fríggjadagur 9. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 171 - 9. september 2005
Sunnudagin 28. august varð Elsuba
Jegind, fødd Høgnesen, jarðað í Leirvík.
Hon andaðist í heimi sínum í Horsens
týsdagin 23. august 58 ára gomul. Elsuba
hevði búð og verið lærari í Horsens
síðani 1973. Hon giftist við Keld Jegind
í 1978 og eiga tey tvey vaksin børn, sum
bæði lesa í Århus. Marie er 26 og Niels
er 23 ár. Kortini vildi Elsuba, sum hevur
verið sjúk í nøkur ár og stundum álvars-
liga sjúk, at hon skuldi leggjast til hvíldar
í heimbygdini Leirvík.
Elsuba var elsta dóttir Gunnu og John
Høgnesen á Áargarði í Leirvík. Gunna
giftist inn hjá pápa sínum Óla, sum var
einkjumaður. Bróðir hennara Petur Emil
búði eisini heima. Elsuba var stórasystir.
Eftir hana komu Borghild, Óli og Høgni.
Vit vóru grannar og javnaldrar. Bert tvær
vikur vóru okkara millum.
Nú javnaldrin er farin, rennur mangt
fram fyri ein úr einum heimi og eini lívs-
skeiði, sum er horvið í meldrinum á
tíðarinnar havi. Leiðir okkara skiltust,
búðu í hvør sínum heraðshorni og livdu
eins og flest onnur eitt langt lív uttan
stórvegis samskifti. Tað var tí sonn frøi,
tá ið hon saman við vinkonum í mars
mánað støkk inn á gólvið í Keypmanna-
havn. Í hugans heimi gongur mangur, tú
hitti á lívsleiðini, og Elsuba var ein øll
barnaárini í Leirvíkstúni og í framhalds-
kúlanum í Fuglafirði fram til preliminer-
skúlaprógv í 1964.
Elsuba var stórasystir!. Hon ansaði
eftir teimum yngru systkjunum. Hon var
innhugsin, still, hallandi vanga, tá ið hon
lýddi á onkran. So varin og tó respekter-
að. Á skúlabeinki var hon millum tey
stinnastu. Hon var sera nom og hevði so
lætt við lestur og skúla.
Tann stutta teinin á Áargarði frá
Beitisvegi og út á Egg standa hús við hús
og í mongum teirra vóru trý til átta børn
ella meira í fimtiárunum. Javnaldrar,
dreingir og gentur, vóru í mongum leik-
um saman og í øðrum hvør sær. Orð sum
javnrætt kendu vit ikki, men vit kendu
væl rættin hjá hvør øðrum, og leikirnir
vóru hareftir. Dreingirnir kundu vera
harðligari, gera verri fortreð, argað og
órógvað fólk og kríatúr, "gera seg upp",
berjast og kappast. Genturnar vóru
mangan kringari við bóltum, glaskúlum,
lakksteini og stokkum. Men so var stund-
um eingin munur. Øll spældu sama leikin
og Elsuba var uppií, tá ið onkur fann
uppá, at nú skula vit spæla: sláa bólt,
krógva og blunda, bind og loys, "røvari
og politi", "hen-i-over", rulla glaskúlur,
lakka ella okkurt av sangspølunum sum
Fare fare krigsmand, Tag din ring ... ella
Nitrið hendur. Leikpallurin var mangan
bert trappisteinurin hjá teimum ella
Malenu ella uttan um ein hjall nær-hend-
is. Tá ið tær stóðu og loftaðu upp móti
einum húsaveggi og ringdu seg saman á
ymsan hátt, meðan tær taldu uppeftir, tá
bar sjáldan til hjá drongjunum at fylgja
við. Hann kom kanska upp til tey fimtan
- tjúgu, men hon og vinkonurnar fóru
upp á tað dupulta og longur. Eisini við
glaskúlum á tí slætta eyrtúninum undir
húsinum hjá Hans Andreasi lá betur fyri
hjá henni. Tey mildu summarkvøldini
vóru børnini uttandura, og spæl avloysti
spæl, til mammurnar kallaðu síni innar.
