fríggjadagur 9. september 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 • fríggjadagur • 9. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
FSF heldur
seg til
sáttmálan
Her á síðuni gevur Poul
Michelsen hálvgum ilt av
sær mótvegis FSF, sum
hann sigur bara rindar
fyri eina discount-loysn,
tá tosað verður um leigu
av vølli. Ein loysn, sum
so eisini verður hareftir,
staðfestir hann.
Óli Holm, formaður í
FSF, vil tó ikki av álvara
kennast við hesar atfinn-
ingar, og sum heild legg-
ur hann ikki stórvegis í at
fara í miðlarnar at trætast
um upphæddina, sum
stendur í sáttmálanum.
-
Fótbóltssambandið
hevur eina avtalu við
Grunnin fyri Tórsvøll. Og
sum eg havi skilt tað, so
er tað ein avtala, sum
báðir partar vóru samdir
í. So eg skilji ikki rætti-
liga, at hetta nú skal
dragast fram, sigur hann.
Upphæddin, sum FSF
rindar um árið, er góðar
300 tkr. Um vøran ikki er
nóg góð, eigur FSF so
ikki at umhugsa at hækka
hesa, ella møguliga sjálv-
ir at yvirtaka raksturin av
vøllinum, um tað loysir
seg betri fíggjarliga.
- Upphæddina fari eg so
ikki at diskutera her. Og
vit koma so heldur ikki at
yvirtaka nakran vøll. FSF
skeyt 1 mió kr. í grunnin
við stovnanini, og tað var
so okkara partur í so
máta. Viðvíkjandi undir-
lagnum, so havi eg skilt,
at tað í heyst verður kann-
að, hvør orsøkin til vána-
liga standin er. Og síðani
verður
arbeitt
víðari,
soleiðis at vit kunnu fáa
ein vøll, sum er nýtiligur.
Vilt tú við øðrum orðum
siga, at vøllurin í verandi
líki er ónýtiligur.
- Nei. Men tú skalt
hvørki verður serfrøðing-
ur innan fótbólt ella ann-
að, fyri at kunna stað-
festa, at vøllurin miku-
kvøldið ikki var góður,
sigur Óli Holm at enda.
Hóast fólk vóru mis-
nøgd um úrslitið
móti Ísrael, so tykist
tað vera vøllurin, sum
fær størstu atfinning-
inar. - Taparalyndi og
umberingar sigur
Poul Michelsen. Men
hann ásannar eisini,
at vøllurin kundi
verið betri, men tað
er eitt ynski, sum tey
ikki hava ráð til at
uppfylla við fortreyt-
unum, sum sáttmálin
við FSF gevur
TÓRSVØLLUR
Jákup Mørk
Atfinningarnar um Tórs-
vøll hava havt stóra vind-
styrki í ár. Undan dystinum
hesaferð tosaðu landsliðs-
venjararnir um, at neyðugt
var at laga spælið til undir-
lagið, sum als ikki hóskaði
seg til polerað fótbóltsspæl.
Líknandi orð vóru eisini
at hoyra í sambandi við før-
oysku europa-cup uppgáv-
urnar í ár, og verður hugt at
undirlendinum, so er eisini
greitt, at hetta er langt ífrá
optimalt. Nakað sum eisini
hevur viðført, at FSF í ár
hevur verið umleið 50 ferð-
ir á Svangaskarði til venj-
ingar, meðan tilsvarandi
talið á Tórsvølli bara er 10.
Og undan dystinum móti
Írlandi varð venjingin á
vøllinum ta einu ferðina
enntá flutt til Streymnes, tí
venjararnir vildu spara
vøllin til sjálvan dystin.
Taparalyndi
Poul Michelsen er formað-
ur í Grunninum fyri Tórs-
vøll. Og hóast hann ásann-
ar, at vøllurin kundi verið í
betri standi, so tykist hann
geva lítið fyri tær atfinn-
ingar, sum hava regna yvir
framman undan váta og
tunga vøllin.
- Persónliga haldi eg
slettis ikki, at vøllurin er so
vánaligur, sum hann verður
gjørdur til. Sjálvandi finn-
ast vøllir, sum eru betri,
men í mínum hugaheimi er
hendan diskussiónin púr-
asta burturvið, sigur Poul.
- Tú heldur fokus á
vøllinum, heldur enn at
halda fokus á uppgávuni,
sum er at vinna dystin. Tað
er ein partur av einum tap-
aralyndi, tá tú soleiðis
roynir at finna umberingar
fyri tí, sum ikki gekk eftir
vild. Kanska er næsta upp-
skotið, at Føroyar skulu
byrja við einum handicap á
tveimum málum?
