Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2000 Nr. 196 - 12. oktober 2000 JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD MYNDIR: JENS KR. VANG Fuglafjørður: Í Lorvík og í eystara parti av Eystur- oynni var stórur dagur týs- dagin. Seinnapartin týsdag- in kom nýggjasta far í før- oyska fiskiflotanum til land- ið. Tað er Hvilvtenni hjá Kjartan Joensen í Lorvík. Hvørt mannsbarn var á fót- um, tá skipið dagaði undan suðri í Lorvíksfirði og kom skúmandi inn móti bygdini. Skipið stingur so djúpt, at ikki ber til at leggja at í Lorvík, men teir gloymdu ikki gamlan sið, at sigla tríggjar ferðir í kring við sólini, ein siður, føroysk skip hava nýtt, tá tey fara nýggjan túr. Hvilvtennið fór ikki bein- leiðis á nýggjan túr týsdag- in, men legði leiðina inn á Fuglafjørð, har móttøka var fyri skipinum. Hornorkestur spældi og kórsangur ljóm- aði og Kjartan og hansara menn, sum hava verið undangongumenn innan føroyska rækjuveiðu, stóðu rørdir á brúnni, áðrenn land- gangurin spakuliga var heysaður niður á brúnna. Og Hvilvtenni sá veldug- ur út, har hann lá við bryggju í Fuglafirði. Hetta er eitt av teim størstu skip- unum í landinum, halda við stóra svartkjaftatrolaran hjá JFK- trol, Næraberg, uttan- fyri. Her er nýggjasta tøknin innan rækjuveiðu og tilvirk- an av rækjum savnað á ein- um stað og djúpt niðri í skip- inum liggja 7500 hestar og bíða eftir at sleppa á royna seg á sløttu undirsjóar- fjøllunum og í líðunum á Flemmish Cap, vesturi í Atlantshavi. Fleiri manns hava verið leingi saman við Kjartan og fiska. Kokkurin á myndini, Gunnar Svartá hevur verið við frá byrjan fyrst í sjeyti- árinum. Vónbrotin Undir hátíðarhaldinum og fyri Sosialinum í seinastu viku gjørdi Kjartan Joensen, reiðari, greitt, at hann er sera vónbrotin av, at Framtaks- grunnurin ikki trúði á hans- ara verkætlan, tá ið hann fór undir at fyrireika byggingina av nýggja Hvilvtenni. Tað bar snøgt sagt ikki til at fáa nakran at seta í skipið í Føroyum. Tí heitti hann á Frank Uhrenholt, sum er virkin innan rækjuvinni, at Hvilvtennið fekk stórfingna móttøku Hóast eitt sindur av beiskleika, tí føroyingar ikki vildu vera við í fíggingini av skipinum, so eru tað bjartskygdir eigarar, sum í næstum stevna vestur í hav á rækjuveiðu við nýggja skipinum seta í skipið og hann eigur í dag 33 triðingin í skipinum. Nógvur eginpeningur er í Hvilvtenni og vónirnar fyri at skipið fer at bera seg eru góðar – Vit hava fingið eitt vak- urt og effektivt skip, segði Kjartan Joensen, við Sosi- alin, seinasta fríggjadag, tá skipið gjørdi klárt at fara úr Noregi. Og hann legði aft- urat: – Oljuprísurin er ikki heilt við okkum í løtuni, men tað kemur eisini ann upp á hvussu vit hyggja upp á tað. Í 1985 kostaði oljan fyri skip 2.68 kr fyri liturin. Prísurin á rækjum lá tá um 12 krónur fyri kiloið. Í dag hava vit bunkra fyri 2.32 kr. og nú liggur rækjuprísurin um 14 krónru fyri kiloið. Tað hevur sæð verri út fyrr, sigur Kjartan Joensen. – Men vit kom at brúka nógva olju. Tá eg byrjaði fyrst í sjeyti árunum við Vesturvarða høvdu vit 460 hestar tøkar. Nú hava við 7500. Lemmarnir tá vóru ikki størri enn eitt kuffert, eg lyfti einum lættliga, og Regin Vágadal hevði lyft báðum sum einki. Lemm- arnir viga í dag seks tons hvør, sigur Kjartan Joensen. Vit skrivaðu annars í sein- astu viku, at Hvilvtenni skuldi fiska fyri eina millión um dagin tá hann var til fiskiskap. Hetta er sjálvsagt skeivt. Tað skuldi standa eina millión um vikuna. Kjartan Joensen, reiðari og skipari á Hvilvtenni fyrsta túr Børnini fingu sodavatn Kokkurin Gunnar Svartá hevur verið við Kjartani frá