Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2000 Nr. 196 - 12. oktober 2000 STEFAN Í SKORINI Við hesum úrslitinum vísa granskararnir aftur, at upp- hitingin av jørðini kann steðgast við at leggja hægri avgjøld á brennievni. Granskarar eru annars fyrr komnir fram til, at ovurnýtsla av fossilum brennievni hevur verið høv- uðsorsøkin til alheims upp- hitingina, og tí hava fleiri politikarar arbeitt fyri at Sterkari sól orsøk til alheims upphiting Granskarar eru komnir fram til, at strálingin frá sólini er økt munandi ta seinastu øldina. Hetta er høvuðsorsøkin til alheims upphitingina heldur enn økta nýtslan av fossilum brennievni orsøkin til vakstrarhúsárin- ið. Seinastu øldina er hita- lagið á jørðini økt við 0,6 hitastigum. Granskarar spáa, at henda økingin verð- ur 2 hitastig um hundrað ár. Økti hitin hevur havt við sær, at ein stórur partur av ísinum við báðar pólarnar er smeltaður, og vetrarnir um okkara leiðir eru heldur heitari. Fleiri faktorar Granskingarúrslitini benda á, at upphitingin stavar frá, at mongdin av orku, sum verður send út av sólini, er vaksin munandi. Tað sama er galdandi fyri mongdina av ultraviolettum ljósi. Hetta er hent, samstundis sum at magnetøkið hjá sól- ini er tvífaldað. Magnetøkið er við til at forða einum stór- um parti av teimum kosm- isku strálunum, sum eru við til at skapa skýggj, at koma at jørðini. Við tað at færri skýggj eru, sleppa sólar- strálurnar lættari at jarðar- flatuni. Ein stórur partur av upp- lýsingunum er fingnar frá Soho fylgisveininum, sum skrásetir virksemi á sólini. Ein av leiðarunum av verkætlanini, sum eitur Paal Brekke, sigur, at tað at leggja hægri avgjøld á brennievni kann verða gott á onkrum økjum, men at tað ikki fer at hjálpa nakað ser- ligt í stríðnum at halda jørð- ina so kalda, sum hon er nú. Vakstrarhúsárinið kemst av, at lufthválvið kring jørð- ina virkar sum glasið í ein- um vakstrarhúsi, har sól- strálurnar sleppa inn, men hitin verður fangaður inni í Sólarstrálurnar eru høvuðsorsøkin til alheimsupphitingina siga granskarar í eini nýggjari kanning, sum er gjørd hækka avgjøldini á brenni- evni. Tískil eru brennievni vorðin dýrari hjá brúkarun- um, og hetta er gjørt fyri at tálma nýtsluni. Økt stráling Orsøkin til, at tað er vorðið heitari á jørðini seinnu árini, er tó heldur økt stráling frá sólini. Tískil verður meira hiti sendur av sólini á jørð- ina enn áður. Hetta er or- søkin til vakstrarhúsárinið, verður sagt í eini frágreið- ing, sum granskarar frá ESA (European Space Agency) hava gjørt. Í granskingini eru upplýs- ingar frá fylgisveinum og aðrar stjørnufrøðiligar upp- lýsingar nýttar at prógva, at leikluturin hjá sólini hevur verið undirmettur í øðrum granskingarúrslitum við- víkjandi vakstrarhúsárinin- um, sum eru komin fram tey seinnu árini. Nýggju kanningarnar fara at hava stóra politiska ávirk- an. Politikarar hava í fleiri ár tikið við ráðum frá granskarum, sum hava sagt, at fyri at minka um vakstr- arhúsárinið er neyðugt at hækka avgjøldini á brenni- evnum og hækka vegskatt- in. Á tann hátt verður út- sendingin av koldioxidi minkað. Granskarar hava mett, at ækta mongdin av koldioxidi í luftini er størsta Elst og yngst saman Tórshavn: Sosiala nevnd í Tórshavnar býráði hevur biðið byggideildina um gera eina ætlan um, hvussu ein vøggustova og eitt eldrasambýli kunnu gerast á sama staði STEFAN Í SKORINI