fríggjadagur 9. september 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SÚKKLA TIL GENTU
Ein Mustang reyð og grá, 3 gear,
stødd: 26.
Tlf. 318238/580595
SÚKKLA TIL SØLU
Sera væl viðfarin Kenton
dreingjasúkkla, 7 gear, fyri 1.000,-
Tlf. 317451/215064
70ccm YAMAHA NEO´S
Til sølu ella umbýting við ein annan
skutara. Skutarin er top tunaður,
men manglar bara tun útstoyt og
NR.plátu.Allir orginalir deilir fylgja
við. Skutarin er uml. 8 ár. og koyrt
12607 km. Við tun deilum hevur
hann bara koyrt uml. 800 km.
Tlf. 261192
Teldur
SUPER SPÆLITELDA
19' skerm bíliga til sølu. Við
Athlonxp 2200 + prosessara, 512
MB ram, eitt spildurnýtt Geforce 5
seria grafikkort, ein 80 GB harddisk
og ein 19' CRT skerm og annað til
sølu. ring ella smsa á
Tlf. 265008 ella 322388
ÓBRÚKT
P. H. Pavilion Teld til sølu 80 G
(7200 o/m) 512 MB, DVD-brennari
16x, Sis Mirage2 grafikkort,
Windows XP Home, til sølu fyri
7.000,-
Tlf. 262427
TELDUSPØL TIL SØLU
Total Club 2004 og 2005, FIFA 2003
og 2005, og Grand Theft Auto Vice
City og UEFA 2004, 150 kr. stk.
Tlf. 319223 ella 257920
TELDA TIL SØLU
1,5 GHz prosessor, 256 MB-ram, 40
Gb harddisk, brennara. Teldan er í
góðum standi og selist uttan skerm
og hátalarar. Nógv program fylgja
við. Prísur 2.500,-
Tlf. 585555
TIL SØLU
Ein Playstation I við 8 spølum, 1
joystick og 1 memorycard til sølu
fyri 700 kr.
Tlf. 258411
TIL SØLU
Ein DVD og ein Playstation 1 við 5
spølum til sølu.
Tlf. 318238/580595
ROUTER
D-Link 4-Port Ethernet Router. Kan
bruges sammen med El&Tele
bredbånd. Pris 200,- kr. Linksys
Trådløs 4-ports router. Kan bruges
sammen med Kall og FT. Kun én
måned gammel. Pris 700,- kr.
Tlf. 581984
ER TAÐ NAKAR
sum eigur SIMS 1 telduspælið at
selja mær?
Tlf. 315047
PLAYSTATION II
við spølum sum Granturismo 4,
Need for speed, Underground, Fifa
2005. Til sølu fyri 2.000 kr.
Tlf. 255089
Tónleikur
B&O 5000 STEREOANLEGG
(plátuspælari, bandupptakari,
forsterkari/tunari,master control
panel) við Jamo gólvhøjtalere til
sølu fyri 1000 kr. tilsamans.
Viðmerkjast skal at bandupptakari
og forsterkari/tunari eru partvís
defekt.
Tlf. 322432
BILHÁTALARAR
Tvey pør, óbrúkt, spildurnýggir
bilhátalarar Pioneer 150W bíliga til
sølu.
Tlf. 503074/421034
HEIMASTUDIO
Boss br-1600 16 spor, harddisc
recordari, til sølu fyri 7.500 kr.
Tlf. 421419
SUBBASSAR
Tveir Subbassar við 18' hátalarum,
600 watt, til sølu.
Tl. 421419
GUITARKABINET
Marshall, 2x12' Celestion hátalarar,
16 ohm stereo eææa 8 ohm mono,
til sølu fyri 1800 kr.
Tlf. 421419
STUDIOHÁLARARAR
YNSKJAST
Hevur tú eitt sett av studiohátalar-
um at selja mær, so ring ella skriva
til mín á david@godsv.net
Tlf. 222797 Dávid
TVØRFLOYTA
ynskist til keyps.
Tlf. 451014
BASS-SETT
Ibanez-bassur, Behringer 60W
forsterkari, taska, reim og stativ til
sølu fyri 2.900 kr. Settið er 1/2 ár og
er sum spildurnýtt.
Tlf. 265070, eftir kl. 18
Út- & Sjónvarp
TIL SØLU
Eitt gamalt sjónvarp av slagnum
Philips fyri 400 kr.
Tlf. 518405
HYGG ÚT Á
> www.tpi-foeroyar.dk < Her alt
innan foto-útgerð digitalt at fáa.
Sera lágir prísir
Ring 272908
STEREOANLEGG
við bæði hátalarum og
plátuspælara bíliga til sølu.
