Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 171 - 9. september 2005 Ógvu- liga skuff- aður Verjuleikarin Jón Rói Jacobsen var ein ógvuliga skuff- aður maður eftir dystin móti ísraelum FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Jón Rói helt eftir dystin, at føroyingarnir enn einaferð høvdu góðar vónir undan dystin, og at vit enn einaferð gjørdust vónbrotnir. - Tað er sama søgan um- aftur. Í dag spæla vit upp við tær, og teir koma í veruleikanum ikki til nakrar serligar mál- møguleikar, men fáa tvey mál upp á óneyðug mistøk, ið vit gera, segði Jón Rói eftir dystin. Eins og fleiri av liðfel- øgunum helt Jón Rói ógvuliga lítið um vøllin á Tórsvølli, sum hann segði verða út av lagi vánaligan, men tað kundu teir tó ikki brúka til nakað. - Aftur í dag tapa vit, tí vit gera býtt mistøk, og so eisini tí at vit ikki eru nóg neyvir í hinum end- anum. Tað er møðsamt, men sjálvsagt læra vit eisini av tí, og einaferð kemur vend í, helt ungi verjuleikarin. Eins og Rógvi Jacob- sen óttast Jón Rói ikki fyri at fara til Ísraels at spæla seinna dystin móti ísraelum, tí hann helt ikki, at teir vóru so nógv betur enn føroyska liðið. - Teir fáa mál upp á óneyðug mistøk frá okkara síðu, helt Jón Rói Jacobsen Mynd: Álvur Haraldsen Sigurin alt at siga Ísraelski venjarin fegnaðist um stig- ini, sum gjørdust enn meira verd, sum kvøldið leið VENJARIN Jákup Mørk Avraham Grant var sum vera man fegin um stigini, sum hansara lið hevði vunnið sær á Tórsvølli, og sum hann tók til, so mátti spælið koma í aðru røð. - Fyri steðgin spældu vit ikki serliga væl, men vit vóru tolnir, og í seinna hálvleiki gekk betri. Nú hava vit bara ein dyst eftir, og vinna vit eisini hann, so hava vit gjørt okkara. So mugu vit síggja, um kanska Kypros kann arga Sveis eitt sindur í kvøld, helt hann. Ein vón, sum ikki vísti seg at halda, tá kypriotarnir ikki megnaðu at halda 1-1 javnleikinum. Spurdur, hvørt hann helt, at heimadysturin móti Føroyum fór at gerast lættari, helt venjarin, at tað roknaði hann ikki við. - Sjálvandi verður hitin ein annar, men eg haldi ikki, at tað var so ræðandi kalt her. Og vøllurin var tann sami hjá báðum pørtum. Men á sama hátt, sum tað var í dag, so verða tað stig- ini, sum telja mest tá. Um spælið ikki altíð er so vakurt, má bara koma í aðru røð, helt Avtaham Grant. Ísraelski venjarin helt, at tolið í ísraelska spælinum gav úrslit Mynd: Álvur Haraldsen Vøllurin var ikki til at spæla á Andrew av Fløtum, sum mikukvøldið byrjaði á beinkinum, helt tað verða ógvu- liga trupult at koma inn í dystin, ikki minst tí at vøllurin var í so ringum standi FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Andrew segði eftir dystin, at fleiri av leikarunum høvdu ringt við at standa á beininum, og tá ið tú royndi at temja bóltin, hoppaði hann burtur frá tær, tí vøll- urin var so ójavnur. Før- oyski landsliðsframherjin skoytti tó uppí, at tað var tó líka fyri báðar partar. Júst vánaligi vøllurin helt Andrew verða eina orsøk til, at føroyska liðið ongan- tíð fekk glið á spælið hjá sær. Tú hevði ein rættuliga stóran møguleika, hvussu kom hann? - Rógvi