fríggjadagur 9. september 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 171 - 9. september 2005
21
Harafturat styrktu
stórar europeiskar
fótbóltstjóðir sum
eitt nú Holland, Frak-
land, Portugal og
Italia sær mikukvøld-
ið um møguleikan at
vera uppi í, tá ið tað
næsta summar fer at
verða telvað um HM í
Týsklandi
HM UNDANKAPPINGIN
Jóannes Hansen
Nú hava flestu fótbóltstjóðir-
nar bara tveir dystr eftir í hesi
HM undankappingini. Og nú
gerst tað alt meiri greitt, hvørj-
ir luttakararnir fara at vera, tá
ið endaspælið í Týsklandi
verður í juni næsta summar.
Higartil er tað greitt, hvørjir
tíggju av teimum 32 luttakarun-
um fara at vera. Týskland er
sjálvskrivaður luttakari, tí teir
fara at hýsa leikunum. Úr Eur-
opa hevði Ukreina longu leyg-
ardagin tryggjað sær fyrsta at-
gongumerkið nakrantíð til lut-
tøku í endaspæli. Í Suðuramer-
ika, har øll londini spæla á
heimavølli og útivølli móti
hvørjum øðrum, hava Argent-
ina og Brasilia tryggjað sær
pláss í endaspælinum. Ecuador
og Paraguay eru eisini væl fyri,
meðan fyrrverandi heimsmeist-
ararnir Uruguay eru í tættari
kapping við Kolombia og Kili
um fimta plássið, sum ber kval-
ifikatiónsdystir móti Australia
við sær.
Hósnáttina tryggjaði Meksi-
ko sær við 5-0 sigri á Panama
sær pláss í endaspælinum sum
umboð úr bólkinum, sum
fevnir um Norðuramerika,
Miðamerika og Karibia. USA
hevur frammanundan tryggjað
sær rætt til luttøku úr sama
undankappingarbólkinum, og
Costa Rica liggur væl fyri í
kappingini um triðja plássið úr
hesum partinum av heiminum.
Iran hevur tryggjað sær
luttøku í HM endaspælinum úr
asiatiska bólkinum, og tað hava
Suðurkorea og Japan, sum
hýstu endaspælinum í 2002,
eisini gjørt.
Í teimum átta europeisku
undankappingar
bólkunum
vóru nógvir dystir mikukvøld-
ið. Úrslitini hjá Hollandi,
Fraklandi, Portugal og Italia
og úrslitini hjá næstu kapping-
arneytunum hjá hesum fýra
stóru europeisku fótbóltstjóð-
unum vóru soleiðis, at tað nú
skal laga seg meiri enn illa, um
hesar tjóðirnar ikki fara at telj-
ast millum tær 32 í Týsklandi
næsta summar.
Bólkur 1
Holland gjørdi sítt, tá ið teir
vunnu 4-0 á heimavølli móti
Andorra. Kekkia gjørdi eisini
sítt, tá ið teir vunnu 4-1 á
heimavølli móti Armenia, sum
er aftast í bólkinum.
Holland er fýra stig undan
Kekkia. Tað ber við sær, at
Holland fer at vinna bólkin, um
teir í síðsta umfarinum megna
at fáa fult á heimavølli móti
Makedonia, sum Finnland
mikukvøldið
vann
5-1
á
heimavølli móti. Um Holland
vinnur
heimadystin
móti
Makedonia, so er ikki neyðugt
hjá teimum at fáa nakra úrtøku,
tá ið teir 8. oktober skulu spæla
í Kekkia.
Kekkia hevur so mikið nógv
stig á næstfremsta plássinum,
at tað er góður møguleiki fyri,
at teir fara at tryggja sær bein-
leiðis luttøku, tí teir verða besti
tveyarin. Umframt á heimavølli
móti Hollandi skal Kekkia
spæla í Finnlandi.
