa
at vita, hvussu vit skulu liva
okkara lív, av menniskjum,
sum ikki kenna Bíbliuna,
av menniskjum, sum hóast
tey ikki kenna innihald
Bíbliunnar siga, at Bíblian
er ómoderna og ikki kann
brúkast í dag. Hvør er døm-
andi?
Tí er niðurstøðan tann, at
í dag eru tað tey kristnu í
Føroyum, sum verða for-
fylgd.
Ásannast má, at vit eru
komin til tær tíðirnar, sum
Paulus skrivar um í 2. Tim.
3.3-4: "Tí tann tíð skal
koma, táið tey ikki vilja
vita av hini heilnæmu læru,
men eftir sínum egnu lyst-
um taka sær lærarar í
hópatali, alt eftir sum tað
kitlar tey í oyruni; og tey
skulu venda oyrunum frá
sannleikanum og venda sær
til ævintýr."
Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður
Ja, nógv hevur verið skriv-
að um ráðstevnuna hjá
teimum samkyndu, sum var
her á landi. Ikki kann sigast
annað, enn at tey samkyndu
hava ein stóran skara av
skrivandi fólki, sum eru
samd við teimum.
Sjálvur var eg ein, sum
skrivaði í móti hesi ráð-
stevnu, og standi eg við
hvørt orð.
Sjálvt um Amnesty sam-
an við nógvum øðrum
løgdu hart út eftir mær,
summi sakliga og onnur
ósakliga, tað toli eg væl, tí
eg veit, at eg standi á trygg-
ari grund. Eg eri sann-
førdur um, at hetta er synd
sum er við til at inntaka
okkara land.
Tað sum nú verður dyrgt
eftir, er at fáa tað inn í
revsilógina »seksuel orien-
tering« v. m.
Um hetta kemur inn í
lógina, ja so høvdu hvørki
eg ella onnur kunna skriva,
tí vit høvdu helst verið
rættsforfylgd og enda aftan
fyri tremmurnar upp til
tvey ára fongsulsrevsing.
Eg ætli mær ikki at góð-
taka, at henda lógin kemur
nær í námind at løgtingin-
um, ikki við mær sum
samgongulimi.
Tey samkyndu fáa góðan
frið í okkara landi. Eingin
ger teimum nakað. Men tey
krevja ein rætt, sum tey ikki
eiga at fáa.
Tað sum tey vilja er, at
kirkjur og samkomur verða
noydd sambært lóg at víga
hesi fólk, mann og mann,
kvinnu og kvinnu.
Til endans: Hvar er tá
okkara kristna land við
okkara vakra krossmerki?
P.S. Ein skrivaði og spurdi
við meg, hví eg ikki ar-
beiddi við øðrum málum t.
d. oljuavgjaldinum og øðr-
um.
Eitt skal eg siga tær og
tykkum. Eg skal kempa fyri
at fáa tað besta burtur úr,
eisini at fáa oljuavgjaldið
avtikið, um tað er møguligt.
Kristin í Føroyum forfylgd
Tingfólk samd við tey samkyndu
VIÐMERKINGAR