Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 9. september 2005 19 Sama søgan Eitt sindur troystars- leyst helt Henrik Lar- sen, at eyðkennini við misnýttum møguleik- um tíverri eisini høvdu eyðkent dystin móti Ísrael VENJARIN Jákup Mørk - Tað er upp á ein hátt sama søgan. Vit forera teimum nakrar møguleikar, sum teir skora uppá, og tað kostar altso. Samstundis brúka vit eina rúgva av kreftum at koma til okkara møguleik- ar, men tá hesir koma, so skora vit kortini ikki. Og júst hetta við misnýttum møguleikum hevur eisini eyðkent hesa undankapp- ingina fyri okkara viðkom- andi, haldi eg. Jú, føroyski landsliðs- venjarin tóktist nærum hug- tungur, tá vit eftir dystin á Tórsvølli fingu eitt stutt prát um dystin. Søgan um mis- nýttar møguleikar og bílig mál hevur fleiri ferðir nevnd, tá venjarin hevur tik- ið saman um føroysku av- rikini. Men serliga í teimum báðum seinastu heimadyst- unum hevur hetta veruliga verið ímyndin av dystinum. Eisini hóast Henrik Larsen viðgekk, at Ísrael hevði eitt lið, sum var sterkari lið enn tað føroyska. Greið ætlan Í mun til fleiri aðrar dystir, so vóru tó eisini framstig at síggja í føroyska spælinum. Ikki minst tóktist liðið meira málrættað um, hvat skuldi henda, tá vit høvdu bóltin. Og venjarin dugdi eisini væl at síggja ljósu síðuna í hesum. - Vit royna jú at betra tingini undir venjing, og við hvørt síggjast úrslitini av hesum eisini, helt hann. - Men samstundis mugu vit viðganga, at ísraelsku spælararnir eru betri fyri enn okkara. Fysiskt og tekniskt eru teir betri fyri enn okkara, og tað gevur teimum nakrar fyrimunir. Men hóast tað, so halda vit teimum stórt sæð burtur frá møguleikum í fyrra hálv- leiki. Í seinna hálvleiki er støðan sum so tann sama, men tá teir so fáa hatta fyrra málið, er tað næstan liðugt fyri okkara viðkomandi. Rósur til Rógva Ein av broytingunum á liðn- um hesaferð var, at Rógvi Jacobsen var aftur á føroyska liðnum. Og Henrik var eisini fyrsti maður at taka undir við, at hann hevði gjørt eitt sera gott arbeiði. - Hann stríddist ófatuliga væl fyri sakini, og hann var eisini ein týðandi liður í spæliætlanini hjá okkum. Fremsta orsøkin at taka hann við, var jú vánaliga støðan á vøllinum, sum hevði við sær, at vit spældu nógv við longum bóltum. Og vit fáa eisini tað, sum vit ætla burtur úr hesum, men tíverri, so skora vit bara ikki. Ein útskifting hevði við sær, at Rógvi kom aftur á miðvøllin, har hann treivst langt ífrá eins væl. Hví varð tann broytingin framd? - Tað var meira tí vit vildu royna nakað nýtt í álopspartinum, og Andrew kemur so eisini til ein møguleika. Men tú skalt eisini minnast til, at teir hava eisini gott verjuspæl. Tað er altso ein orsøk til, at teir ikki hava tapt í hesari undankappingini. Seinasti valsurin Enn heur Henrik Larsen ein dyst eftir við føroyska liðn- um. Hann verður móti sama mótstøðuliði, men kringstøðurnar tá verða helst nakað øðrvísi. Ikki minst, tí talan verður um eini 30-40 hitastig. - Tað er sjálvandi rætt, men vit skulu so framvegis spæla dystin. Og ætlandi verður tað helst eftir á leið somu uppskrift sum hesa- ferð. Vit verða jú á ongan hátt fullkomuliga útspældir í dag, soleiðis sum vórðu tað í Fraklandi. Og tað er nakað, sum vit skulu royna at halda fast í og gagnnýta, tá vit koma til Ísrael. Henrik Larsen helt, at hóast framdu og kostnaðarmiklu mistøkini, so vóru fleiri glottar at hóma í føroyska spælinum Mynd: Álvur Haraldsen Tað var niðurstøðan hjá føroyska liðskipar- anum, Óla Johanne- sen, eftir ósigurin fyri Ísrael FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Óli helt eftir dystin, at 2-0 sigurin hjá ísraelum var í lagi - Eg haldi, at tað var í lagi, tí vit vóru ikki góðir nokk í seinna hálvleiki. Fyrri hálvleikur var annars útmerkaður frá okkara síðu, har teir høvdu onkrar møguleikar, men vit vóru væl við. Í seinna hálvleiki vóru teir omaná, segði Óli Johannesen. Komu teir ov lætt til møguleikarnar? - Ja, tað haldi eg. Tað var ov lætt hjá teimum at fáa hasi bæði málini. Eg veit ikki eingang, hvussu tey komu, segði liðskiparin. Men hvussu í hinum end- anum? - Eg haldi, at vit vóru líka við og næstan, og heldur ikki nóg skarpir.Vit fáa ikki skotið teir ordiliga inn og fáa ikki, haldi eg, ein ordi- ligan 100 prosents møgu- leika, helt Óli Johannesen eftir dystin. Liðskiparin helt ikki, at føroyska liðið var ov verjukent í sínum útgangs- støði, tí ísraelar hava eitt sera sterkt lið, sum enn ikki hevur tapt í bólkaspælin- um, og sum vísti, hvussu vandamiklir teir eru í kontraspælinum, tá ið før- oyingar høvdu hug at fara ov langt fram. Nú spældi tú landsdyst nummar 75 í dag. Hvussu nógvir verða tað afturat? - Tað veit eg einki um. Tað havi eg ikki tikið støðu til, men so leingi man verð- ur úttikin, verður man helst við, so tað veit eg ikki, sig- ur liðskiparin, sum sigur seg ongar ætlanir hava um at gevast á landsliðnum. Teir vóru tað betur Enn hevur Óli Johannesen ongan hug at gevast við landsliðsfótbóltinum - tíbetur Mynd: Álvur Haraldsen