Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2000 Nr. 196 - 12. oktober 2000 ORÐ OG MYNDIR: EDVARD JOENSEN Heystfrítíðin hjá skúlunum er flettingartíð. Nógvastaðni sæst ljós í vikuskiftishús- unum, nú fólk eru komin av størru plássunum út á smá- bygdirnar at ganga fjall og fletta. Telefonin ringir. Tað eru fjallboð. »Vit fara týsmorgunin klokkan átta. Møta á van- liga staðnum«, eru boðini, røktingarmaðurin gevur. Hetta eru eingi óvæntað boð. Bíðað hevur verið eftir teimum nú í nakrar dagar. Á rættini verður avtalað, áðrenn farið verður til gongu, hvussu gerast skal. Nógv er fólkið. Eyðsýnt er, at skúlarnir hava frí, og eis- Fletting Hetta er tíðin, tá flett verður. Skurðfjøllini eru við at vera gingin, og klippingin stendur fyri. Ymisk er, sum tað roynist, skilst. Men sum heild eru menn tó nøgdir við árið ini er fólk komið aðrastaðni at ganga á fjall. Eigararnir eru ikki altíð líka støðufastir sum jørðin sjálv, so teir flyta pláss av plássi. Tað gongur upp á stás. Klokkan trý eru vit aftur við hús við skurðinum, og so er bara flettingin eftir. Tað er altíð spennandi, tá flett verður. Tað er líkasum ein egin dámur yvr húsin- um, tá soleiðis er. Fleiri eru, sum bjóða seg fram at taka eina hond í, so fjallmaðurin tekur tað bara heilt róligt. Ivaleyst fara skinnini at fáast av teimum bæði skjótt og væl. Børnini eru spent og vilja síggja, hvussu farið verður fram. Hugaligt, halda tey eldru, at tey tíma at vera við og læra tað, sum tey gomlu ofta halda er við at fara. Men so er ikki. Størru børnini vita rættiliga væl, hvussu farast skal fram, og onkur er, sum rættilig hjálp er í, meðan summi bara eru forvitin og fylgja við. Bíða til teirra túrur kemur. Og so eru tað hesir, sum støkka inn á gólvið. Teir síggja ljós í kjallaranum og hava roknað út, at her verð- ur flett. Hugurin er almikil, og tá teir sjálvir nú einki hava at fletta í dag, verður farið at fregnast, hvussu skerst hjá øðrum. So verður sammett og reypað. Ella teir bara tiga, tá teir síggja, at her er betri vekt, enn teir fingu í seinastu viku. Jú, hendan tíðin er nakað heilt serligt á bygdunum. Borðini eru gjørd til reiðar. Íløt og lappar, knívar og byrsa verða funnin fram, og so er klárt at byrja. Flett verður upp á gamlan máta í kjallaranum. Alt verður gjørt á borði, og ikki, sum onkur er farin at gera nú, at hongt verður upp og skinnið skrætt av. Vombin verður tikin úr Blóðið verður fingið til høldar Hann skivar Tað er skjótt at fletta so- leiðis, og reint er tað eisini. Men tað verður líkasum ikki roknað so nógv av øll- um at fletta seyð sum haru, sum tikið verður til. Maðurin fer eftir fyrsta lambinum, sum stendur í seyðarúminum undir hjall- inum. Hann kemur aftur, fellir tað og leggur tað á eitt lágt borð. Her verður skotið ov svævt, áðrenn tað verður flutt yvir á leysa fletting- arborðið at tumma og taka úr, so tann næsti sleppur fram at við sínum. Soleiðis gongur tað hond í hond, og tað sær út til at rigga bara væl. Fyrr var ikki lukkuligt at vera staddur aftan fyri seyð, sum skotin varð. Tá gomlu byrsurnar vórðu brúktar, varð altíð hugsað um, hvar kúlan kundi finna upp á at fara. Nú píkabyrsurnar verða brúktar, verður minni hóvasták gjørt burturúr. Tá felt er, verður skotið og svævt. Eitt ílæt at røra blóð- ið í stendur klárt, og so gongur tað bara sína gongd. Tá liðugt er at bløða, verður høvdið skorið av. Eitt sindur av blóði er kom- ið í ullina, so tað verður skorið burtur, áðrenn høvd- ið verður lagt til síðis. Kroppurin verður fluttur yvir á leysa flettingarborð- ið, og skolað verður eftir gólvinum. Tað er so nógv arbeiðsligari, tá hildið verð- ur reint alla tíðina. Og mat- framleiðsla er hetta jú, so tað skulu ordiligar umstøð- ur til. Rist verður omanfyri. Frambeinini fáa ein skurð um knæliðið aftantil, og kvívurin verður settur undir skinnið og skorið verður fram um hálsin. Haðani nið- ur eftir, til sprett er heilt oman. Síðan verður hitt frambeinið tikið, men nú er bara at spretta fram um hálsin. Eitt lítið