Tlf. 421074/503074
Ymiskt
LUFTMADRASSUR
2 nýggjar luftmadrassur 200 x 85
bíliga til sølu og 2 springmadrassur
200 x 90 heilt bíliga.
tlf. 313799
FRÁ VÁGS
KAPPRÓÐRARFELAG
Hesi nummuruni hava vunnið á
lutaseðlum hjá VK.
1.Silvur til føroyskan búna frá
Tórgerð Suðuroy 1826.
2.Lamb til heystar 1021.
3.El-sláturspæl frá D.J.Vilhelm 982.
4.Ferðataska frá Heimavirkinum
1226.
5. Borðlampa frá Gudmund Larsen
1937.
6. Gávokort á kr. 500,- til eina av
Statoilstøðunum 1919.
7. Døgurði fyri tvey á Hotel Bakkin
1917.
8. Gávukort á kr. 500,- frá Litaval,
Vágur 2116.
9.Taska við gávulutum frá Ellen
Dahl 1005.
10.Gávukort á kr. 500,- frá
Skóbúðini hjá Solveig 2179.
11. Lampa frá El & Automatikk
2101. Vinningarnir kunnu heintast
við at ringja á tlf.373299, 573299
ella 254799. Takk fyri stuðulin.
tlf.373299, 573299 ella 254799
HONDBÓLTSGENTUR Í
KEYPMANNAHAVN
Til allar hondbóltsgentur í Keyp-
mannahavn. Venjingin byrjar miku-
dagin 14. sept kl. 19.00-21.00 í
Grøndalscentrinum, Hvidkildevej 64,
2400 København NV. Vinarliga
ÍF Føroyar hondbóltur - kvinnur
TIL SØLU
Grunøkið á 481 fermetrar til
støddar, liggjandi í friðarligum
umhvørvi mitt í býnum til sølu um
hóskandi boð fæst. Áhugað kunnu
ringja
tlf. 457455 ella 217455 eftir kl.
17
PRESENDING
10 m.long og 3m. br. til sølu. 57
reinsað seyðahorn til sølu. 350 tlf.
kort, mest talitíðarkort til sølu.
Tlf. 270427
BYRSA TIL SØLU
Ein 12 kal. Mossberg pumpgun til
sølu fyri 3.000 kr. sum nýggj.
Tlf. 262901/313993
MIÐVÁGS BÓLTFELAG
MB 100 ára veitslan verður 29.
oktober kl. 19.30. Nærri verður lýst
seinni.
Nevndin
LOPPUMARKNAÐUR
verður í Tórsbyrgi leygardagin 10.
september kl. 10.00. Umframt
mangt annað, verða skógjarðber og
aðrar smáplantur til sølu.
Eigarafelagið á Tórsbyrgi
TIL SØLU
Super Star 3600 sendari til sølu fyri
2.500,-kr.
Tlf. 271723
TIL SØLU
DVD filmur »Mellem venner« til
sølu fyri 70,-
Tlf. 271723
2 BOGAR TIL SØLU
1 Hoyt. 1 Win & Win fyri hálvan
prís.
Tlf. 221168
TIL SØLU
Ein 500 m Cannon tele-Autofocus-L
til sølu.
Tlf. 221168
»KANNINGIN« AV
FØROYSKUM HANDVERKI
Til tykkum, ið hava móttikið
spurnarblað, vinaliga sendið tað
aftur skjótast - svarað ella ósvarað.
Heilsan Randi og Jónhild /
Føroya Heimavirkisfelag
SÍLAVEIÐA Í NESVATNI
Higartil í ár eru fiska uml. 90 síl. Tað
størsta vigaði 6 kg. og var 78 cm.
langt. Fleiri eru eftir enn. Nærri fæst
at vita á
Tlf. 447565 ella 260887
TIL SØLU
Tvær gardinur til sølu. Ein persienna
b: 85xh:55 kirsuber breiðar fyri 150
kr og ein Hør fallgardina b:
85xh:120 fyri 300 kr.
Tlf. 310962-554525
GAMLAR MYNDIR
verða viðgjørdar. Sí meira á:
http://www.sel.fo/ShowItem.aspx?Id
=760
Ella ring á tlf.nr 272908
LOPPEMARKET
i kælderen hos Ivan og Anita,
Gjógvarabø. Nye kurvemøbler,
hynder, computer ting, masser af
både nye og brugte ting til meget
billige penge. Bl.a. rundt
marmor/kurve spisebord med 6
stole/kurve, aldrig brugt nypris
8.000,- vi tager blot 1.800,- Icethe
caffe køleskab med glaslåge og
meget meget mere. Kom og kik.
