fríggjadagur 9. september 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 9. september 2005
17
minka um munin, tá Rógvi
longdi innkast, men sum
ikki einaferð, so gleið hann
á trupla undirlagnum, og so
var eisini tann møguleikin
burturi.
Spurningurin er so eisini,
um ikki møguleikum fyri
fleiri føroyskum stigum í
hesi undankappingini er
burturi nú. Bert ein dystur
er eftir, men í kvælandi hit-
anum, sum helst er vænt-
andi í Tel-Aviv, skal nokk
ikki roknast við, at okkara
fara at gera tær heilt stóru
skreytirnar. Heldur ikki,
hóast svørðurin tá helst
verður betri egnaður til
fótbóltsspæl, enn hann var
á Tórsvølli mikukvøldið.
Og so skerst heldur ikki
burtur, at tað neyvan er
optiamlt hjá liðnum, tá
ferðinin er, sum hon var
hesaferð. At skula ferðast
eina heila nátt, tá tú skalt
spæla dyst tríggjar dagar
seinni, er kanska ikki tað
smartasta at gera. Her mátti
tað verið munandi meira
upplagt, at spælararnir lógu
nátt eftir dystin í Fraklandi,
og siðani ferðaðust heim
sunnudagin.
Ikki tí vøllur ella ferðing
skulu vera undanførslur.
Men vit kenna okkara leik-
lut í altjóða høpi. Tað eru
nakrar givnar fyritreytir,
har vit vita, at hini eru
frammanfyri. Ikki minst í
spælaratilfeingi. Men tá tað
kemur til fyrireikingar og
standin á undirlendinum, er
talan um lutir, sum vit hava
fult tamarhald á. Og skulu
vit hava nakran kjans at
standa okkum, so er neyð-
ugt, at teir lutir, har vit hava
ávirkan, verða greiddir úr
hondum so væl, sum tað á
nakran hátt ber til.
Føroyar-Ísrael 0-2 (0-2)
HM-undankappingardystur á Tórsvølli
2.240 áskoðarar
0-1: Avi Nimny, 55.
0-2:Yanic Katan, 80.
Dómarabólkur úr Hollandi: Pieter Vink,Wilco
Lobbert, Coen Droste, Kevin Blom
Dómaraeygleiðari úr Danmark: Jørn West
Larsen
FIFA-umboðsmaður úr Liktenstein: Otto
Biedermann
Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen - 3. Mortan úr Hørg,
13. Óli Johannesen (liðf.), 5. Jón Rói Jacobsen, 2.
Súni Olsen - 9. Jákup á Borg (17. Heðin á Lakjuni,
68.), 7. Fróði Benjaminsen, 14. Ingi Højsted (11.
Andrew av Fløtum, 61.), 8. Claus Bech Jørgensen
(12. Símun Samuelsen, 85.) - 7. Rógvi Jacobsen, 10.
Christian Høgni Jacobsen
GK: Súni Olsen, 38.
Á beinkinum uttan at koma inn: 4. Atli Daniel-
sen, 15. Pauli G. Hansen, 16. Jens Martin Knudsen,
18. Jónhard Frederiksberg
Venjari: Henrik Larsen
Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen
Ísrael: 1. Nir Davidovitch - 2. Alon Harazi, 3.Tal Ben
Haim, 4. Ariel Banado, 6. Adoram Keisi - 20.Yaniv
Katan (14. Moshe Biton, 86.), 17. Abbas Swan, 10.
Valeed Badeer, 8. Avi Nimny (liðf.) - 15.Yossi Beny-
oun, 7. Pini Balili (11. Idan Tal, 65.)
GK: Abbas Swan, 20.
Á Beinkinum uttan at koma inn: 5. Shimon Gers-
hon, 18. Michael Zandberg, 19. Salim Toamo, 21.
Klemi Saban, 22. Ohad Cohen
Venjari: Avraham Grant
FAKTA UM DYSTIN
Henrik Larsen fekk undan
dystinum
mikukvøldið
blómur og gávur frá bæði
spælarum og áskoðarum
Hetta varð gjørt, nú
talan var um seinasta
heimadystin við stóra
dananum sum venjara.
Eftir dystin segði Henr-
ik, at hann sjálvandi var
fegin um blómurnar og
gávurnar, sum hann hevði
fingið.
- Tað hevði eg ikki
roknað við. Men hatta var
veldugt av 12. manni.
Og hvat var so í hasum
posunum, sum tú fekk frá
teimum?
- Har var ymiskt, sum
hoyrir einum áskoðara til.
Keppur og turriklæði, og
so eisini eitt lítið steyp, so
tað var bara í lagi.
So tað verður kanska
sum áskoðari, at vit síggja
teg aftur á Tórsvølli?
- Tað veitst tú jú ong-
antíð, so tað kundi kanska
verið, helt hann flennandi
fyri.
-mørk
Kepp og turri-
klæði til Henrik
Henrik var fegin um gávurnar, sum hann hevði fingið frá
12. manni
Mynd: Álvur Haraldsen
urin burtur
Við at seta Rógva sum target-man, royndu venjararnir at fáa nakað av tiltrongdari styrki í
luftspælinum, sum var neyðugt á trupla vøllinum. Og tann parturin av ætlanini riggaði til
fulnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Claus Bech Jørgensen í eini roynd at flukta.
Føroyingar komu til møguleikar, men tíverri
vóru royndirnar ov lítið neyvar og ov lítið
avgjørdar
Mynd: Álvur Haraldsen