Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 171 - 9. september 2005 Finnbogi Ísakson er deyður, og vit syrgja. Kona og synir hava mist kæran mann og pápa, systkini hava mist yngsta beiggjan, og før- oyska samfelagið hevur mist ein av dugna- ligastu politikarunum og tíðindamonnunum. Eisini vit á Sosial- inum kenna, at vit hava mist ein hollan stuðul. Finnbogi var altíð stuð- ul hjá miðlunum. Jour- nalistikkurin var um- framt politikkurin hansara dagliga yrki. Hann dugdi handverkið betri enn tey flestu, og hann var avbera góður og greiður at gera sam- røður við. Eingin ivað- ist í, hvør boðskapurin var, sum hann vildi hava fram, og tað lá so raðið fyri hjá honum, at tað plagdi at verða tikið til í okkara umhvørvi, at tað á tí, sum hann segði, hoyrdist, hvar tað skuldu verða reglubrot, punktum, komma, kolon osv. Finnbogi hevði stór- an áhuga í menningini av Sosial- inum. Hann luttók onkra ferðina á íblástrarfundum fyri blaðfólkini, meðan vit framvegis vóru á Argj- um, og serliga eftir at vit fluttu í Vágsbotn, var hann áhugaður. Eftir at hann hevði lagt ting- starvið frá sær, hevði hann betri stundir og umstøður til sítt gamla yrki, og hann dugdi at síggja nógv- ar møguleikar í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tað var í umhvørvinum her niðri, at hann fyri næstan hálvt hundrað árum síðani gjørdist útvarpsmaður, og onkra ferðina, tá ið hann var inni á gólvinum á Sosialinum, tosaði hann um møgu- leikar, sum eru í húsinum, og sum vit framvegis ikki eru komin til. Vit eiga framvegis hugskotini hjá honum, men tíverri verður tað uttan hann, at tað verður arbeitt víðari við teimum. Finnbogi var framúr eygleiðari og viðmerkjari. Tað hava lesarar okkara sæð tey seinastu árini. Hann setti orðaskiftið í bløðunum høgt. Honum dámdi væl, at vit fóru undir tinghelluna, og við greinum og tinghelluklummum lyfti hann orða- skiftið á hægri støði. Hugskotið hjá okkum um navnateigin, sum áhug- in er stórur fyri millum lesararnar, stavar partvís frá teigum av hesum slagnum, sum Finnbogi hevur havt. Í fína Tíðindablaðnum 1974-75 og síðani í 14. september, har hann eitt skifti var blaðstjóri. Eitt tað síðsta avrikið, sum hann gjørdi í útvarpinum, var, at hann í fýra sendingum tók samanum tað, sum hann hevði fingið burturúr at lesa bók, sum umrøddi globaliser- ingina rættuliga kritiskt. Manu- skriptið til fyrilestrarnar gjørdist til fýra greinar í blaðnum. Tilfarið hevur síðani verið nýtt í fleiri miðnámsskúlum. Tað líkaði Finnboga, at gott føroyskt tilfar var tøkt í skúlunum, og alt tað, sum hann sjálvur legði úr hondum, toldi avgjørt at sammetast við alt annað. Fyri okkum, sum ar- beiða í fjølmiðlaheim- inum, er orðaskiftið um miðlarnar og leiklutin hjá teimum í framtíðini altíð áhugavert. Í hes- um var Finnbogi gull verdur. Ein av mongu sterku síðunum hjá honum var, at hann dugdi so ógvuliga væl at síggja møguleikar- nar, og hann hevði fingurin á pulsinum á føroysku fólkasálini. Tá ið tað snúði seg um bløðini og loftmiðl- arnar, var Finnbogi, sum hann var tað í øll- um øðrum førum, jarð- bundin. Hetta skal skiljast soleiðis, at hann var ógvuliga tilvitaður um føroyska veruleik- an. Hann ásannaði, at tað bar ikki til at menna bløð og vørp á sama hátt, sum teir gera, har fíggjarliga orkan er so nógvar ferðir størri, enn hon er hjá okkum. Men tað helt hann ikki skuldi siga tað sama sum, at tað ikki bar til at menna miðlarnar. Tað ráddi um hugflogið. Tað er grundað á innlitið, og tað hevði Finnbogi sum fáur ella rættari sum eingin annar. Vit drýpa høvur í samkenslu við Ásu, dreingjunum og øllum, sum stóðu Finnboga nær, og vit lýsa frið yvir politikaran, fjølmiðlamannin, samstarvsfelagan og vinmannin Finnboga Ísakson. SOSIALURIN Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Blaðið hevur mist ein góðan vin Dagurin 9. september. Gorgonius, deyður umleið ár 300. Ein av pínsluváttunum í fornkirkjuni, sum varð tikin av døgum undir Diocletianus keisara. Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg á 90 ára degnum tann 27. juni 2005, og gjørdu mær dagin so hugnaligan og ógloymandi. Tøkk til øll tykkum, sum á ein og annan hátt mintust til mín. Harrin signi tykkum øll. Signy Nordenskjold í Vági Hjalti Gunnarstein Settur sum apotekari í Eysturoy Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna– og heilsumálum hevur sett Hjalta Gunnarstein, Tórs- havn, í starv sum apotekari á Eysturoyar Apoteki í Runavík. Hjalti Gunnarstein er 44 ára gamal. Hann tók prógv sum cand. pharm. í 1990 og hevur síðan starvast innan apotek, bæði í Føroyum og í Danmark, tó mesta partin av tíðini sum deildarleiðari á Tjaldurs Apoteki í Tórshavn. Hjalti Gunnarstein tekur við starvinum 1. oktober 2005. Lesið Sosialin - so eru tit við