Døren er åben hos Ivan og Anita
Poulsen, Vágur.
Tlf. 272672
AVHEINTINGARTILBOÐ:
2.000 KR.
6 stk. vippuvindeygu 1,19 x 1,19. 3
stk. vippuvindeygu 1,19x1,49 (hxb).
3 stk. føst vindeygu 0,39x1,49
(hxb).
Tlf. 211161/310161
FERÐASEÐIL
til Keypmannahavn 22. sept. og
heimaftur 1. oktober. Til sølu fyri
2.500,-
Tlf. 317367/221776
KØKSKRANI
Nýggjur óbrúktur køkskrani til sølu
fyri 450 kr.
Tlf. 312968
TIL SØLU
er ein Kenwood DMF 3020 minidisk
spæl- og upptakari fyri 2000 kr. Er
lítið og einki brúktur. Nýprísur 4.100
kr.
Tlf. 221826
SUN FIE DUO 100 W
6 stk. rør til sól til sølu.
Tlf. 265290
IP-TELEFON
Grandstream BT-101 telefon. Sort.
Pris 750,- kr.
Tlf. 581984
KANN AVHEINTAST
Hvítt baðikar, sum nýtt, ringið
áðrenn.
Tlf. 317451/215064
ÓBRÚKT
VENTILATIÓNSANLEGG
til sølu. Nýprísur 20.000,- Ring og
hoyr nærri á
tlf. 312530
FLYTA UTTANLANDS?
Vit kunnu taka flytigóðs við, sera
bíliga. Koyrt verður frá hurð til hurð.
Vit ferðast við Norrønu.
Ringið 213223
TIL SØLU
Ein »skaftivevur« og eitt renniborð
fyri 3.500,- kr.
tlf. 311752/211752
BRIDGE
Opið hús hóskvøld kl. 19.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Havnar Bridgefelag
Nr. 171 - 9. september 2005
27
FØROYSKA SJÓMANS-
PRESTASTARVIÐ
Essayistur Ólavur
Rasmussen
5.
partur
Eg setti mínum starvsfe-
laga stevnu, og vit hittust í
prestagarðinum hjá við-
komandi. Presturin var
ógvuliga blíður, hetta var
ein góðan sólksinsdag, og
drukku vit kaffi uttanfyri.
Vit høvdu góðar stundir at
práta. Presturin visti avbera
væl, at eg var alt annað enn
nøgdur við sáttmálan, sum
nevndin hevði undirskriv-
að, men hetta var hóast alt
bara ein ósemja um eina
sak, og hevði einki við per-
sónligu viðurskiftini okk-
ara millum at gera.
So bar eg upp míni
ørindi. Segði sum var, at eg
eri av G slagnum í Gøtu,
stóra G væl at merkja, ikki
av næstu skyldmonnunum
hjá Tobba fyri einki, og eri
bersøgin av lyndi, hóast
hjartað er bleytt. Segði við
prestin, at eg trívist best
millum menniskju, sum eg
veit hvar eg havi, og tí fór
eg at leggja kortini á borð-
ið; eg var ikki komin at seta
krøv um nakað sum helst, tí
at ein og hvør, sum søkir
eitt starv, má fyrireika seg
til ikki at fáa tað. Men eg
var í eini serstøðu júst í
hesum máli, og tí vildi eg
staðiliga hava viðkomandi
at siga mær, opið og erliga,
um hann ætlaði at stuðla
mær, tí, um hann ikki
gjørdi tað, so fór eg at taka
umsóknina aftur og mæla
nevndini til einmælt at inn-
stilla Andrias Andreasen, tí
at so sat danska sjómans-
kirkjan í eini ringari støðu,
hóast eg, sum longu sagt,
visti, at Andrias var full-
komiliga avskrivaður.
Presturin var ikki í iva;
hann skilti væl mína støðu,
segði eisini, at uttan mín
leiklut var einki sjómans-
prestastarv yvirhøvur, og
bað endiliga lata umsókn-
ina standa við, tí at tann
nýggja
sjómanskirkjan
hevði brúk fyri eini effek-
tivari byrjan. Eg endurtók,
at tað var ógvuliga umráð-
andi fyri meg, at hann segði
mær sannleikan, og avdúk-
aði tað stóra loyndarmálið
hjá donsku sjómanskirkj-
uni, og legði honum eina
við, at tað eru pengar hjá
føroyska skattgjaldaranum
og okkara siglandi fólki tað
snýr seg um, og ikki ein
kyniskur glæntrileikur hjá
Ronald Pedersen og Claus
Harms.
Presturin bað meg fara
suðuraftur í góðum treysti
um, at málið fór at fáa ein
bjartan enda.
