fríggjadagur 9. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 171 - 9. september 2005
Tað kann væl vera, at
ísraelska liðið hevði
dygdirnar, sum gjørdi
teir sterkari enn før-
oyska mótstøðan.
Men tað skuldu grov
mistøk til, áðrenn
avgerandi málini
vórðu skotin. Mistøk,
sum hóttu allan dyst-
in á einum undir-
lendi, sum als ikki gav
føroyingum nakran
fyrimun á heimavøll-
inum
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Tað er nógv hent, síðani
Føroyar fyri 13 árum síðani
spældu 1-1 á Svangaskarði
móti Ísrael. Ta ferðin var
lítið, sum bendi á, at talan
var um eitt land, sum veru-
liga skuldi gera um seg á
altjóða tindunum.
Men veruleikin í dag er
ein annar. Ísrael hevur í ein-
um bólki við Sveis, Írlandi
og Fraklandi enn til góðar at
tapa ein dyst, og miku-
kvøldið gjørdu teir sina
skyldu við einum hampu-
liga tryggum sigri á Føroy-
um.
Góðar taktir
Verður sæð burtur frá fyrsta
stóra hvøkkinum, tá Jákup
Mikkelsen longu í fyrsta
minutti stórbjargaði ísra-
elskari roynd, so var talan
tó í nógvar mátar um ein
dyst, har føroyska liðið var
heilt væl við í spælinum.
Serliga tóktist miðvøllur-
in fyrstu longu løtuna at
rigga heilt væl. Nógv ísra-
elsk álop vórðu brotin í
føðingini, og ístaðin kundu
okkara royna seg við mót-
álopum, og tey eru altso
munandi lættari at fáa í lag,
um byrjaði verður á mið-
vøllinum heldur enn hjá
málverjanum.
Tungi
vøllurin
hevði
eisini fingið venjararnar at
broyta nakað um føroysku
uppstillingina. Rógvi Jac-
obsen varð í nógvar mátar
roknaður sum náttúrligi
avloysarin, nú Todi Jónsson
var skaddur. Eitt álit, sum
Rógvi so væl og virðiliga
svaraði, tá hann ferð eftir
ferð syfti mótstøðumonn-
unum í luftbóltum. Og
framman fyri hann høvdu
venjararnir so valt at seta
Christian Høgna Jacobsen,
sum varð tikin framum
Andrew. Einamest tí hann
er kvikari, og tí hevur betri
fortreytir at renna bóltarnar
frá Rógva uppaftur.
Og
føroyska
spælið
gjørdist ikki vandaleysari
av, at vit fyrstu løtuna sóu
ein Jákup á Borg, sum
spruttaði nærum eins nógv,
sum hann gjørdi tað fyrstu
tvey árini av leiðslutíðini
hjá Henrik.
Tunt í borðunum
Soleiðis komu føroyingar-
nir fram til nakrar møgu-
leikar, men samstundis, so
lúrdi vandin alla tíðina fyri
ísraelskum
mótálopum.
Ikki minst vóru teir skjótir
at leggja til merkis, at før-
oyska liðið hevði stórar
trupulleikar í báðum verju-
borðunum. Fyri føroyska
áskoðaran mundi tað vera
serliga órógvandi at síggja,
hvussu tungur Súni Olsen
sá út á vøllinum, og fleiri
ferðir framdi gøtumaðurin
mistøk, sum vit als ikki eru
von við at síggja hann
fremja á landsliðnum. Og
onkursvegna sá beinleiðis
út til, at spælarin ikki var
nóg væl fyri.
Í hinum borðinum tóktust
Mortan og Jákup als ikki at
hava neyðuga automatikkin
í spælinum sínamillum.
Kanska ein náttúrlig avleið-
ing, tá teir bara hava hálva
triðja dyst saman á lands-
liðnum, men fleiri ferðir
vórðu sjálvt mest element-
eru grundreglurnar í verju-
spælinum brotnar. At Mort-
an so í Avi Nimny hevði
kanska besta bólstpælaran á
vøllinum ímóti sær, mundi
ikki gera uppgávuna lættari
í so máta. Her kundi ein
uppløgd loysn uttan iva
verið, at Atli Danielsen
spældi á bakkinum. Kanska
hevur hann ikki somu ferð
og framrættaðu dygdir, sum
Mortan hevur, men sum
Bamse sang á sinni, so kann
hann so nógv annað. Mill-
um annað megnar hann í
betri mun at lesa spælið, og
spurningurin er, hvørt tað
ikki vildi rætt at tikið hesar
dygdirnar framum, tá vit al-
oftast vita, at styrkin á mót-
støðuliðnum elvir til trýst
móti føroyska málinum.