byrjan fyrst í sjeyti árunum JOHN JOHANNESSEN Útlit eru nú fyri, at samráð- ingarnar millum danska løgmálaráðharran og før- oyska landsstýrismannin í lógarmálum um teirra økir í fullveldismálinum verður hildin í næstum. Talan er um ein ávegis samráðingarfund, sum Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen avtalaðu, eftir at tað var greitt, at tað ikki bar til hjá donsku stjórnini at koma til Føroya at samráðast. Embætismannaverkið á løgmansskrivstovuni hevur havt samband við danska forsætisráðið, og væntar sær í dag ella í morgin at fáa at vita, nær tað ber til hjá danska løgmálaráðharran- um at koma til Føroya. Økið skal avgreiðast Uppskotið, um at ávegis samráðingarfundir skuldu haldast áðrenn sjálvan sam- ráðingarfundin 26. oktober, eigur danski forsætisráð- harrin. Hetta skjýtur hann upp í brævi til løgmans 21. juli, tá hann sigur løgmanni, at tað ikki ber til hjá donsku stjórnini at koma til Føroya at samráðast. Í brævi til danska forsæt- isráðharran 5. september tekur løgmaður undir við hugskotinum. Men løgmað- ur setir treytir. Treytirnar frá løgmanni eru, at partarnir skulu koma til eina endaliga politiska støðutakan fyri heimarætt og borgararættindi, umsit- ingarligt samstarv og gjald- oyrasamstarv. Harafturat krevur løgmaður, at fund- irnir síðani skulu verða hildnir í Føroyum. Ætlanin er, at danski bú- skaparmálaráðharrin, Mari- anne Jelved, skal samráðast við føroyska fíggjarmála- ráðharran, Karsten Hansen, um gjaldoyrasamstarvið. Frank Jensen, løgmálaráð- harri, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógar- málum, skulu samráðast um restina. Eftir, at danska fólkið hevur sagt nei til evruna, og krónan tískil heldur fram at vera gjaldoyra, verður fund- urin millum Marianne Jel- ved og Karsten Hansen mettur at vera óneyðugur. Sum skilst á landsstýrin- Samráðast fyrsta dagin Landsstýrið hevur havt samband við danska forsætisráðið um ávegis samráðingarnar millum Høgna Hoydal og Frank Jensen, og roknast kann við, at fundur verður teirra millum í næstum um, skulu vit tó vænta, at fundurin millum Høgna Hoydal og Frank Jensen verður veruleiki. Væl at merkja, um danski løgmála- ráðharrin áðrenn fundin er sinnaður at finna eina felags politiska støðutakan um tey øki, teir á fundinum skulu samráðast um. Stjórnin sigur ósatt Síðani løgmaður sendi danska forsætisráðharranum bræv 5. september, hevur einki formelt brævaskifti verið teirra millum. Og nú knøpp tíð er til samráðingar- fundin 26. oktober, eru part- arnir farnir at geva hvørj- um øðrum skuldina fyri, at eingin av ávegis sam- ráðingarfundunum enn er hildin. Høgt standandi embæt- isfólk hjá danska forsætis- ráðharranum søgdu við Sosialin í gjár, at orsøkin til, at fundurin millum Frank Jensen og Høgna Hoydal enn ikki er hildin er, at Frank Jensen bíðar eftir einum útspæli frá Høgna Hoydal til fundin. Frank Jensen var sambært embætisfólkunum annars klárur at koma til Føroya á fund. Hesar grundgevingarnar eru í oyrunum á Høgna Hoydal púra burturvið. Tí føroyingar hava alla tíðina verið klárir at samráðast. Og útspælið, donsku em- bætisfólkini tosa um, kenna danir frá samráðingarfund- unum. Tí heldur Høgni Hoydal tað vera beinleiðis ósatt at siga, at danir bíða eftir føroyingum. Føroysk rættindi í fremmandum sjógvi (tons) Rættindi hjá øðrum tjóðum í føroyskum sjógvi (tons) 2000 2001 2000 2001 ES Toskur og hýsa 500 500 Annar botnfiskur 3.065 26) 3.065 26) 14.860 31) 14.860 31) Makrelur 4.680 27) 9.600 27) 3.890 4.360 Sild 1.160 28) 1.160 28) Lodna 10.000 29) 10.000 Brisling, rossam. 