Vallalíð er staðið, har eldrasambýlið og vøggu- stovan eftir ætlan skulu gerast. Enn er einki sam- tykt av býráðnum, men sosiala nevnd hevur ar- beitt við málinum og bið- ið um pening til projekter- ing. Um byggideildin kemur við einum góðum uppskoti, verður uppskot- ið væntandi samtykt í bý- ráðnum. Elin Lindenskov, for- maður í sosialu nevnd, sigur, at ætlanin er, at bæði eldrasambýlið og vøggustovan skulu fáa gleði av hvørjum øðrum, og tí tekur nevndin stig til at byggja báðar stovnarn- ar síð um síð. Tað er vøggustovan hjá nonnunum, Stella Maris í Varðagøtu, sum skal flyta í nýggj høli. Arbeiðseftir- litið hevur verið á vitjan og kom til ta niðurstøðu, at hølini vóru ikki nóg væl egnað til vøggustovu, og tí verður væntandi flutt í nýggj høli. Í nýggja bygn- inginum skal pláss vera fyri fleiri børnum enn nú, men enn er ikki greitt, hvussu nógv børn kunnu fáa pláss. Tað verður greitt seinni, tí ætlanirnar eru langt frá lidnar enn. Sankta Frans skúli hev- ur tørv á einum frítíðar- skúla, og hann skal vera í hølunum hjá vøggustov- uni í framtíðini, um upp- skotið verður samtykt. Eldrasambýlið er tað fyrsta av sínum slag, og býráðið hevur ætlanir um at gera fleiri. húsinum. Hildið hevur verið, at or- søkin til hetta er, at mongdin av koldioxidi í luftini er økt við 30 prosentum tey sein- astu árini. Koldioxidið stav- ar frá bilum, orkuverkum og øðrum motorriknum akfør- um. Leikluturin hjá sólini var ikki tikin so álvarsliga í hes- um sambandi. Granskarar hava fyrr hildið, at samlaða orkan frá sólini bara er økt 0,7 prosent seinastu 150 árini, og at bara ein tíggj- undapartur av upphitingini stavar frá sólini. At ultravioletta ljósið er økt 3 prosent er ikki tikið við í kanningarúrslit áður, og tað hevur við sær, at meira hiti verður fangaður á jørðini. Niðurstøðan hjá gransk- arunum er tann, at sólin er høvuðsorsøkin til upphit- ingina, sum vit uppliva í løtuni, og at ísurin við pól- arnar bráðnar. Tað er ikki økta koldioxidi í luftini, sum fyrr hildið. Enn er ikki greitt hvørjar avleiðingar hetta úrslitið fær, ella um tað verður tikið við í met- ingarnar hjá politikarum. Vitan er vorðin alt meira týðandi táttur av samfelags- menningini. Hvussu er so statt við fólki við akdem- iskari vitan innan høvuðs- vinnu okkara? Hvussu er vitanin býtt við atliti til økismenning. Sum kunnugt hevur fiskivinnan lutfalsliga størri týdning uttan fyri Havnina, samstundis sum høvuðsstaðir vanliga draga flestar akademikarar til sín. Ein skjótur fyrispurningur innan vinnuna vísir, at sera fáir persónar við akadem- iskari útbúgving hava leið- andi størv innan fiskivinn- una, tað veri seg sum stjórar ella í størvum, ið hava bein- leiðis tilvísing til stjórnina: Yvirlitið vísir, at fólk við akademiskari vitan ikki mynda leiðslurnar innan fiskivinnuna. Sera lítil part- ur av tí akademiska kunn- leikanum, ið vit flyta inn til Føroyar, verður sostatt part- ur av produktiva vinnulív- inum. Hetta er so mikið meira løgið, tá ið hugsað verður um, at teir akadem- ikarar, sum hava leiðara- størv innan høvuðsvinnuna, hava stórar avbjóðingar og góðar menningarmøguleik- ar. Ikki kann kastast einum søgufrøðingi, einum fyrisit- ingarfrøðingi ella einum cand. mag. í donskum fyri, at teir ikki velja leiðarastørv innan høvuðsvinnuna. Tey hava eina útbúgving og velja starv, ið miðar ímóti slíkum størvum. Og hvussu ber tað til, at sjálvt