Kvøldið eftir var inn-
stillingarfundur og einaferð
noyddist eg at ásanna, at
starvsfelagin, sum dagin
fyri hevði róst mær fyri
míni avrik í samband við
sjómansprestastarvið, bara
hevði slongt mær okkurt
uppí andlitið.
Tá ið úrslitið av innstill-
ingini fyrilá, vóru tvær at-
kvøður fyri mær og tvær
fyri Andriasi. Tað stóð á
jøvnum. Hetta var sjálvandi
ein skítbýtt støða, sum
ongastaðni hoyrir heima í
eini so týdningarmiklari
nevnd. Heilt út av lagi
óprofessionelt, og uppaftur
meira
óprofessionelt
handlaði nevndin, tá ið hon
avgjørdi spurningin við
lutakasti, sum um tey
spældu ludo. Nevndin visti
fullvæl, at alt uttan einmælt
innstilling, annaðhvørt av
mær ella Andriasi, var at
geva málið upp til skutils,
so at Ronald og Claus
kundu hóreiggja sær akku-
rát sum teir vildu. Nevndin
kendi
nevniliga
eisini
loyndarmálið.
Ùrslitið av lutakastinum
var, at Andrias varð inn-
stillaður sum nummar eitt,
undirritaði sum nummar
tvey. Eftirsum at nevndin
skuldi vera fitt móti øllum
innstillaði hon Hjørdis sum
nummar trý. Enn einaferð
vórðu terningarnir kastaðir
beint í føvningin á donsku
sjómanskirkjuni,
sum
straks gjørdi sær dælt av
støðuni.
Eg gjørdist so illa við av
løgna atburðinum hjá mín-
um starvsfelaga, at eg
umgangandi sendi skriv til
nevndina, og gav boð um,
at mín umsókn ikki skuldi
teljast við, og heitti eg á
nevndina um at stuðla
Andriasi.
Innstillingin úr Føroyum
varð send donsku sjómans-
kirkjuni. Andrias var einsa-
mallur nummar eitt, og
einasti
føroyingur,
við
royndum í Føroyum og á
sjónum, sum nú var at velja
ímillum.
Men eg visti betur.
Danska sjómanskirkjan fór
ongantíð at seta Andrias í
starvið í Hull, hóast tað
onga aðrastaðni í ríkinum
hevði komið fyri, at ein
umsøkjari til eitt presta-
starv, sum er innstillaður
sum nummer eitt, og har
næsti maður hevur tikið seg
aftur, við fullum stuðli til
tann fyrstvalda, ikki hevði
fingið starvið.
Ólavur Petersen, skyld-
maðurin, hevur skrivað ein
hóp um hetta mál í før-
oyskum bløðum, serliga við
atliti at Andriasi. Eg havi,
av ávísum prestum í Føroy-
um, verið lagdur undir at
standa aftanfyri hesa skriv-
ing, at hava verið tann, sum
hevur løtt, meðan navnin
hevur skotið. Aðrir prestar
hava gitt, at tað er høgra-
vongurin í føroysku presta-
stættini, sum stendur aftan
fyri skrivingina hjá Ólavi
Petersen. Fyri mítt egna
persónliga
viðkomandi
kann eg bara siga, at tað
liggur mær so ómetaliga
fjart at krógva mínar mein-
ingar aftanfyri aðrar per-
sónar.
Tesan hjá Òlavi Petersen
er, at tað er Jógvan Fríð-
riksson, sum er tann stóri
skurkurin í spælinum, og at
hann hevur misnýtt sítt vald
sum formaður í nevndini
fyri føroysku sjómans-
kirkjuni, til tess at forða
fyri, at Andrias fekk starvið
sum sjómansprestur í Hull.
Eg eri ikki bara ósamdur
við Ólavi Petersen í hesum
harða dómi, men kann
enntá prógva, at tað er einki
hald í hansara álopum á
Jógvan. Men nú kemur
undan kavi tann veruliga
bumban, sum hevur minst
líka so stóra spreingiløðing
sum bumburnar hjá skyld-
manninum inni á Langa-
nesi.
Ein bumba, sum rakar
bæði ta føroysku og ta
donsku sjómanskirkjuna og
mentamálaráðið, væl at
merkja um partarnir ikki
eru líkaglaðir. Eg tosi um
tað stóra loyndarmálið hjá
donsku sjómanskirkjuni.
Ein kristin kriminalsak
Andreas Andreasen varð við lutakasti innstillaður sum
nummar eitt av nevndini í føroysku sjómanskirkjuni. Ólavur
Rasmussen visti longu tá, at hann ongan livandi møguleika
hevði at fáa starvið í Hull