9.000 30) 9.000 30) Hvít.br., nebbasild 18.000 18.000 Svartkjaftur 62.000 62.000 25.000 25.000 Rækjur 1.150 29) 1.150 29) Tilsamans 109.055 113.975 44.250 44.720 Samráðingarnar millum Føroyar og ES um sínámill- um fiskirættindasáttmála fyri 2001 vórðu í Tórshavn 9.-10. oktober 2000. Sam- ráðingarnar endaðu við, at avtala varð gjørd fyri 2001 um veiðurættindi á júst sama støði sum fyri 2000. Allar kvotunøgdir hjá før- oyskum skipum í ES og grønlendskum sjógvi eru óbroyttar, og kvotunøgdirn- ar hjá ES skipum í føroysk- um sjógvi eru tær somu. Tó varð tann broyting gjørd, at ES skip í 2001 — sum eina roynd — fáa møguleika at veiða meira av langasporli og stinglaksi burtur av tí samlaðu longu- og blálongukvotuni; heild- arkvotan, 3.600 tons, er óbroytt. Hesin møguleikin verður endurskoðaður undir komandi samráðingum næsta ár við atliti at møgu- leikum hjá føroyskum skip- um at fáa rúmari atgongd at fiska tær kvotur, sum verða avtalaðar millum partarnar. Tann óbroytta avtalan merkir, at føroysk skip eis- ES 26) Av hesum: 1.740 tons longa, blálonga og brosma, 400 tons annað (sum hjáveiða), 125 tons hemari, 150 tons svartkalvi við Vesturgrønland, 150 tons svartkalvi við Eysturgrønland, 500 tons kongafiskur við Eysturgrønland 27) Av hesum eru tey 4.360 tonsini av føroysku makrelkvotuni, sum er flutt at kunna verða fiskað í ES sjógvi (ICES øki VIa. Frá 1.oktober til 31. desember kunnu 1.580 tons veiðast eystan fyri 4°W (ICES øki IVa norðan fyri 59°N). 28) 660 tons vestan fyri Skotland og 500 tons í Skagerakk 29) Við Eysturgrønland 30) 2.000 tons av brislingi og 7.000 tons av rossamakreli 31) Av hesum: 2.500 tons upsi, 7.000 tons kongafiskur, 3.600 tons blálonga, longa, langasporl og stinglaksi, 1.000 tons flatfiskur (svartkalvi íroknaður), 760 tons annað. Veiðan av langasporli og stinglaksi kann í mesta lagi verða 1.080 tons av blálongu- og longukvotuni. Makrelkvoturnar verða endurskoðaðar, tá strandarlondini hava gjørt avtalu um makrelfiskiskapin í 2001. ini í 2001 kunnu fiska ávísa nøgd av makreli burtur av tí føroysku strandarlanda- kvotuni í ES sjógvi. Hetta var ein stríðsspurningur í samráðingunum fyri 2000, men sum varð loystur eftir 2. samráðingarumfar. Triðjalond — serliga Noreg, sum fiska í tí áður umstríddu leiðini á markin- um millum Føroyar og Bretland, hava fleiri ferðir heitt á Føroyar og ES um at fáa eina greiða skipan fyri, hvussu fráboðanarreglurnar eru á hesi leiðini. Higartil hava skipini boðað frá til báðar partar og sama veiðu- nøgd hevur verið tikin burt- ur av hjá hvørjum. Nú ein endaliga avtala er gjørd við Bretland um fiski- markið har á leiðini, er greitt grundarlag hjá Føroy- um og ES í fiskirættinda- høpi at taka henda spurn- ingin til viðgerðar. Hetta varð gjørt á fundinum í Tórshavn. Semja er m. a. um, • at partarnir skulu lata hvørjum øðrum upplýsingar Samráðingar millum Føroyar og ES um fiskirættindasáttmála fyri 2000 um fiskiloyvi, sum eru latin skipum úr triðjalondum við rættti at fiska í serøkinum, • at um báðir partar hava givið skipi fiskiloyvi, verð- ur veiðunøgdin roknað helvt um helvt av kvotunum latin frá hvørjum partinum. Hevur bert annar parturin latið fiskiloyvi, verður øll veiðan roknað av kvotunum latin av hesum partinum, • at skip úr triðjalondum, sum hava fingið loyvi at fiska í serøkinum, skulu vera undir fylgisveinaeftir- liti, og partarnir skulu lata hvørjum øðrum hesar upp- lýsingar, • at um eitt skip hevur fiski- loyvi frá báðum pørtum, skal hvør parturin útinna eftirlitið (enforce) samsvar- andi sínum egnu teknisku reguleringum. Hjáløgd er talva við yvirliti yvir avtalaðu kvoturnar. Fiskivinnustovan 11. oktober 2000