Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. september 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Soleiðis sum nógv fólk liva í okkara parti av heiminum, Vesturheiminum, við at tey arbeiða so nógv uttan at fáa ta neyð- ugu hvíldina, hendir ofta tað óumgongi- liga, at tey brenna út, orka ikki meira og liggja eftir á HEILSA At verða totalt úbrendur er í sjálvum sær ein vónleys og niðurbrótandi støða at vera í. Ein persónur, ið er raktur av slíkum sjúkueyðkenn- um, kennir tað sum um hann ikki kemur víðari í lívinum. Orsøkirnar til vánaligu støðuna eru ofta, ein kom- binatión av at persónurin er ovbyrjaður og undirstimu- leraður, samstundis sum ójavnvág er millum arbeiði og hvíld. Eisini kann tað vera okkurt annað og meira djúptgangandi. Okkurt ið hevur verið hildið niðri í longri tíð, sum t.d. dreymar og ynskir ella ringar upp- livingar. Orsøkirnar kunnu vera so ymiskar. Sjúkueyðkennini hjá summum kunnu vísa seg við t.d. pínu í nakka og ryggi ella magasári, onnur fáa hjartatrupulleikar og detta um. Øll familjan verður merkt av ein persónur líður undir slíkum sjúkueyð- kennum. Tey raktu geva sær ikki stundir til at slappa av, skulu arbeiða alla tíðina og útinna munandi meira enn tey eru før fyri. Náttúran lærir okkum, at tað er neyðugt at hvíla seg fyri at hava orku til at ar- beiða. Tá skaðin er hendur, kann tað taka langa tíð at koma fyri seg aftur. Kelda: Sunnhetsbladet Nr. 171 - 9. september 2005 31 Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Hýrurin smittar At ringur ella góður hýrur smittar, vísti ein týsk kanningarverkætl- an á einum universiteti í Würzburg. Fólkini, sum vóru við í kanningini, skuldu lurta eftir teksti, ið varð lisin upp, uttan at tey vistu hvat enda- málið var við upplestr- inum. Tá teksturin varð lis- in upp í einum syrg- num tóna, kendu lurt- ararnir seg hugtungar og keddar, men tá ein løtt og glað rødd las tekstin, blivu lurtarar- nir í góðum lag. Boðskapurin er: Ver saman við positivum menniskjum, sum hjálpa tær við at vera í góðum lag, og lat teg ikki ávirka av um onn- ur eru í ringum lag. Útbrendur – ein niður- brótandi støða Eyðkenni fyri eitt gott arbeiðspláss Um t.d. fylgjandi eyðkenni eru á tínum arbeiðsplássi, so eru tað góðir møguleikar fyri, at tú trívist og ikki ert í vanda fyri at blíva útbrendur: * Arbeiðsbyrðan er rímilig og nøktandi * Tú hevur tamarhald á arbeiðsumstøðum * Góður felagsskapur er millum starvsfelagarnar * Tú kennir teg góðkendan og virdan * Virðing og rættvísi ræður á arbeiðsplássinum * Tú kennir, at tú hevur eitt innihaldsríkt arbeiði Kropsjournalen * Orkan og lívsmegin svinnur * Ein gerst hugtungur og eyðkendur av sinnistyngd * Bangin og ræðslusligin * Trútin og hevur lítið tol * Maktasloysi * Skuldarkensla ella sjálvsábreiðsla * Ringt við at taka eina støðu * Lítið kemur burturúr * Vøddaspenningar og høvuðpína * Trupulleikar við rygginum * Høgt blóðtrýst * Sodningartrupulleikar * Niðursett immunverja * Svøvntrupulleikar * Ringt við at savna seg * Gloymur og hevur ringt við at minnast * Trupulleikar við andadráttinum * Ringt við at fata og skilja * Líkasæla við alt og øll * Minni sjálvsvirðing og sjálvsmynd * Heldur seg fyri seg sjálvan Tá ein persónur brennir út Tá ein persónur brennir út, fer hann gjøgnum trý ymisk stig: * Ávaringartekin byrja at koma * Roynir at stríðast ímóti * Máttloysi og møði taka yvirhond Tá persónurin er komin til seinasta stig, kann tað lætt henda, at viðkom- andi svímar ella dettur um. Ávaringartekin og sjúkueyðkenni