tey, sum velja fiskivinnurelevant fak, heldur ikki sýna fiskivinn- uni áhuga! Hví finnast t.d. lívfrøðingar, cand. merc.’ar, búskaparfrøðingar og verk- frøðingar ikki í leiðandi størvum í fiskivinnuni í stórum tali? Viðkomandi spurningurin er ikki hví føroyingar við akademiskari útbúgving ikki velja starv innan høv- uðsvinnuna, men heldur: Hví velja føroyingar - upp- vaksnir í einum fiskivinnu- samfelag - næstan burturav útbúgving innan umsiting, heilsu- og undirvísingar- verk, fíggingarvirksemi og lógfrøði heldur enn fiski- vinnu? E in av orsøkunum er, at høvuðsvinnan er ikki høgt í metum, hóast hon útvegar umleið 95% av okkara útflutningsinntøkum. Tað er als ikki ‘kall’ at arbeiða sum tímaløntur á fiskavirki ella alibrúki í dag, og hugtakið ‘ófaklærd arbeiðsmegi’ er fest á hesi verkafólk. Hóast ein, ið hevur starvast í hesi vinnu í 30 ár, er vorðin ser- frøðingar og meira ‘fak- lærd/ur’ enn kanska nakar annar, ja so verður hugtakið ikki broytt kortini. Hetta viðførir sjálvandi, at sam- bandið millum vinnuna og tey, ið ikki starvast í vinn- uni, viknar. Hesi viðurskifti síggjast aftur í sambandi við val av miðnámsútbúgving ella lærugreinum. Besta dømið er Fiskivinnuskúlin í Vest- manna, ið hevur so lítla undirtøku sum fáur skúli í Føroyum. Annað dømi er lærugreinin ‘fiskivinna’ á HF- ella handilsskúla. Í fleiri førum er lærugreinin tikin av tímatalvuni, tí ongir næmingar velja hana. Fyrst í 80-unum tók eg HF prógv, og í flokkinum valdu 22 næmingar lærugreinina sál- arfrøði, men bert 6-7 valdu fiskivinnu! Veika støðan, ið fiski- vinnan hevur í hugaheim- inum hjá uppvaksandi ætt- arliðnum, førir ungdómin burtur frá fiskivinnuni. Leiðslurnar í vinnuni verða tískil myndaðar av fólki, ið hava drúgvar royndir innan vinnuna: Skiparar, ið virka sum reiðarar; høvuðsíleggj- arar og stigtakarar innan ali- vinnuna, ið sjálvir mynda leiðsluna á teirra brúki; og innan flakavinnuna geva drúgvar arbeiðsroyndir, uppgávur á lægri leiðslu- stigi og lýdni móti arbeiðs- gevaranum fólki møguleika at mynda leiðsluna, sjálvt um bókligi førleikin ikki er stórur. Hinvegin má ásannast, at akademikarin hevur ikki havt samband við vinnulív- ið, og tað ið har rørist. Har- afturat verður hansara vitan ikki beinleiðis eftirspurd, tí fólkið í vinnuni ikki hava Fiskivinnan ikki nóg høgt í metum Hví velja føroyingar uppvaksnir í einum fiskivinnusamfelag næstan burturav útbúgving uttanfyri fiskivinnuna, spyr Rógvi Reinert havt sambandi við akdem- iskt umhvørvi. Úrslitið verður, at hann ikki heldur seg framat, tá ið leiðarastørv verða tøk. Lættari er at halda seg til, tá ið lands- stovnar, heilsu- ella umsit- ingarverk søkja eftir fólki við júst tí útbúgving, ið tann nýklakti hevur tilognað sær. Yrkisroyndirnar í hesum starvinum eggja neyvan til at søkja starv inna høvuðs- vinnuna seinri — heldur tvørturímóti. Hvat er til ráða at taka? Grundleggjandi er, at høv- uðsvinnan verður meira virðismett. Hon má fáa størri pláss innan okkara undirvísingarverk, og størri dentur eigur at verða lagdur á hesa vinnu innan lestrar- vegleiðing, so útbúgvingar- møguleikar innan hesa vinnu verða meira sjónligir — ikki bert møguleikar í Danmark, men eisini aðras- taðni. Onnur týðandi fortreyt er, at vit fáa ein skipan, har starvsroyndir ávirka inn- tøkuna, so ein við størri royndum fær hægri løn enn ein við fáum royndum; hetta eigur at verða