Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 9. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Finnbogi Ísakson, Tórshavn, andaðist mikudagin, 62 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum leyg- ardagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnu- dagin klokkan 14. Tey, sum vilja minnast Finnboga, kunnu eisini lata Føroya Felag móti Krabbameini eina gávu. Maud Heinesen, Tórshavn andaðist á Lands- sjúkrahúsinum mikudagin 7. september, 69 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Kistan við Hjalta Næss fer úr kapellinum á Suður- oyar Sjúkrahúsi hósdagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Missiónshúsinum í Hvalba fríggjadagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Tað vóru tung boð at fáa í morgun her í London, her vit eru ávegis til Suðurafrika í brúðleyp hjá soni okk- ara, Dánjal, at okkara góði og trúgvi vinur gjøgnum mong, mong ár, Finnbogi, var deyð- ur. Tað var stutt eftir ólavsøku, at hann og Ása komu inn á gólvið hjá okkum, og fortaldi okkum, at hann hevði fingið eina ólekiliga sjúku, so vit vistu, at hann livdi illa, men at lívsskeið hansara longu var runnið, tað varaði okkum ikki. Tá ið eg seinasta mikukvøld, kvøldið fyri vit fóru av- stað, var og vitjaði Finnboga, hevði hann tað gott og vit høvdu eina sera góða løtu sam-an. Lítið vardi meg, at hetta var sein- asta ferðin vit hittust, men vit vita ikki nær dagar okkara eru taldir, tað er bert Hann ið øll- um valdar, ið veit tað. Tað var á Norðoya- stevnu í 1961 at vit báðir hittust fyrstu ferð inni hjá Nielsi á Biskup- støð og her knýttu eitt vinarband fyri lívið, eitt vinarband sum styrknaðï, tá ið vit bæði Kristiana byrjaðu at ganga saman og seinni giftust. Finnbogi gekk tá á studentaskúlanum, og tá ið hann gekk í 3.g. byrjaði hann at atbeiða í útvarpinum. Eitt arbeiði, sum hann gekk uppí við lív og sál, og tá ið studentsprógvið varð tikið, valdi hann sær fjøllmiðlaarbeiði sum lívsstarv. Tað var ein spennandi tíð at ar- beiða í útvarpinum fyrst í seksti árunum. Manningin var ikki stór og senditíðin ikki long, men sending- arnar vóru fjølbroyttar og hugflog- inum bilti ikki. Soleiðis vóru Finn- bogi og eg mangan á ferð. Í Trøll- høvda eftir líra saman við Sjúrða í Kirkjubø, ræning í Skúgvi, og ikki at gloyma, tá ið Hvalbingar vóru veðurfastir í Líttla Dímum, og vit báðir fóru suður við Jens Chr. Svabo. Tað er ein løgin kensla at hugsa sær, at teir flestu av teimum, sum tá vóru í útvarpinum ikki eru millum okkara longur. Finnbogi og eg vóru eisini saman annan páskadag í 1966, tá ið ungir klaksvíksingar hittu hann í Havn og bóðu hann um at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoya val- dømi til løgtingsvalið í november. Finnbogi tók av og var hetta ein avgerð, sum hevði stóran týdning í lívi hansara. Hann varð valdur á ting, bert 23 ára gamal. Tað var ann- ars spennandi at bíða eftir endaliga valúrslit- inum í 1966. Eitt val- stað, Norðdepli, hevði ikki talt persónligu atkvøðurnar upp val- kvøldið, so bíðast mátti eina viku eftir endaliga úrslitinum. Tá ið tað so stutt fyri tíðindasend- ingina um kvøldið gjørdist greitt, at Finn- bogi varð valdur, sendi Niels Juul meg út til hansara at siga honum frá, tí Niels Juul helt ikki at hann skuldi frætta tað gjøgnum Útvarpið. Sum politik- ari setti Finnbogi sær altíð stór mál og flestu av teimum náddi hann. Hann endaði sítt polit- iska starv í landsins hægsta sæti, sum løg- tingsformaður. Tað verður hugtungt hjá okkum at koma heim aftur og vita sær, at eingin Finnbogi er okkara millum longur. Ein stór tóm gjógv er í okkara vinarskarða og saknurin verður stórur, men saknurin og sorgin eru stórst hjá tær Ásu, og hjá tykkum báðum, Jón og Høgna. Hann, ið valdar ævum øllum, Hann styrkir og troystar tykkum í stóru sorg tykkara. Friður verið við minninum um okkara trúgva og góða vin, Finn- boga Ísakson. Kingston upon Tames, 7. september 2005 Kristiana og Marius Finnboga til minnis Kamilla Benzon: Útbúgving á Niels Brock og Føroya Handilsskúla Kamilla Benzon hevur á Niels Brock Business College og Føroya Handilsskúla, tikið útbúgving inn- an skrivstovuøkið, við sergrein í ferðavinnu. Læru- plássið var P/F Green Gate Incoming í Havn. Týskvøldið 30. august andaðist elskaða kona, mamma, omma og langomma okkara Sigrid Petrine Andreasen 65 ára gomul. Jarðarferðin verur úr Akranes kirkju fríggjadagin 9. september kl. 16.00. Vegna tey avvarðandi Brandur Ingun v/familju, Johannes v/familju og Signar Tey,ið vilja minnast Sigrid,kunnu lata eina peningagávu til konto 9181 4264632 í Føroya Sparikassa Fríggjadagin 2. sep- tember varð almenn Ph.D.-verja á Fróð- skaparsetrinum. Tað var Guðrun Gaard, mag.art, sum vardi ritgerð sína "Far fram á torg" um skald- skapin hjá Regini Dahl Verjan var í høllini á Før- oya Sjómansskúla. Í dóms- nevndini hava sitið Idar Stegane, dr. philos, profess- ari á Universitetinum í Bergen, Jógvan Isaksen, lektari á Universitetinum í Keypmannahavn og Malan Marnersdóttir, dr. Phil, pro- fessari, á Fróðskaparsetrin- um. Ritgerðin hevur ligið al- ment frammi á Føroya- málsdeildini á Fróðskapar- setrinum og á Landsbóka- savninum. "Far fram á torg" miðar eftir at skapa eina heildar- mynd av yrkingunum hjá Regini Dahl og lýsa lyndis- eyðkenni teirra. Eisini leggur ritgerðin dent á at vísa, hvussu yrkingarnar eisini eru royndir at endur- skapa tilverumeining í nú- tíðarruðuleikanum. Máls- liga eru yrkingarnar sam- skifti millum nútíðarrák og gamlar málkeldur. Regin Dahl, sum nú er 86 ár, hevur búð í Danmark, síðani hann var blaðungur, Guðrun Gaard, f. Ras- mussen, er 58 ára gomul og úr Havn. Hon varð út- búgvin sjúkrasystir í 1969 og arbeiddi sum sjúkra- systir í 16 ár. Í 1983 fór hon undir bók- mentalestur við Fróðskap- arsetur Føroya, har hon tók exam. art. prógv í norður- lendskum máli og bókment um, tó einamest í før- oyskum. Hon tók magistaraprógv í norðurlendskum máli við lærda haskúlan í Odense í 1991. Síðan 1996 hevur hon arbeitt sum lærari í før- oyskum við Føroya Stu- dentaskúla og HF-skeiði í Høydølum. Árini 2001-2004 skrivaði Guðrun ph.d.ritgerðina um skaldið Regin Dahl. Guðrun Gaard mag.art: Vardi ritgerð um skaldskapin hjá Regini