Barnamøðin var mangan so nógv, at tað
kom væl við at fáa boð um at koma til
hús, tí nú var songartíð. Næsti morgun
bíðaði. Vetrarkvøldini í góðum kavaveðri
var Beitisvegur sjálvt olympia fyri okk-
um børn.
Komið út á hásummarið roðaði
kvøldarsólin so fagurlitt norðuri í hav.
Nestindar ljómaðu móti døkka kvøld-
himmalinum. Aftur kom sólin undan
Boðunum og fór eystur í Djúpini, meðan
Tindurin og Ritafjall var eitt veldugt,
reyðstoytt tjald oman fyri okkum. Børn
og vaksin steðgaðu á og vóru kvirr. Litu
norð í hav og bíðaðu, um sólin aftur í
kvøld søkk gylt í kav, ella um tokubakkin
í havsbrúnni kom fyri. Óiva mundi
Elsuba onkuntíð tá og seinni heima á
vitjan sita í stovu-glugganum og síggja
somu sjón. Teirra útsýni var so avbera
gott til hesa veldugu náttúrumynd, sum
so fáum føroyskum bygdum er unt.
Dimmið og kvirran eftir sólsetur bar dám
av guddómligum veldi. Stokkuta stund
eftir lýsti aftur og sama sólin roðaði
Borðoyarfjøllini eystan Galvin
Eftir ólavsøkuna fóru tey í bøin.
Teigarnir lógu mest sum lið um lið.
Abbin Óli og Petur Emil við líggjanum.
Mamman við døtrunum í hoyna, seinni
dreingirnir eisini. Og onkur summør kom
Leinamostir úr Vági við einkarsoni
sínum Tummasi. Friðsælt hús við kúgv í
kjallaranum. Møður skiftu orð saman,
børn spældu í hoynum, hoyggjaðu og
bóru inn. Okkurt góðveðurskvøld var
kanska farið at spæla uttan um sátubørn-
ini og hesjurnar, meðan august mánaður
lækkaði og kvøldardimmið longdist.
Fá børn í heimbygdini fóru til Fugla-
firðar í preliminerskúla um hetta mund-
ið. Sunnukvøld fóru vit bæði og eini átta
onnur í bygdini inn við Edmundi, sum
heintaði okkum aftur leygardag seinna-
partin. Vit búðu alla vikuna í Fuglafirði
hjá familju ella kenningum. Enn var
niðurlagið mangan í Leirvík, at ikki var
neyðugt við skúlagongd eftir 4. flokk.
Hevði tú fingið prestsins hond á høvdið,
var tíð hjá dreingjum at fara til skips ella
annað mansarbeiði og hjá gentunum at
fara at tæna ella í fisk. Umskifti frá Leir-
vík til Fuglafjørð var ikki so stórt.
Disiplinin var hørð og siðvenjan føst.
Fríkorter eftir fríkorter stillaðu vit upp í
garðinum og bíðaðu, til lærarin kom
niður eftir okkum og fylgdi okkum til
skúlastovuna. Kortini høvdu vit í Fugla-
firði trý góð, trygg skúlaár og kundu
velja at halda áfram við skúla ella fara í
læru ella í vinnu. Tá var altíð okkurt at
fara til hjá ungfólki.
Eitt skifti arbeiddi Elsuba á fiskirann-
sóknarstovuni úti í Tinganesi og eitt skifti
í klædnabúð. Á heysti 1966 fór hon á
læraraskúla í Haslev. Men knappliga er
heimið fyri hørðum smeiti. Pápin doyði
bráddliga uttan sjúkralegu í 1968. John
var av Toftanesi, sonur Rasmus og Ras-
minu. Hann lærdi jarnsmíð í Klaksvík og
var farin at byggja har, men var fyri van-
lagnu at fáa tuberklar fyrst í fimti-
árunum. Hetta neit fast. Tey fluttu til ver-
faðirin í Leirvík. John bygdi sær smiðju
á Kulibakka. Men nú var tann sterki
smiðurin farin frá amboltinum. Stígur
kom í útbúgvingina hjá Elsubu av hesum
stóra missið. Hon fekk tó læraraprógvið í
1971. Vert er at nevna, at abbin, gamli
Óli, so leingi hann kundi, og mammu-
beiggin Petur Emil nú vóru í faðirs stað.