saman- tvinnað við eini starvsváttan (vinnubrævi), ið staðfestir arbeiðsroyndirnar hjá tí ein- staka. Tá eru tey ikki long- ur ‘ófaklærd’. Virðingin, bæði fyri teimum og vinn- uni, verður harvið størri. Triðja fyritreytin er, at fiski-/alivinnan og akadem- ikarar vísa størri áhuga hvør fyri øðrum. Vinnan eigur at síggja, at høgt útbúgvð fólk er eitt tilfeingi, ið kann menna vinnuna, og tey les- andi mugu gerast greið yvir, at her eru stórar og spenn- andi avbjóðingar. Ein byrj- an kundi verið, at lesandi útintu granskingar- ella ráð- gevingaruppgávur fyri ali— og fiskivinnuna. Í hesum sambandi er samstarvið millum arbeiðsgeverafelag- ið og Meginfelag Føroyska Studenta dømi um eitt stig á røttu leiðini. Avgerðandi fyri lívførið hjá tiltakinum verður tó, at báðir partar miðvíst lívga um tað frá byrjanin. Greinin er tikin úr blaðn- um Hugin og Munin sum Granskingarverkætlanin fyri Økismenning gevur út. Leiðarastørv Størv í alt Harav akademikarar Akademikara-% Reiðaravirksemi 60 2 3,3 % Fiskaframleiðsla 40 3 7,5% Alivinnan 20 4 20,0% Felagið fyri hoyribrekað hevur ognað sær eina trans- portabla telelykkju, sum vit ætla at leiga út. Ein telelykkja er eitt sera hent hjálpartól til teirra, ið brúka hoyritól. Av røttum áttu allir almennir bygning- ar at havt teleslyngu, men sum er, eru tað einans nakr- ar av kirkjunum, samkomu- hús og aðrir almennir bygn- ingar, sum t.d. Løgtingið, MBF-húsið, Læraraskúla- høllin og Norðurlandahús- ið, ið eru útgjørdir við tele- slyngu. Uttanfyri Havnina er uppaftur verri statt. Tað hevur verið ein saknur fyri felagið, at ikki bar til at halda fund, har vit vildu, tí telelykkja ikki var. Vit hava tískil keypt eina telelykkju, sum vit kunnu hava við okkum. Og til tess, at eisini onnur kunnu fáa gleði av henni, hava vit gjørt av at leiga telelykkj- una út. Tey, ið hava áhugað fyri telelykkjuni, kunnu venda sær til MBF. Vit koma at krevja eitt deposi- tum uppá 500 kr., og síðan 100 kr. um dagin í leigu, og tann, ið fær tólið útflýggjað, heftir við síni undirskrift fyri, at vit fáa tólið aftur óskalað. Leygardagin 14. oktober heldur felagið limafund, har tosað verður um nýggja tøkni. Vit fara at tosa um hjálpartól til hoyribrekað í víðastu merking. Til at greiða frá á fundinum hava vit fingið Inu Weesberg frá Hoyrnardeildini á Sernáms- deplinum, Palla Mortensen frá Hjálpartólamiðstøðini, Føroya Tele fer at vísa okkurt av tí, teir selja. Eisini verður telelykkjan, sum felagið hevur útvegað sær, víst framm. Øll er væl komin á fundin og nýggir limir kunnu tekna seg. Hvat er ein telelykkja? Ein telelykkja, ella tele- slynga, sum hon eisini verð- ur rópt — er eitt hjálpartól til hoyribrekað. Sum orðið sigur, er tað ein lykkja, sum er íbundin ein forsterkara. Hendan lykkja liggur runt í Nýtt tól fyri hoyribrekað rúminum og uppfangar tey signal, sum koma úr teirri tráðleysu mikrofonini, sum talarin hevur. Signalið verð- ur leitt gjøgnum lykkjuna runt rúmið og kemur síðan beinleiðis inn í hoyritólið hjá tí hoyribrekaða. Við- merkjast skal, at tá skal hoyritólið verða sett á T. Tað merkir so, at ljóðið kemur beinleiðis frá tí, ið hevur orðið, og til hoyri- tólið, uttan at tað skal fara út í rúmið fyrst. Tí slepst undan ekkó, gangi o.s.fr. Vanliga verður telelykkja fest niðri við gólvið, men við hesari, sum flytast kann, verður leidningurin lagdur eftir gólvinum uttan um tey, ið lurta.