sindur av skinn- inum verður loyst frá háls- inum, soleiðis at til slepst við nevanum at tumma. Maðurin er vandin og legg- ur ein klút um hálsin á fyri soleiðis at verja kjøtið móti óneyðugari dálking. Blóð og ull síggja ikki serliga væl út á krovinum, tá tað er komið at hanga í hjallinum. Tað ræður um at koma aftur um bógvin úttan at paða. Ofta er tað her, onkur biti fer upp í skinnið. Men tað gongur bara væl, og so er sloppið. Næsta takið er at koma runt reyvina. Tá ræður mest um at røkka, og eisini tað plagar at bera til. Tá skinnið so er loyst, verður sprett upp, skinnið lagt væl niður við borðin- um, so ull ikki kemur at kjøtinum, og afturbein og hali loyst frá. Áðrenn opað verður, er at fáa leysablóðið úr kroppin- um. Ein skurður oman eftir hálsinum. Knívurin verður stungin undir skaftið inn undir bringuna, tikið verður í sperrurnar og lyft upp aftan. So verður opað. Nú skal ansast væl eftir, at hol ikki verður sett á vombina, tí tað kann verða eitt sindur ótýd- ligt. Bæði til lukt, og ikki minni um gor kemur í tálg- ina ella kjøtið. Vit skera fótamør. Eitt lít- ið hol beint undir bringuni, soleiðis at fingurin sleppur innum. Lyft verður í, áðrenn knívurin verður settur í og skorið verður oman eftir ljósu rípuni aftur við síðuni. Nú er spennandi at vita, hvussu feitt er. Vomb og garnar detta út, og eitt sind- ur av netju er. Kanska tað fer at roynast. Netjan verður tikin, áðrenn bringan verður klov- in. Tað er líkasum eitt sindur reinligari, tá mørurin verður loystur, og skivað verður, at eingin tálg er, sum gerst blóðug. Knútur verður gjørdur á vælindi, áðrenn tað verður loyst, og vombin tikin úr. Tann royndi fletingarmað- urin tekur so nær krovinum, at miltið fylgir við vombini. Gallið er einki at goyma, so tað verður tikið beinanveg. Tað er so nógv ruddiligari og arbeiðsligar, nú vombin er burtur. Fótamørurin verð- ur loystur. Veðurlamb er, so hvítanýruni verða tikin frá, áðrenn hann verður lagdur á fatið, har netjan longu liggur. Kokan verður klovin. Ansast skal nú eftir ikki at seta hol á bløðruna, og tað gongur eisini væl. Nú eru tað garnarnir, sum skulu úr. Eitt sindur hevur nýggja tíðin tó gjørt vart við seg her. Sperðil verður ikki gjørdur, og garnmørin verð- ur ikki hugsað um. So her verður gjørt skjótt av. Sperðilin verður loystur fram at garnmørinum. Skor- ið verður leyst í kokuni, og so verður øll garnarúgvan tikin í einum og beind burt- ur. Nú liggja nýrumørini ber- ir, og teir síggja bara heilt hampiligir út. So man far at roynast, verður tosað. Teir verða tiknir. Annar aftur eftir og hin frameftir. Ein skurður inn í nýruni, og hindin verður smoygd uttan av teimum. Og so er bara mørurin eftir. Turkað verður aftur, tí eitt sindur av blóði liggur eftir, og so verður tindin loyst báðumegin. Lundini verða loyst frá rygginum, og tikið verður í barkan, lyft upp og skorið aftur við rygginum nakað aftur. Síðan verður farið aftur móti kokuni og lundini loyst frameftir, til leyst er. Mørurin verður hondur upp, og hjartað verður klov- ið, so tað blóðið, sum eftir sitir, rennur úr. Ein sveita- livur er í, sum verður tikin. So verður skivað. Rivini verða við knívi loyst frá rygginum, soleiðis at lættari verður at turka. Tá skivað er, verður krovið vent. Skorið verður upp millum riv og rygg, til hvíta lindin sæst. Síðan verður vágarin loystur. Trý tey fremstu rivini. Skorið verður rundan um herða- blaðið. Hetta verður gjørt báðumegin. Tá tað er liðugt, verður sprett oman við hárygginum báðu megin, so opið er. Ein skurður veðrur lagdur tvørt- ur um, so hálsurin er loystur. Og so er tað mest spenn- andi eftir. Hvussu man vekt- in fara at roynast? Tað er so ymiskt. Onkur verður skuffaður, meðan aðrir vaksa eina sponn og hava hug at reypa. Vit bera krovið niðan í hjallin beinanveg. Her verð- ur ikki hongt upp í hitanum. Hevur bara altíð verið gjørt soleiðis. So er ikki tað at siga, um maðkur kemur í. Tað er altíð spennandi, tá vigað verður Gott er, tá krovið er komið at hanga Tey reinsa vomb