Bólkur 2
Danir liva framvegis í vónini
um, at tað skal eydnast at vera
við, tá ið tað næsta summar fer
at ganga fyri seg sunnanfyri
markið. Men vegurin gjørdist
mikudagin uppaftur knortlut-
ari. Danski venjarin, Morten
Olsen, hevði undan mikudegn-
um róð fram undir, at Ukreina,
sum longu leygardagin tryggj-
aði sær pláss í endaspælinum,
ikki fór at taka uppgávuna á
heimavølli móti Turkalandi í
nóg stórum álvara. Ukreina
hevði ikki tapt í tíggju teimum
fyrstu dystunum, men móti
Turkalandi taptu teir 1-0!
Harvið verður tað Turka-
land, sum fer at vinna næst-
fremsta plássið og harvið
rættin til kvalifikatiónsdystir,
um teir á útivølli ikki missa
stig móti Albania.
Grikkaland og Danmark
gjørdu mikudagin sítt fyri
framvegis at hava møguleika
at taka plássið frá Turkalandi.
Griksku europameistararnir
vóru kroystir í Kasakstan, sum
framvegis einki stig hevur
fingið. Heimaliðið var á odda
1-0, inntil tað bara restaði eitt
lítið korter. So javnaði Grikka-
land, og í yvirtíðini skoraðu
teir sigursmálið.
Í Danmark iðra teir seg um,
at teir fyrr í kappingini bara
megnaðu 2-2 á útivølli móti
Georgia. Mikukvøldið vann
Danmark í Parkini 6-1 á Ge-
orgia, sum í 20. minutti misti
ein mann. Danir spældu mót-
støðuliðið av vøllinum, og mál-
ini vóru hvørt betri enn annað.
Søren Larsen var á vøllinum í
ein hálvan tíma. Hann skoraði
tvær ferðir við høvdinum, og
nú hevur hann í fimm dystum,
sum hann bara hevur spælt
brotpartar av, skorað seks mál.
Tað er neyðugt at leita aftur til
navnframa Ole Madsen fyri at
finna makan til avrik.
Bólkur 3
Portugal megnaði málleysan
javnleik í Moskva móti harð-
astu kappingarneytunum til
fremsta plássið. Harvið er
støðan tann, at Portugal skal
vinna trý stig tilsaman í
heimadystinum móti Liktin-
stein 8. oktober og í útidystin-
um móti Letlandi 12. oktober.
Liktinstein hevur í hesi
kappingini staðið seg betri, enn
teir nakrantíð hava gjørt áður.
Teir vunnu mikukvøldið 3-0 á
heimavølli móti Luksemborg,
sum hevur staðið seg uppaftur
verri enn Føroyar, men eingin
roknar við, at Liktinstein verð-
ur ført fyri at spenna bein fyri
Portugal.
Slovakia kappast við Russ-
land um næstfremsta plássið.
Fyri Russland var málleysi
javnleikurin móti Portugal eitt
slag av uppreisn. Tá ið liðini
síðst hittust í undankapping,
vann Portugal 7-1! Slovakia
spældi 1-1 í Letlandi, og í
síðsta umfarinum 12. oktober,
tá ið Slovakia fer at fáa vitjan
av Russlandi fer at verða gjørt
av, hvat av hesum báðum lond-
unum skal luttaka í kvalifika-
tiónsumfarinum.
Bólkur 4
Heldur ikki á heimavølli móti
Ísrael eydnaðist tað Føroyum
at fáa stig. Harvið er tað greitt,
at einki heimastig varð vunnið
í hesi undankappingini. Ísrael
hevur
møguleika
fyri
at
tryggja sær enn eitt kvalifika-
tiónsumfar (undan EM taptu
teir stórt móti Danmark í
kvalifikatiónsumfari). Treytin
hjá teimum er, at teir 8. okto-
ber vinna móti Føroyum, og so
skulu fleiri onnur roknistykki
ganga upp.
Thierry Henry hevur ikki so
nógv verið at sæð til, tá ið Jón
Rói Jacobsen og Óli Johanne-
sen hava verið mótstøðumenn-
inir. Mikukvøldið vísti franski
Arsenal spælarin, at tað fram-
vegis eru mál í honum. Frak-
land vann fyri fyrstu ferð í
meiri enn eina hálva øld í Dub-
lin. Teir vunnu 1-0, og Henry
skoraði einsamalla málið.
