Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2000 STEFAN Í SKORINI Týsdagin handaði Ásbjørn Jacobsen frá Bláa Krossi Føroya Peturi Jacob Sig- varsen, formanni í nevndini í Ráðnum Fyri Ferðslu- trygd, blákrossviðurkenn- ingina fyri ár 2000. Ásbjørn Jacobsen segði í talu sínari, at tey í sínum arbeiði sóu eina vandamikla gongd, har misnýtararnir gerast alt yngri. Hesum kunnu Blái Krossur og Ferðslutrygd arbeiða saman fyri at forða. Ferðslutrygd ger sítt til at upplýsa og ráð- geva tey ungu um vandar- nar við rúsdrekkakoyring. Ásbjørn segði eisini, at hann hevði verið til undir- vísing hjá Jón Kragesteen, sum er dagligur leiðari á Ferðslutrygd, og at hon fangaði sera væl tey ungu, sum lýddu á. Petur Jacob Sigvardsen tók ímóti viðurkenningini, og hann segði at hetta bæði Upplýsa og ráðgeva teimum ungu Ráðið Fyri Ferðslutrygd hevur seinastu árini gjørt eitt stórt arbeiði millum ung, m.a. at fyribyrgja rúsdrekkakoyring, og hetta metir Blái Krossur so høgt, at Ferðslutrygd skuldi hava blákrossviðurkenningina fyri ár 2000 Peter Jacob Sigvardsen, formaður í nevndini hjá Ferðslutrygd, og Jón Kragesteen, dagligur leiðari, kundu týsdagin fegnast um viðurkenningina frá Bláa Krossi Føroya Mynd: Stefan í Skorini Kunningarfundur um pensión Í samband við altjóða giktadagin fer Giktafelag Føroya at hava limafund um pensiónir í MBF húsinum í kvøld 12. oktober er altjóða giktadagur, sum gikta- feløg kring heimin halda. Soleiðis er eisini í Før- oyum. Dagurin verður hildin við limafundi í MBF húsinum í kvøld klokkan 19.3o. Í tíðindaskrivi frá Giktafelag Føroya, verð- ur sagt, at felagið fer at brúka dagin til at lýsa pensiónsspurningin úr øðrvísi sjónarhorni. Talan verður ikki um at viðgera pensiónslógina sum so, verður sagt í tíð- indaskrivinum. Felagið hevur valt at fáa ein so- sialráðgeva av Almanna- stovuni at greiða frá, hvussu mannagongdin er, tá søkt verður um pen- sión. Leif Olsen fer at siga fólki frá, hvussu far- ast skal fram frá tí, læknin hevur staðfest sjúkuna, til øll skjøl eru komin á borðið hjá rætta viðkom- andi á pensiónsdeildini Almannastovuni. Nógvir giktasjúkling- ar fáa pensión, og Gikta- felagið hevur fingið nógvar fyrispurningar um, hvussu ein skal bera seg at í hesum sambandi. Hesum fer Leif Olsen at siga frá, eins og hann fer at svara spurningum, fólk kunnu seta honum á fund- inum. Eftir fundin verður hugnaløta við einum kaffimunni, sigur Gikta- felag Føroya í tíðinda- skrivi. ej stimbrar og fløvar, tí slíkt hendir ikki á hvørjum degi. Teirra aðalmál er at bøta um ferðslutrygdina, og hetta arbeiðið byrjar í barnagørð- um og heldur fram í skúlun- um. Hann segði eisini um ar- beiðið hjá Bláa Krossi, at tað ber ikki so væl til hjá teimum at vísa á nakað úr- slit við hagtølum, men at tey trúgva uppá, at tað eisini ber ávøkst. Jón Kragesteen metti, at tað, sum hevði gjørt undir- vísingina enn betur, var, at ein ungur maður, ið hevði verið úti fyri eini ferðslu- vanlukku, var við í undir- vísingini. Hetta fangaði áhugan hjá teimum ungu. Petur Jacob Sigvardsen segði at enda, at Ferðslu- trygd legði dent á at hava eitt gott samstarv við onnur á økinum, og at Blái Kross- ur eisini ger eitt stórt arbeiði innan ferðslutrygd. Kostnaður pr. stk. fyri litmynd: 10x15 cm. kr. 80,- 13x18 cm. kr. 100,- 15x21 cm. kr. 130,- 18x24 cm. kr. 150,- 20x30 cm. kr. 200,- 30x45 cm. kr. 350,- Fyll henda lepan út. Klipp myndina út og send hana saman við lepanum til Sosialin. Tíðindablaðið Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Navn: Blað nr.: Síða: Stødd: Mongd: Bústaður: Telefon: Nú er møguleiki at keypa myndir sum standa í Sosialinum Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Internet: