fríggjadagur 9. september 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 9. september 2005
11
Maria Jacobsen
Eg hevði ikki ætlað mær at
leggja uppí hetta orðaskifti
um tey samkyndu. At eg so
geri tað, er tí eg haldi, at
hetta verður so løgið við-
gjørt. Tað tykist sum tað
snýr seg um, at tað er ein
ávís forfylging av nøkrum
fólkum, sum eru øðrvísi
enn onnur, men tað er jú
ikki so.
Samkynd fólk hava altíð
verið, tey hava fingið frið,
hvør einstakur ger eitt val
um hvussu hann livir sítt
lív, men tað merkir ikki, at
ein slíkur liviháttur er rætt-
ur.
Eg minnist, at í mínum
uppvøkstri kundi onkur
fullur maður detta inn á
gólvið og sat og tosaði við
pápa mín. Pápi lurtaði fyri
tað mesta, men hann var
ótrúliga vinarligur og tolin
við fulla mannin. Hetta var
ikki tí, at hann helt at
drykkjuskapur var góður,
nei hann brýggjaði seg um
mannin, men avgjørt ikki
hansara livihátt, og tað er í
grundini tað alt hetta snýr
seg um.
Vit vita øll at kvinnan
varð skapt til mannin, alt
annað er burturvið. Sam-
felagsmynstrið hevur altíð
verið: mamma, pápi og
børn, jú fleiri vælvirkandi
familjur eru, tessbetur virk-
ar samfelagið og jú størri
trupulleikar familjur hava,
tess størri trupulleikar fær
samfelagið. Tað vil siga, at
góð foreldur sum ala síni
børn væl upp, eru dýrgripir
fyir eitt land. Men nú skal
hetta kollveltast, nú skal
familjumynstrið broytast og
menn skulu liva saman við
monnum og kvinnur saman
við kvinnum, tú skalt held-
ur ikki váða tær at tala um,
at tær ikki dámar hesa lívs-
førslu, so verður tú lagdur
undir at forfylgja ein bólk í
samfelagnum.
Hvussu
nógv fáa tey trúgvandi ikki
omanyvir seg fyri at royna
at vísa á skeivleikarnar í
hesum lívshátti? Í bløðun-
um nú um dagarnar verða
tey skýrd fyri talibanar,
fundamentalistar og sam-
anlíknaði við nasistarnar
sum jú vóru yvirgangs-
kroppar, tað haldi eg vera
grovligt at siga um hampa-
fólk men tá tað snýr seg um
tey samkyndu er einki
átaluvert, men tað verður
beinanvegin rok um onkur
vágar sær at siga kynsvill-
ingur. Hvat er sannleikin?
Eru hesi fólk ikki vilst av
leið? Jú so sanniliga eru tey
tað, tað verður sagt at hesi
menniskju eru samkynd frá
náttúrunnar hond, men tað
ivist eg í, um tað altíð er
rætt. Eg havi lisið um og
hoyrt í sjónvarpinum fólk
siga frá hvussu tey eru
leidd inn í henda levnaðin
og hava ikki verið ment at
sleppa burtur úr tí aftur.
Mær tykir, at tað í dag
verður lagt nógv eftir teim-
um mest grundleggjandi
sjónarmiðunum í okkara
samfelag. Lat tey sam-
kyndu fáa frið, men tey
skulu so sanniliga ikki
koma við teirra skeivleik-
um og broyta grundarlagið
á okkara siðalæru. Øll vita,
at tað er ónáttúrligt at tvey
fólk av sama kyni liva sam-
an, vit vita eisini at tað er
ein ógvuliga lítil partur
sum gera hetta, men hann
hoyrist ótrúliga væl í sam-
felagnum.
Tað stendur skrivað, »at
sum mann og kvinnu skapti
hann tey« og kvinnan varð
skapt til mannin. Tað stend-
ur eisini skrivað um homo-
seksualitet, bæði í nýggja
og
gamla
testamenti,
hvussu nógv ónt tað førdi
við sær.
Sexlívið er tað privatasta
privata sum fólk hevur, so
tað at fólk halda ráðstevnur
og ganga kravgongur um
slíkt evni, er í sær sjálvum
ógvuliga ónáttúrligt. Enda-
málið er at verða stuðlaði,
hvat er tað tey biðja um
stuðul til? Er tað at liva
saman? Nei, tað gera tey
kortini, so endamálið má
vera at sleppa at giftast og
liva saman sum hjún og tað
man fara at ganga illa, at
fáa meirluta fyri slíkum í
Føroyum. Londini rundan-
um okkum gera tað verður
sagt, men hví skulu vit bera
okkum skeivt at, fyri tí um
onnur gera tað? Lat heldur
okkara land verða eitt fyri-
dømi í, at halda slíkt burtur
frá okkara lógarverki, og
liva upp til tað vit kalla
okkum: Eitt kristið land.