Tað gjørdi, at Ísraelittar
fyrst og fremst royndu at
senda bóltarnar út í borðini,
alt fyri eitt, sum hesin var
vunnin, og síðani vórðu
álopini bygd haðani frá og
víðari.
Tað gav eisini nakrar
møguleikar, har Jákup enn
einaferð mátti stórbjarga,
men framvegis tóktist støð-
an á ongan hátt vónleys.
Dýrar gávur
Eftir ein hálvleik, har vit
soleiðis
høvdu
hildið
mótstøðuni frá at skora, var
kanska væntandi, at ísraels-
menn fóru at missa tolið,
soleiðis at føroyska kontra-
spælið móti høvdinum hjá
Rógva kundi gerast enn
effektivari.
Men hetta hendi tó ong-
antíð, og vóru orsøkirnar til
hetta eisini sjónligar. Part-
víst, so hevði trupla undir-
lagið við sær, at mótstøðan
hevði lítlan hug at selja seg
sjálvan í tráðanini eftir av-
gerandi málinum. Og part-
víst, so hevði føroyska verj-
an framvegis ikki loyst
trupulleikarnar í borðun-
um, har spælarar framvegis
stóðu fullkomuliga skeivt á
vøllinum.
Mest týdningarmikið var
tó sjálvandi, at málið til 0-1
kom longu tíggju minuttir
eftir steðgin. Eitt mál, sum
kom eftir tvey størri og
minni mistøk. Føroyska
liðið hevði annars havt sítt
besta álop hesa løtuna, og
ta einu ferðina megnaði
málverjin bert við ytsta
partinum av fremsta fingri
at jústa innlegg frá Christi-
an Høgna, áðrenn Rógvi
kundi stúta í kassan. Og so
hendi tað, sum absolutt ikki
mátti henda.
Súni Olsen fullkomuliga
feilmetti annars vandaleys-
an bólt, soleiðis at hesin
stakk í svørðin og upp um
hann. Vinstra verjuborð var
sum ein motorvegur, og við
fullari ferð kontraði Ísrael.
Og tá bólturin so varð
spældur yvir um til Avi
Nimny, fekk hann eini
simplari skotfintu flutt
tríggjar verjuleikarar, áðr-
enn hann langaði bóltin
flatt í hornið.
Væl kend støða
Og so var landslið okkara
aftur í væl kendu støðuni.
Har mótstøðumenninir taka
seg nakað aftur á vøllin,
soleiðis at teir kunnu gera
sítt arbeiði liðugt. Teir bíð-
aðu eftir mistakinum, sum
kundi sementera sigurin, og
føroysku spælararnir lógu
ikki á boðunum. Einar tvær
ferðir var um reppið, at
óneyðug bólttap á miðvøll-
inum góvu mál av sær, men
fyrru ferðina verð skotið
við síðuna av, og løtu seinni
fantom-bjargaði
Jákup
Mikkelsen
frá
púrasta
leysum ísraelsmanni.
Av
beinkinum
vórðu
royndir gjørdar at flyta
spælið longur niðan, tá
Andrew varð skiftur inn
fyri troytta Inga Højsted,
men hetta munaði tó ikki
tað stóra. Eina mest tí hetta
samstundis
innibar,
at
Rógvi Jacobsen varð fluttur
í ein defensivan miðvallar-
leiklut, har hann eyðsæð
treivst langt ífrá so væl,
sum hann gjørdi tað í álop-
inum.
Og vandatekini í borðun-
um vóru als ikki av. Soleið-
is kom seinna málið aftur
eftir støðu, har føroyska
verjan var tunn í kantunum,
og beint undir málinum
kundi Yaniv Katan so potað
í kassan.
Vøllur og
fyrireikingar
Og so var dysturin full-
komuliga
punkteraður.
Andrew var um reppi at
Føroyar-Ísrael 0-2 (0-0):
Mistøk góvu sigu