www.sosialurin.fo Sosialurin Oddagrein Føroysk luttøka frá byrjan UM ein mánað skulu oljufeløgini, sum hava fingið boril- oyvi á landgrunninum, greiða okkara myndugleikum frá, hvussu tey ætla at fyriskipa sítt arbeiði og her m.a., hvussu tey vilja brúka føroyskar vørur og tæn- astur. Tað kann tí ikki sigast annað enn, at ráðstevnan, sum verður fyriskipað í Norðurlandahúsinum um tvær vikur, kemur í tøkum tíma. Evnið er nettup spurning- urin, hvussu feløgini, sum hava fingið leitiloyvi, ætla at fyrihalda sær til føroysku luttøkuna í nýggju vinnuni. Hvat eru orð, hvat er veruleiki! TAÐ er eingin, sum sigur, at hetta er nøkur løtt upp- gáva,. hvørki hjá oljufeløgunum, føroyskum vinnulívi ella hjá myndugleikunum. Her er jú talan um nakað spildurnýtt og nakað, sum vit kanska ikki altíð eru so von við, nevniliga bráddliga at skula kunna vera kapp- ingarfør við ein longu væletableraðan tænastuídnað innan frálandavinnu í umheiminum. TAÐ er greitt, at her er bæði talan um førleika og um vilja. Tað er komið at standa í lóggávuni, at tað, sum hevur við hesa nýggju vinnuna at gera, skal um føroyska bryggjukant og um føroyskan flogvøll, og at útlendsku feløgini eisini eiga at brúka føroyskar vørur og tænastur - í tann mun hesar eru kappingarførar. KOMANDI tíðin er rættiliga avgerandi fyri, hvussu fer at verða farið fram í framtíðini. Tað er nú, at skjøtil verður settur á - at lunnar verða lagdir undir komandi tilgongdina. Áhugavert verður tí eisini at frætta, hvat oljuoperatørarnir hava hugsað sær í sambandi við føroyska luttøku í komandi arbeiðinum. Og eisini í hvønn mun vit sjálvi eru før fyri at veita eina muna- dygga, dygdargóða og kappingarføra tænastu. Og her hava okkara myndugleikar sjálvandi ein týðandi leiklut sum bindilið og samskiftislið millum okkara egna og tað útlendska. TAÐ er vert at geva øllum spurningum gætur, sum kunnu loysa upp fyri føroyskari luttøku í oljutilgongdini longu frá byrjan. Tað ljóðar, at operatørarnir longu hava gjørt sáttmálar við føroyskar fyritøkur um arbeiði. Í hesum sambandi kundi verið spurt, um hetta eru arbeiði, sum eru boðin út. Vit hava í hvussu er ikki sæð nakrar lýsingar í bløðunum, har nøkur arbeiði eru boðin út. Er tað ikki nettupp politikkurin hjá okkara myndugleikum, at arbeiði í sambandi við komandi oljuvinnu skulu bjóðast út? HÓAST tað er avmarkað, hvussu stóran part av arbeiðinum í sambandi við komandi leiting føroyskar fyritøkur kunnu átaka sær at gera, so eigur útlendski oljuídnaðurin, sum nú kemur inn í føroyskan sjógv, at gera sær púra greitt, at tað er eitt krav úr Føroyum, at føroyskt vinnulív fær somu sømdir og umstøður at medvirka í arbeiðinum sum útlendskar fyritøkur. Tí mugu vit eisini vóna, at operatørarnir gera sær og sínum undirentreprenørum hetta púra greitt. Vónandi seta somu operatørar ikki óneyðuga strong krøv til luttøku í arbeiðunum, soleiðis at føroysku fyritøkurnar ikki kunnu vera við. Vit mugu bara vóna, at vinnulívið og myndugleikarnir fylgja so mikið væl við, at tey tryggja sær, at føroyska samfelagið ikki verður við skerdan lut í sjálvari uppbyggingini av hesi nýggju vinnu. Herí áliggur stór ábyrgd á ikki minst Oljumála- stýrinum og fakfeløgunum í landinum. Verður talan um eina týðandi framtíðar vinnu her á landi, so er tað so sjálvsagt, at fólkið her býr skal verða vil at at byggja hana upp og ikki bara vera áskoðarar. Men tá krevur tað so sanniliga eisini av okkum, at vit seta orku av til at menna okkara egnu førleikar. Av royndum vita vit, at sera nógv verður skrivað, tá val er í hondum. Tí hev- ur blaðleiðslan gjørt av, at innsent politiskt tilfar í samband við