Tað hevur verið skrivað í
onkrum lesarabrævi nú um
dagarnar, at vit skulu halda
bíbliunna burtur, tá ið vit
tosa um lógarsmíð og at
stýra landinum. Er tað ikki
júst eftir boðum Bíbliunnar
alt rættarsamfelagið hvílir
á? Símun av Skarði sigur í
einum av sínum vøkru
sálmum soleiðis:
Tann Gud, sum valdar
ævum øllum
Og mansins dagar hevur
talt,
Hin sami, sum á Sinai
fjøllum
Læt ljóða: »Tú skalt ei, tú
skalt!«
Væl veit eg, at vit í egnari
megi ikki megna at liva eitt
fullkomið lív, men hava vit
mist tað røddina úr okkara
brósti, sum ávarandi sigur:
Tú skalt ei, tú skalt, so eru
vit sanniliga farin av spor-
inum, bæði land og fólk.
Tey samkyndu – enn einaferð
VIÐMERKINGAR
Tað er synd at vera samkyndur
Eliesar (Essa)
Jacobsen
Skopun
Tað ber ikki til at vera
samkyndur, og samtíðis
vera trúgvandi, tí at skrivað
stendur í 3.Mós.18,22: "Tú
mást ikki hava samlegu við
mann eins og við konu; tað
er andstygd."
Tá ið ein prestur ella ein
annar, sum stendur fyri eini
samkomu, sigur at tað er í
lagi at vera samkyndur og
standa fram við Guðs orði,
tá lýgur hann, tí at skrivað
stendur í 3.Mós.20,13:
"Hevur maður samlegu við
mann á sama hátt sum við
konu, tá fremja teir báðir
andstygd; teir skulu láta
lív; blóðsekt hvílir á teim-
um."
Hatta er eitt hart vers,
men hatta er sannleikin, tí
alt sum stendur í Bíbliuni er
sannleiki. Tað er tí so fáir
tora at siga, at hatta ikki er
rætt, og teir sum tora at siga
nakað, verða kallaðir fyri
eitt og annað. Eg vil rósa
teimum, sum tora at standa
fram við Guðs orði, og siga
at hatta er skeivt.
Tað sama stendur í
Rómverjabrævinum. At tað
er synd at vera samkyndur,
stendur í Róm.1,21-27.
Versini 26-27 siga tað beint
fram at tað er synd: "Tí gav
Guð teir upp í skammloysis
girndir; tí at bæði konufólk
teirra skiftu hin náttúrliga
umgang um við hin ímóti
náttúruni. Og á sama hátt
løgdu eisini mannfólkini av
hin náttúrliga umgang við
konufólk og brunnu í fýsni
sínum hvør at øðrum, so at
mannfólk gjørdu skemdar-
gerð við mannfólki og
fingu afturfyri á seg sjálvar
tað viðurlag fyri villu sína,
sum beint var."
Býirnir
Sómoma
og
Gómorra blivu lagdir í oyði
av akkurát sovornari synd,
tí at skrivað stendur í
1.Mós.19,4-9, at teir vildu
ikki hava døturnar hjá Lot,
men menninar. Tað vóru
bæði ungir og gamlir menn,
sum komu til Lot at biðja
um menninar. Trúgva tit
ikki
hesum,
so
lesið
1.Mós.19,4-9.
Hvat sigur Jesus til
sovorið? Jesus sigur sjálvur
í Luk.11,28: "Men hann
segði: ja, men sæl eru tey,
sum hoyra Guðs orð og
VARÐVEITA tað."
Jesus var jødi, tað vil
siga, at hann livdi eftir
gamla testamenti, og megin
parturin av tí, sum eg havi
víst til her, er frá gamla
testamenti, uttan Róm.
1,21-27. Tá ið tú skalt
varðveita Guðs orð, so
mást
tú
eisini
taka
1.Mós.19,4-9, 3.Mós.18,22
og 3. Mós. 20,13 við. Tað
nyttar einki at taka pettir av
Bíbliuni burturúr, sum man
dámar sjálvur.
Hvussu kann man varð-
veita Guðs orð, tá ið man er
samkyndur? Tað ber ikki til,
tí tað stendur skrivað í
1.Mós.19,4-9,
3.Mós.
18,22,
3.Mós.20,13
og
Róm.1,21-27.
Og tað kendasta sum er í
Bíbliuni:
1.Mós.1,27:
"...sum
kall
og
konu
skapaði hann tey", ikki sum
kona og kona, ella sum
maður og maður, tað er tí
samkynd ikki kunnu fáa
børn, tí tað er ómóti
náttúruni.
Tí er tað ikki rætt at fara
í skrásett parlag hjá sam-
kyndum, tí at kirkjan er
bygd á Guðs orð. Um
kirkjan vígar samkynd, so
góðtekur Guð tað ikki, um
ein prestur ger tað. Tað er
ikki Guð, sum skal taka
ímóti ordrum frá okkum,
men tað eru vit, sum skulu
taka ómóti ordrum frá
honum, og teir standa í
Bíbliuni.