snittaði bóltin, sum so mangan fyrr, og eg komi at standa leysur og skal skjóta í mál. Eg raki hann eisini væl, men málverjin bjargar, og hann kemur beint aftur til mín. Tá skal eg eisini bara seta innarsíðuna á, men endi á øllum fýra, tí eg glíði, greiddi Andrew frá. Hvat helt tú annars um dystin, vóru ísraelarnir nógv betur enn tit? - Ja, sjálvandi eru teir betur enn vit, men eg haldi ikki, at tað var so stórur munur á liðunum. Teir fáa nøkur bílig mál, men teir hava eisini onkrar aðrar møguleikar. Jákup stóð tó enn einaferð ein góðan dyst, helt Andrew av Fløtum. Føroyski landsliðsfram- herjin segði eftir dystin, at hann er farin at leingjast eftir einum góðum úrsliti, og at tað er eitt sindur fru- strerandi, at liðið ikki fær meiri burtur úr, tá ið dystast verður við tjóðir so sum Kypros. Mikukvøldið byrjaði Andrew av Fløtum á beink- inum, og hann viðgekk, at hann var vónbrotin um avgerð venjarans. - Tað er ongantíð stuttligt at verða koyrdur út á beik- inum. Eg kann tó góðtaka tað, um eg fái eina góða grundgeving frá venjaran- um, og tað fekk eg í hesum førinum, segði Andrew av Fløtum. KR-leikarin Rógvi Jacobsen helt eftir dystin móti Ísrael, at tá ið gestirnir høvdu lagt seg á odda, hildu leikararnir á føroyska liðnum ikki tær avtal- ur, ið vóru gjørdar undan dystinum FÓTBÓLTSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo - Eg haldi, at vit spældu fult upp við tær í fyrra hálv- leiki, og so leingi sum vit orkaðu. Men so fáa teir eitt mál nokk so tíðliga í seinna hálvleiki, og tá er tað sum um, at vit ikki longur halda avtalurnar, segði Rógvi Jacobsen. Bleiv tað so meiri til- vildarligt spæl eftir ísra- elska leiðslumálið? - Ja, tað bleiv meira til- vildarligt. Vit royna at satsa við tveimum áleyparum, og tá fáa teir nakrar góðar kontramøguleikar, sum teir saktans kunnu skora uppá, segði klaksvíkingurin. Vóru málini hjá teimum ikki heldur bílig? - Ja, bæði málini eru rættliga bílig, har vit hava møguleikan áðrenn og kiksa, og so fara teir í kontra og skora. Teir straffa okkum, tá ið vit missa bóltin, segði Rógvi. Tit høvdu nakrar møgu- leikar, millum annað tú sjálvur? - Ja, vit høvdu nakrar møguleikar, sum vit kanska kundu havt skorað uppá. Christian Høgni hevði eitt innlegg til mín, og hann var næstan á pannuni hjá mær, men málmaðurin fekk akk- urát fingrarnar á bóltin, tíverri. Tú byrjaði sum hangandi áleypari, men bleiv so flutt- ur aftur á miðvøllin. Hvat dámar tær betur? - Eg haldi, at mítt spæl riggar best til at verða hangandi áleypari, tí har fái eg mest burturúr. Í seinna hálvleiki bleiv eg fluttur aftur, og tað er nógv tyngri á miðvøllinum, og tað krevur nógv meira. Rógvi Jacobsen hevur hóast ósigurin gott mót til útidystin í Ísrael, tí nú hava føroyingarnir sæð ísraelska liðið, og Rógvi heldur ikki, at talan er um nakra ræð- andi mótstøðu. Andrew á Fløtum hevði sjónligar trupulleikar at standa á vøllinum, og eftir dystin fanst hann eisini at undirlagnum Mynd: Álvur Haraldsen Vit hildu ikki avtalur Rógvi Jacobsen helt, at eftir leiðslumálið, misti føroyska liðið takið um dystin Mynd: Álvur Haraldsen