Vánaligur gróður
Men hóast hann soleiðis
hevur lítlan hug at taka lut í
diskussiónini, so ásannar
Poul, at grasið á Tórsvølli
ikki hevur verið serliga gott
í ár.
- Gróðurin í Føroyum er
ofta sera trupul, og árið í ár
hevur verið keðiligt í so
máta. Eg kann nevna, at
vánaligi gróðurin hevði við
sær, at vit ikki slerdu grasið
fyrstu ferð fyrr enn í juni
mánaði, og tá var mógvur
tíverri komin í.
Men aðra staðni sært tú,
at fólk við servitan eru knýtt
at slíkum vøllum. Hava tit
roynt at funnið fram til
orsøkina fyri hetta?
- Ja. Og vit hava eisini
havt sama serfrøðingin,
sum eitt nú Parkin í Dan-
mark hevur. Enn er so ikki
nøkur loysn komin, men í
heyst fáa vit aftur vitjan av
serfrøðingi, og so mugu vit
vita, um hesin kann hjálpa
til, soleiðis at sleppast kann
undan hesum trupulleikan-
um komandi ár.
Discount-loysn
Stóri trupulleikin í hesum
sigur Poul vera, at Grunurin
fyri Tórsvøll ikki hevur
fíggjarligu møguleikarnar
at gera tað, sum vildi verið
ynskiligt í verandi støðu.
- Tú hevur jú sæð uttan-
lands, at feløg bara skifta
alt teppið, fyri at loysa trup-
ulleikan. Tað kundi sjálv-
andi verið ein loysn, men
hon kostar altso eina hálva
millión, og tað eru pengar,
sum vit ikki hava. Tú skalt
hugsa um, at FSF einans
rindar okkum góðar 300
tkr. um árið. Tað er ikki ein
upphædd, sum strekkir ser-
liga langt hjá hvørki okkum
ella Svangaskarði.
Vilt tú við øðrum orðum
siga, at FSF rindar ov lítið,
og av tí sama fær eina
discount-loysn?
- Tað kanst tú gott siga.
Veruleikin er í øllum før-
um, at vit ikki kunnu fáa
raksturin at hanga saman,
um vit skulu gera meira enn
tað sama. Eisini hóast nógv
tann størsti parturin av
arbeiðinum er sjálvboðið.
Tí vit hava so sanniliga eis-
ini aðrar útreiðslur. Og
sammetir tú kostnaðin hjá
FSF við tann hjá feløgun-
um, so kann eg upplýsa, at
HB og B36 í ár hava goldið
góðar 100 tkr. fyri nýtslu av
vøllinum.
Vil tað siga, at FSF
sleppur alt ov bíliga?
- Í øllum førum haldi eg,
at tað kundi verið raðfest
øðrvísi. Nú skal eg ikki
blanda tingini saman, men
tað kann gott irritera meg,
tá mann samstundis sær
FSF fara til Fraklands við
einum ferðalagi upp á 15
mans. Tað kostar kanska
tað sama, sum ársgjaldið til
Tórsvøll ella Svangaskarð.
Og tað haldi eg sigur nakað
um, hvussu FSF raðfestir
sínar útreiðslur.
Sáttmálin millum FSF og
Tórsvøll er galdandi í tvey
ár afturat.
Vøllurin fær størstu skoluna
Tað fekst aftur sjón fyri søgn
mikukvøldið, at spælarar á
báðum liðum høvdu meira
enn vanliga trupult við at
standa á beinunum á
Tórsvølli
Mynd: Álvur Haraldsen
- Nú skal FCM spæla ein heystardag á einum
knortlutum og keðiligum vølli, og tað kann gott
gerast trupul
Henrik Larsen í BT eftir UEFA-Cup dystin
millum FCM og B36
- Fremsta orsøkin at taka hann við, var jú vánaliga
støðan á vøllinum
Henrik Larsen um avgerðina at brúka Rógva
Jacobsen mikukvøldið
- Hatta er sum at síggja "Bambi på glatis"
Eli Hentze, viðmerkjari hjá SvF mikukvøldið
- Vøllurin er út av lagi vánaligur, men tað fáa vit
ikki brúkt til nakað
Jón Rói Jacobsen eftir dystin
- umstøðurnar gjørdu eisini sítt til, at nógvar til-
vildarligar hendingar vóru í dystinum
Írski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, eftir dystin á
Tórsvøli
SAGT UM TÓRSVØLL