Tað er tí ikki í ordan at
tað eru samkyndir prestar,
sum siga seg kenna Guð,
men tað er ein kolsvørt
lygn. Eg havi verið frelstur
í 2 ár, og eg havi longu
funnið fleiri skriftstøð, har
tað stendur klárt og greitt,
at tað er synd at vera
samkyndur. Eg havi hoyrt
fleiri prestar sagt, at tað er í
ordan at vera samkyndur,
so eg má spyrja meg
sjálvan, hvat teir hava lisið í
7 ár, tá ið teir hava lisið til
prest, - tað er so ikki úr
Bíbliuni!
Men tað eru ikki allir
prestar,
sum
góðtaka
samkynd, og tað eru teir,
sum varðveita Guðs orð.
Jesus veri við tykkum.
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður
Oljan er blivin ein marra
fyri húsarhaldið. Man
kann siga, at ein nýggjur
skattur er lagdur á fólkið.
Ein kann altíð tosa um,
hvat er skattur og ikki.
Men tá ið oljuprísurin er
farin so søguliga høgt
upp, má okkurt gerast. Í
skrivandi løtu síggi eg, at
John Jóhannesen kemur
inn á tað sama.
Eg vil siga, at eg eri
samdur í, at vit skuldu
strikað skattalættan fyri at
brúkt tann peningin, so
fólkið fekk bíligari olju.
Við hesi broyting verða
øll stuðlað, og skattalætt-
in kemur á eitt turt stað
hjá okkara borgarum,
bara í øðrum hami.
Men vit hava eina sam-
gongu og eitt samgongu-
skjal. So her er neyðugt at
samgongan kann semjast
um hesa broyting. Sum eg
skilji, ætlar landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum
helst at skattalættin verð-
ur eftir tí leisti, sum sam-
gonguskjalið sigur.
Í
morgin
hósdagin,
kemur uppskot frá Mið-
flokkinum og Sjálvstýris-
flokkinum fyri í tinginum
um at avtaka oljuavgjald-
ið.
Teir vísa á í uppskotin-
um, at 30/3-2000 var lóg-
in um oljuavgjald broytt
av undanfarnu samgongu.
Hetta var ein feilur, sum
undanfarna
samgonga
gjørdi við hesi lógarbroyt-
ing.
Um ikki tað var hent,
hevði prísurin regulerað
seg sjálvan.
Tað sum eg vil siga er,
at samgongan eigur onk-
ursvegna at rætta upp á
oljuprísin. Fólkið klárar
ikki hesa byrðuna. Hetta
at oljan hækkaði so
ógvusliga, kom óvart á
øll.
Um ikki hetta uppskot
frá
Miðflokkinum
og
Sjálvstýrisflokkinum
verður samtykt, so eiga
vit í samgonguni at koma
við okkara egna uppskoti
ongantíð ov skjótt!
Vegna Amnesty
International,
Føroya Deild
Margretha Nónklett,
samskipari
Hóast Føroyar er eitt land,
har flestu hava tað gott,
samanborið við nógv av
heimsins londum, varpaði
kjakið í sambandi við
ANSO ráðstevnuna ljós á,
at tað í Føroyum ikki eru
mørk fyri, hvat verður
borið fram alment av
niðrandi úttalilsum um
samkynd. Hetta er ein
støða, sum als ikki kann
góðtakast. Amnesty heitti
tí á myndugleikar og á
stjórnarskipanarnevndina
um at taka rættindini hjá
samkyndum við í kom-
andi stjórnarskipanarlóg,
soleiðis at tað verður stað-
fest, at øll hava krav um
rættindi og frælsi, uttan
mun til ættarslag, húðar-
lit, kyn, mál, átrúnað,
politiska sannføring ella
kynsligan samleika. Am-
nesty Føroya deild tók
málið upp, tí eitt av aðal-
málunum hjá felagsskap-
inum er at stríðast móti
øllum mismuni, bæði her
á landi og úti í heimi.
Spurningurin um fost-
urtøku er ikki eitt mál,
sum Amnesty Internatio-
nal hevur nakra støðu til í
løtuni. Amnesty hevur
seinasta hálva árið millum
annað arbeitt við málin-
um um støðuna til fostur-
tøku, seksual upplýsing
og fyribyrging. Ásann-
andi at hetta eru við-
kvamir og samansettir
spurningar, sum mugu
viðgerast
nágreiniliga,
varð í august 2005 sam-
tykt, at Amnesty á altjóða
aðalfundi í 2007 skal taka
støðu til spurningarnar,
aftan á eina gjølla innan-
hýsis viðtalu komandi tíð-
ina. Allir limir í Amnesty
Føroya deild fáa høvi at
skifta orð um hesi málini í
heyst og á komandi aðal-
fundi
hjá
felagnum.
Áhugað kunnu venda sær
til skrivstovuna og fáa
tilfar um málini.
Oljuavgjald
Svar til fyrispurning frá
Helga Abrahamsen