Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 196 - 12. oktober 2000 Nr. 196 - 12. oktober 2000 Viðmerkingar: Seinasta fríggjadag bar Út- varp Føroya tey tíðindi, at Almannastovan sambært Almanna- & Heilsumála- stýrinum í longri tíð í heimildarloysi hevði um- sitið persónligar viðbøtur til pensionistar. Keldan til hesi tíðindi vóru tvey “innanhýsis ar- beiðsskjøl” hjá Almanna- & Heilsumálastýrinum, sum umvegis løgmann vóru latin landsstýrismálanevnd løg- tingsins. Síggi, nú eg havi fingið avrit av skjølunum, at talan er um tvey tilmæli frá fyrisitingini til landsstýr- iskonuna í sambandi við gerð av eini kunngerð, sum kom í gildi í januar. Eg sat sum stjóri á Al- mannastovuni um tað mundi, skjølini vórðu skriv- að. Tað er undrunarvert, at stjórin á tí stovni, sum skal hava umsitið hetta “heim- ildarloysi”, ikki hevur hoyrt eitt einasta orð grett. Tí má eg koma við hesum við- merkingum. Skjølini hava yvirskrift- ina “Tilmæli til landsstýris- mannin”, og eru dagfest ávikavíst 14. og 21. januar í ár. Tilmælið frá 14. januar sýnist at vera ein fyrsta kladda til tilmælið frá 21. januar, ið umframt av einum fulltrúa, er undirskrivað av bæði fyrisitingar- og aðal- stjóranum og landsstýris- konuni. Endurgevingarnar niðanfyri eru úr skjalinum, ið er dagfest 21. januar. “Puslispælið” Tað skal hava “verið eitt størri puslispæl” at gera kunngerðina um persónliga viðbót, “tí so nógv óvæntað ting eru komin fram í sam- bandi við tað samskifti, sum vit hava havt við Almanna- stovuna”. Tey “óvæntaðu tingini”, kundi eg hugsað mær, er eitt økt innlit — veitt av Almannastovuni — í galdandi og áður galdandi lóggávu og umsiting á pen- siónsøkinum. Eg skilji væl, at arbeiðið við kunngerðini kann hava verið torført, tí talan hevur verið um at bjarga teim upp- hæddum sum “gluppu burt- urímillum”, tá skift var frá gomlu pensiónslógunum til nýggju lógina um almanna- pensiónir. Møguliga var or- søkin til hesa miséru vána- ligt lógarsmíð. Møguliga var orsøkin, at aðalstýrið og politiski myndugleikin ikki dugdu at síggja fyri sær tað politiska rok, sum fór at standast/stóðst av skerdu upphæddunum. Tá tað síðan verður sagt, at “tað hava, sambært inn- anhýsis vegleiðingum hjá Almannastovuni, verið veittar ymiskar viðbøtur til pensionistar, sum eingin beinleiðis lógarheimild hev- ur verið fyri”, so má eg ganga út frá, at meint verður við persónligar viðbøtur, eftirsum hesar eru tær ein- astu “viðbøtur”, sum Al- mannastovan hevur innan- hýsis vegleiðingar til. Og so er heilt einfalt bert at hyggja at §§ 14 og 15, í ávikavíst fólka- og avlamispensións- lógunum, ið fóru úr gildi 1. januar. Hesa greinir heimilaðu greitt Almannastovuni at veita persónliga viðbót til pensionistar, hvørs kor eru serliga trupul. Landstýrið kundi sambært somu lógar- greinir gera nærri reglur fyri veitan av persónligari við- bót. Heimildin er varðveitt so gott sum óbroytt í nýggju lógini. Um innanhýsis leið- beiningarnar hjá Almannastovuni Víðari verður so sagt, at “ilt er at siga, hvussu hesar inn- anhýsis vegleiðingar eru komnar”. At hesi gullkorn — kanska orðað av einum óroyndum fulltrúa - verða undirskrivað og góðkend frá niðastu til ovastu rók í Almanna- og Heilsumála- stýrinum, prógva ein rættu- liga skelkandi vankunn- leika. Skrivligar leiðbeiningar fyri málsviðgerðina máttu í sínari tíð — tær fyrstu í 1987, minnist meg rætt - orðast av Almannastovuni sjálvari, tí landsstýrið og fyrisiting tess ikki gjørdu útfyllandi lógararbeiðið, at áseta nærri reglur fyri umsitingina, har