kommunu- valið komandi verður av- markað í longd til eina A4 síðu í vanligari skrift - ella áleið 3.000 tekn - saman við andlitsmynd av val- evninum. Øll valevni er kortini vælkomin at skriva í Sos- ialinum, men tilfar, ið ikki lýkur treytirnar, kemur ikki í blaðið. Blaðleiðslan Treytir fyri valgreinar Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Viðmerkingar: Tað eru øll tekin í sól og mána um, at samgongan gerst sperdari bæði á ein og annan hátt fyri hvønn dag sum fer. Tað byrjaði so ein- falt tá samgongan bleiv skipað. Nú skuldi alt tað gamla rívast um og lúkast skuldi við harðari hond. Alt skuldi veltast av nýggjum við teytaleysum nærlagni og eftir klokkuklárum mannagongdum. Teir sum fingu maktina høvdu sæð ljósið og tað lovaða landið var í eygsjón og teir fóru beint niðan brekkuna. Lítið løgdu teir i tann veruleika, at neyðugt er at verða umhugsin og verja eyguni í sterkum ljósi. Teir stardu beint í ljósið og nú ganga teir allir og vála uppi undir tromini. Teir flestu eru blendaðir, og høv- uðsmennirnir eru star- blindir. Og tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn teir fyrstu ganga seg út av eggini. Nakrir fáir av teim- um útvaldu vóru tó so um- hugsnir og høvdu so mikið av jarðfesti, at teir í allari stillheit vardu sær eyguni móti bjarta ljósinum og hes- ir sóu skótt at leiðin ikki var farbar og at fylgið dragnaði meir og meir. Í fylginum í negra sóu teir eisini nógvar av sínum egnu steðga á, hyggja seg um og tosa saman, um hvussu best varð at ganga, um alt fylgið skuldi koman niðan á í heil- um líki. Teir hoyrdu eisini at onkur av teimun í negra varð farin at hugsa um, hvussu rúmsátt tað mundi vera ovast uppi. Um pláss var fyri teimum øllum, um nøkur skjól vóru haruppi at verja seg afturundir, tá ódn- irnar fóru at blæsa øll tey verjuleysu og alt tað, ið leyst var út av tromini. Nøkur í neðra vóru so nasadjørv og hildu seg vita, at tað ovast uppi ikki var meira til av plássi, enn bert akkurat nokk til teir star- blindu, teirra nærmastu og nakrir blendaðir. Hesi blivu tó beinanvegin yvirdoyvd við einfaldum poppi frá spindoktarum og øðrum, ið teir starblindu høvdu sett á hvørja sýn og á hvørja rás, so at ongin skuldi hyggja burtur, men bara beint móti ljósinum. Men fylgið byrjaði at treiðskast og fleiri og fleiri hildu uppá, at rættast var at kanna fleiri fjøll og fleiri farleiðir, so vissa kundi fáast fyri, at nóg rúmsátt var í erva, og at tey neyðugu skjólini vóru gjørd, áðrenn farið varð niðan á. Um fjallið var tað hægsta ella ikki, var ikki altavgerandi. Tað mest avgerandi var um pláss var fyri øllum, og at øll høvdu møguleika at liva. Tað, sum tey høvdu sæð higartil bendið ikki á, at teir starblindu hugsaðu um, hvussu fylgið hevði tað í neðra og um hvussu trivn- aðurin var. Fleiri av teimum vóru illa gongd og høvdu ampa á sær, tí teir starblindu vildu hava tey at ganga skjótari niðan brekkuna. Tey høvdu vóna at teir ov- astu virdu tey so mikið, at tey fingu neyðug hjálpitól, soleiðis at tey kundu ganga sjálv og harvið fáa eitt betri og virðiligari gongulag. Men teir blendaðu og blindu høvdu havt valdið nóg leingið til at tey illa gongdu kundu staðfesta, at onki skuldi nýtast til teirra persónliga suverenitet, alt skuldi nýtast til ta einu fá- fongdu politisku ætlanina. Fleiri í fylginum vóru komin so mikið til árs, at teirra førleiki var versnaður so mikið, at tey høvdu soli- daritet frá fylginum og leið- arunum tess fyri neyðini. Tey stúrdu fyri, um tey klár- aðu niðaná, og um nakað innivist var til teirra. Tey vildu helst ikki liggja nøkr- um einstakum til byrðu nú, aftaná eitt langt lív við stríði og strevi fyri egnum suve- reniteti. Tey