Eingin ivaðist í, at Petur Emil var teim-
um faðirleysu børnunum góður
mammubeiggi. Hann legði frá sær eftir í
mei 2003.
Elsuba var lærari á Venjingarskúlanum
1971 - 73. Síðani leitaði hon sær niður-
aftur og var lærari í Horsens, tá ið hon í
1977 hitti Keld, sum hon giftist við í
1978. Um hetta mundið blómar Elsuba
og hevur nógv jørn í eldinum. Hon vildi
út at síggja og uppliva. Hon var í
Pólandi, og hon var á málskeiði í Eden-
burg. Í 1978 var hon í kibutz í ísrael.
Barnaárini í Leirvík vaks Elsuba upp
inni hjá abbanum Óla. Hon var uppkallað
eftir ommuni. Óli var stillur og siðiligur
maður. Ein søgan um hann er ein dagin
um borð á Súluni. Bróðirin Poli hjá
Guttormi, Martin hjá Fríðrikki og
Meinhard úti á Bø vóru eisini við. Teir
sita í lugarinum og práta um bygdar-
menn, og prátið fellur á ein mann. Men tá
helt Óli fyri:
"Hann er eingin bygdarmaður!. Hann
hevur sagt klaksvíkingum frá tí, sum ikki
skuldi farið av bygdini, og teir hava
fortalt honum slíkt, sum teir skuldu havt
harinni." Við hesum vildi hann siga, at tú
skalt ikki tala ilt um bygdarfólk títt.
Óla dámdi so væl sálmin í donsku
sálmabókini nr. 650:
„Tænk når en gang den tåge er
forsvunden
Som her sig sænker over livet ned
Når dagen evig klar er hist oprunden
Og lys omstråler hvert af mine fjed".
Við jarðarferð hansara tók Hvass prestur
afturíaftur hendan sálmin og helt áfram
við 6. ørindi:
"Tænk når engang i himlens gylne sale,
jeg med den ven, jeg her på jorden
fandt,
i lyset om et evigt liv skal tale,
og om det liv, der som en drøm
forsvandt!"
Hesar smásøgur um abban renna mær nú
aftur í huga. Elsuba brá ikki úr ætt. Milda
lyndi hjá abbanum átti eisini hon. Tikið
var til í Leirvík um tær tríggjar lang-
abbasystrarnar hjá henni, sum vóru av
Skála og búðsettust í Leirvík: "einglarnir
av Skála".
Mong ár eru liðin. Langt lærarayrki er
lagt afturum og nú lækkaði aftur ein
augustmánaður. Grasið fellur fyri líggj-
anum, og hógvurin gulnar. Men hendan
august mánað vitjaði líggjamaðurin
eisini Elsubu. Tann vakra summarblóman
var nú staðin og búgvin til skurð. Sólin
er sett. Tó um stokkuta stund lýsir aftur.
"Lat tey meg leggja í gravarbú
Og flag yvir leiðið tekja
Við mær , hirði mín, fylgir tú
Aftur til lívs meg at vekja."
Tey bæði Elsuba og Keld høvdu so
mangan vitjað heimbygdina saman við
børnunum. Gingið aftur á gamlar gøtur
og mint seg aftur á støð og hendingar á
leiðini. Gøtan ein var tó eftir. Ùr barna-
heiminum og Salinum inn í kirkjugarðin
til tey kæru, sum undan vóru farin. Nú er
gøtan gingin, og Elsuba hvílir hjá fedrum
sínum. Friður veri við minni hennara.
Martin
Elsubu á Áargarði til minnis
– Og om det liv, der som en drøm forsvandt
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.