hetta var álagt ella heimilað í lógini! Víst varð til vantandi um- sitingarorku í miðfyrisiting- ini. Skrivligar rætningslinjur fyri málsviðgerðini blivu, m.a. orsakað av skjótt vaks- andi umsøkjaratali, meira og meira neyðugar. Serliga fyri rættartrygdina og fyri at tryggja samlíka viðgerð av øllum umsóknum. Máls- viðgerðin hevði framman- undan verið tilvildarlig og ósamlík. Og tað er ikki so løgið, tá bygt varð á munn- ligar yvirføringar millum starvfólk. Tí mátti Al- mannastovan sjálv, við sera avmarkaðari orku, raðfesta gerð av leiðbeiningum, ið eftir lógini áttu at koma úr landsstýrinum. Innanhýsis leiðbeiningar fyri málsviðgerð av um- sóknum um persónliga við- bót hava verið kendar og góðkendar av skiftandi landsstýrismonnum, síðan tær av fyrstan tíð vórðu orðaðar. Síðan eru vegleiðingar- nar, um ikki beinleiðis góð- kendar (tað skal kæru- nevndin ikki), so viður- kendar av kærunevndini í almannamálum. Hetta í og við at Almannastovan hevur fingið viðhald í kærum, har avgerðirnar hava verið grundaðar á innanhýsis leiðbeiningarnar. Í teim (lut- falsliga fáu) førum, har kærunevndin hevur tikið avgerðir, ið hava gjørt tað neyðugt at endurskoða onkra reglu, er hetta gjørt og reglan broytt samsvar- andi. Danska og føroyska pen- siónslógin hava verið eins- ljóðandi, tá tað kemur til heimildirnar at veita per- sónliga viðbót. Tí hevur Al- mannastovan, umframt lóg, viðmerkingar til lógarupp- skot, siðvenju vm., eisini havt danskar reglur frá al- mannamálaráðnum og inn- anhýsis leiðbeiningar hjá donskum almannaumsiting- um at styðja seg til, tá regl- urnar vórðu gjørdar. Soleiðis kann stýrið spara sær ómakin at gera “ Al- mannastovuni greitt, at per- sónlig viðbót framyvir bert kann veitast, um so er, at treytirnar í kunngerðini fyri hesum eru loknar”. Treyt- irnar í kunngerðini — fyrsta partinum - eru ein stytt av- skrift av treytunum, sum í nógv harrans ár hava verið fyri at játta hesar veitingar. Treytir, niðurskrivaðar í innanhýsis vegleiðingum Almannastovunar! Ongin ókend regla er í kunngerð- ini. Kunngerðin Hví er tað Almanna- og Heilsumálastýrinum júst í januar 2000 so umráðandi at gera eina stytta avskrift av innanhýsis vegleiðingum Almannastovunar um per- sónliga viðbót til fyrsta part av síni egnu kunngerð, tá Almannastovan í tolni hev- ur bíðað í áratíggju? Fyri- sitingin av almannamálum varð yvirtikin í 1975! Okkurt kundi týtt uppá, at partarnir av skrivinum hjá Almanna- og Heilsumála- stýrinum, sum snúgva seg um Almannastovuna, hava til endamáls at leggja tám út yvir tað, ið hevur veru- ligan politiskan týdning í skrivinum og kunngerðini. Við at lata sum um kunn- gerðin er neyðug, tí Al- mannastovan umsitir í heimildarloysi, verður fok- us flutt frá veruliga trupul- leikanum, nevniliga, at heimildin fyri seinna partin- um av kunngerðini er iva- som, um nøkur yvirhøvur. Tí tað er ikki fyrsti partur av kunngerðini, hvørs inni- hald frammanundan fyri- liggur í meiri útgreinaðum innanhýsis leiðbeiningum, ið hevur skund og krevur gjølliga umhugsan. Heldur eru tað tær við- bøtur, ið skulu innførast — sum serligar persónligar viðbøtur sambært §§ 8-13 - sum eru høvuðsørindini við kunngerðini. At heimildin Heimildarloysi á Almannastovuni er ivasom, verður beinleiðis viðgingið í skrivinum hjá Almanna- og Heilsumála- stýrinum! Tær fast ásettu upphædd- irnar í gomlu pensiónslóg- ini, ið av kleyvarskapi heilt ella lutvíst duttu burtur við nýggju lógini um almanna- pensiónir, eru nú ásettar við kunngerð. Nú sum serligar persónligar viðbøtur, sum