høvdu sanni- liga bítt sítt ríkidømi við hini og lati sín part til fe- lagsskapin. Takkalønin var, at tey, av teimum blendaðu og blindu vórðu útnevnd til samfelagsins fígginda nr. 1 Meðan fylgið so smátt dragnaði meir og meir og gjørdist meira og meira hugsunarsamt, so byrjaði fólk at detta oman undan tromini. Tann fyrsti bleiv skumpaður útav av sínum egnu, teimum sjálvrættvísu, tí nú mátti klokkuklári rein- leikin í hásæti. Ein, ið skumpaði var so avgjørdur, at hann boðaði frá, at tann næsti skuldi sama veg, um hann ikki helt kósina, uttan mun til hvussu stórir flúr- arnir vóru á leiðini. Livst so spyrst. Í leirinum hjá tí formliga leiðaranum stóð onki til. Í eini roynd at stíva leiðaran av móti teimum mest á- gangandi undir tromini, kom ein av hansara, ið var hildin egnaður at halda formliga leiðaran vaknan, á vøllin, ið staðin fyri ein, ið hevði sovið sín søta blund undir liðini á formliga leið- aranum. Men onki hjálpti. Teir við veruliga valdinum, sum eisini hava verið so snildir at seta síni egnu á øll stratetisk støð og hava skúgva øll onnur til viks, teir hava givið ordrar til spindoktarar og niður ígjøg- num rekkjurnar, at nú skal spinnast sum ongantíð og síðan skal alt bjálvast við teflon. Einfaldi poppurin ljómar og fylgið í neðraa fær nú lovað skiftisgrunn við fantasiliardum at avloysa veruligar pengar, ið hvørva skjótari enn nakar brýggjar seg um. Eisini fær fylgið lovað aðrar grunnar, m.a.ein til at burturbeina øll sveiggj í búskapinum og so sanni- liga eisini ein, ið fylgið sjálvt skal fylla í, til at fíggja egnan aldurdóm. Sum eina tøkk fyri allan vælviljan, skal fylgið harumframt hava skattalætta sum for- slær. Fyri at fíggja hetta ævin- tyrliga blendverkið, skal alt arvasilvuri, sum fylgið eig- ur og hevur goldið fyri í dýrum dómun, seljast, ong- antíð ov skótt og speku- lerast skal í øllum felags tilfeingi. Tey, ið fylgið hev- ur skapt virðini hjá, kunnu framyvir gleða seg enn meira, tá t.d. partafelags- skatturin fer longur niður. Avloysarin, sum er komin undir tromina fyri at fáa lív í formliga leiðaran, gerst alt meira strongdur, tí hann sær, at størsti parturin av fylginum hevur fingið nokk av spinni og teflon og tískil hevur riggað til at fara aðra leið. Fleiri av teirra egnu standa fremstir í fylginum. Hann fær tó ikki lív í leið- aran, ið er farin í coma, og hann hyggur hjálparleysar at, meðan teir blendaðu og blindu bera leiðaran niðan á. Hann sær teir fyrstu ganga útav og beint áðrenn leiðarin verður borðin útav, slær toran niður í hann og hann vaknar við kaldan dreym, men kanska er tað ov seint? Kristian Magnussen løgtingsmaður Niðan á fjallið Røða hildin í løgtinginum undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár Leygardagin skipaði Fugla- fjarðar Svimjifelag fyri neytalortakapping úti á Dal. Hetta er nýtt slag av kapp- ing, har tarvur verður girdur inn, og økið luta sundir í smærri øki, ið fólk kunnu keypa sær. Hepni vinnarin er tann, ið »eigur« øki, har fyrsti neytalorturin fellur. Kappingin hjá fuglfirð- ingum var í illveðrinum leygardagin, men koritni komu eini 200 fólk, og til- takið eydnaðist væl, sigur Øssur Mohr, sum er nevnd- arlimur í svimjifelagnum. – Inn komu 42.000 krón- Neytalorturin fall til gøtumann ur, sum m. a. verða brúktar til venjarar, sigur Øssur Mohr. Felagið hevur júst sett nýggjan venjara og tveir hjálparvenjarar. Hepni vinnarin av tarv- inum var Tórleif Justinus- sen í Gøtu Fuglafjarðar Svimjifelag hevur 25 ár á baki tann 11. november í ár. Um vikuskiftið skipa fuglfirðingar annars fyri svimjstevnu, har m. a. lut- takarar verða úr Klaksvík, úr Gøtu, av Toftum, úr Vági og av Tvøroyri. el