Fransmenn hava sagt, at nú
eru allir dystirnir hjá teimum at
rokna sum finalur. Nú eru teir
saman við Sveis, sum vann 3-1
á Kypros, á odda í bólkinum, og
8. oktober hittast grannarnir í
avgerandi uppgerðini, sum
verður í Sveis. Fýra dagar
seinni skal Frakland spæla á
heimavølli móti Kypros, meðan
Sveis skal til Írlands. Írland er
framvegis við í kappingini.
Treytin hjá teimum er, at teir
skulu vinna á Kypros 8. oktober
og á heimavølli móti Sveis 12.
oktober. So fer tað kanka at
bera til.
Ísraelski venjarin var miku-
kvøldið ógvuliga áhugaður í at
frætta, hvussu tað gekk á Kyp-
ros, har støðan leingi var 1-1.
Bólkur 5
Italia syrgdi við 4-1 sigri í
Hvítarusslandi fyri, at teir so
at siga hava tryggjað sær pláss
í endaspælinum. Teir eru und-
an tveimum teimum síðstu
umførunum fimm stig framm-
anfyri Slovenia, sum við 2-1
sigri í Moldova legði seg upp á
síðuna av Noregi í kappingini
um næstfremsta plássið.
Fyri Noreg var tað ógvuliga
stórt vónbrot, at teir á heima-
vølli taptu 2-1 móti Skotlandi,
sum nú hevur teoretiskan
møguleika at koma afturíaftur,
men sum í veruleikanum bara
hevur æruna at spæla fyri.
Italia kann endaliga tryggj-
að sær bólkasigurin, tá ið teir
8. oktober fara at taka ímóti
Slovenia. Sama dag skal Nor-
eg spæla á heimavølli móti
Moldova, og 12. oktober sær
skráin soleiðis út: Italia-Mold-
ova, Hvítarussland-Noreg og
Slovenia-Skotland.
Bólkur 6
Sessurin undir svenska Sven-
Göran Ericsson gjørdist miku-
kvøldið uppaftur heitari. Ong-
land tapti fyri fyrstu ferð síðani
1927 á útivølli móti Norður-
írlandi. Tjóðirnar hava dystast
98 ferðir, og hetta var sjeynda
ferðin, at Norðurírland vann.
Hetta var fyrsta undankapping-
artapið hjá Onglandi, síðani
svenskarin í 2001 fekk ábyrgd-
ina av liðnum. Nú verður hann
í eingilsku pressuni ákærdur
fyri at hava gjørt skilaleysar út-
skiftingar. Tað er fyrst og
fremst svenska venjaranum og
ikki eingilsku spælarunum, at
tað er galið við - heldur eingi-
lska pressan!
Pólland vann 1-0 á heima-
vølli móti Wales. Harvið eru
teir fimm stig frammanfyri
Ongland, sum tó hevur spælt
ein dyst færri. Eysturríki
megnaði bara 0-0 í Aserba-
djan. Harvið tryggjaði Ong-
land sær í minsta lagið næst-
fremsta plássið. Um teir skulu
vinna bólkin, so skulu teir
vinna heimadystirnar móti
Eysturríki og Póllandi ávika-
víst 8. og 12. oktober.
Pólland hevur fleiri ferðir
áður spælt Onglandi puss í
undankappingum, og tað kann
meiri enn so vera, at pólverjar
enn eina ferð fara at taka
bólkasigurin frá Onglandi.
Svenski venjarin harmast um
tapið í Belfast, men hann ætlar
sær ikki úr heita sessinum, og
hann sigur seg vera sinnaðan
saman við spælarunum at gera
alt, sum skal til, fyri at vinna
rættin at luttaka í Týsklandi
næsta summar.
Tá ið HM endaspælið í 1974
var í Vesturtýsklandi, taldist
Ongland ikki millum teir
sekstan luttakararnar. Pólland
hevði tikið møguleikan frá
teimum!
Bólkur 7
Real Madrid og Barcelona
teljast millum stinnastu fel-
øgini í Europa. Í landsliðshøpi
hevur tað ongantíð gingið
framúr hjá ikki so lítið sund-
Tíggju hava tryggjað sær
atgongumerkini
Framhald á síðu 22