í prinsippinum áttu at verði veittar eftir umsókn frá tí einstaka pensionistinum og meting av tørvinum í tí ein- staka málinum, men í veru- leikanum verða umsitnar sum fastar veitingar uttan umsókn og meting. Púrt onki “persónligt” er við upphæddunum í kunngerð almannamálaráðharrans. Almannastovan hevur áður útgoldið hesar viðbøtur fult í tráð við gomlu lógina(!), og als ikki “av órøttum”, sum sagt verður í skrivin- um. Sostatt verður tað, sum áður varð útgoldið sum fast- ar upphæddir við heimild í lóg, nú útgoldið sum fastar “persónligar” viðbøtur, sambært kunngerð við iva- samari heimild. Tað pensiónslógarupp- skotið, sum varð lagt fyri løgtingið undan hesum, og sum var til ummælis hjá ráðum, feløgum, kommun- um og Almannastovuni, innihelt allar tær viðbøtur, sum í januar komu inn gjøgnum bakdyrnar við eini ivasamari kunngerð. Fyri at gera tað heila oh so einfalt, bleiv kutað, klipt og skorið í gamla uppskotinum. Og ja, nýggja uppskotið, sum nærum óbroytt bleiv sam- tykt í løgtinginum 10. mai 1999, sá eisini einfaldari og penari út. So einfaldar og penar vóru avleiðingarnar sum kunnugt ikki. Og skilið er hareftir. Endi Er skrivið frá fyrisiting al- mannamálaráðharrans um heimildarloysi á Almanna- stovuni eitt úrslit av vant- andi vitan og fatan av inni- haldi og samanhangi í gomlu og nýggju pensións- lóggávuni og umsitingini av henni? Ella eru ósannindini um heimildarloysi sett inn fyri tilvitað yvir fyri hægri myndugleika at flyta fokus frá týdningarmesta og mest ivasama partinum av kunn- gerðina? Er tað samstundis ein klossut roynd at skúgva frá sær ábyrgd av tí lóg- ararbeiði, sum fekk so óhepnar fylgjur? Hví verða pástandirnir um heimildar- leysa umsiting á Almanna- stovuni ikki eftirkannaðir á hægri stað, um ikki annað, so sendir aftur til almanna- fyrisitingina við áheitan um nærri útgreining, ístaðin fyri at lata pástandirnar ógrund- givnar og óútgreinaðar hanga í leysari luft? Hevur Almannastovan umsitið í heimildarloysi, so er tað ikki fyrr enn við um- røddu kunngerðini frá jan- uar í ár, umframt eini aðrari líka so ivasamari, sum kom í gildi um sama mundi. Og tá lógarásettar pensiónsupp- hæddir vórðu broyttar fyri at umsita eina skattalóg!, sum varð samtykt nakað aftaná. Sum Almanna- og Heilsumalastýrið gjørdi Al- mannastovuni púra greitt, at hon skuldi umsita! Tórshavn 9. oktober 2000 Maria Jacobsen fyrrverandi almannastjóri Maria Jacobsen Savnsmynd AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO Streymoy Vilja tygum vi› í Í b‡in - hvønn hósdag Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so fylli› út henda lepan og sendi› hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur Nor›oyggjar Lesið -tað loysir seg Bólkar Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. NÁTT- BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboðan fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Kaggin MOON- SHOT MOON- SHOT Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo Fríggja-og leygarkvøldið spælir Sosialurin - 311820 5'ARI frí.-, leyg.- og sunnukvøld frá kl. 17.00 Mat- seðilin Hósdagin 12. okt.: Grýturættur Fríggjadagin 13. okt.: Minuttbúff Leygardagin 14. okt.: Fleskasteik Mánadagin 16. okt.: Medistapylsa Týsdagin 17. okt.: Bostonsteik Mikudagin 18. okt.: Høsnarungalør Kostnaður 32,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík Klaksvíkar Klubbi Klubbin hevur: POOLBORÐ BILLARDBORÐ ENSKAN FÓTBÓLT Á SKY Dansur verður leygarkvøldið 14. oktober "SØLVA & BERGMENN" spæla Sosialurin - 311820