Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 172 - 10. september 2005 Termo- virkið á aðrar hendur Hósdagin keyptu Suni Durhuus og Eyðfinn Vestergaard Termovirkið í Havn frá Andreas Ziska. Einki verður tó sagt um keypsprís. VIRKI Snorri Brend Hóast Termovirkið við Sundsvegin í Havn nú skiftir eigara, so er ætlanin kortini at halda fram sum áður. - Ta fyrst tíðina ætla vit at brúka til at seta okkum inn í tingini, sigur annar av nýggju eigarunum, Suni Durhuus, sum ikki vil siga nakað um prísin á virk- inum. Hvat talinum av starvs- fólkum viðvíkur, so er støðan í dag hon, at ein stórur partur av arbeiðinum verður gjørt av maskinum. Ætlanin er somuleiðis, at teir báðir nýggju eigararnir sjálvir skulu arbeiða á virkinum. Tí kann einki sigast um hetta í løtuni. Suni Durhuus hevur áður havt við aling at gera í felagnum Vestlaks, meðan Eyðfinn Vestergaard er timburmeistari. Hóast teir nú hava keypt virkið heldur tað fram undir sama navni sum áður – Termovirkið. Eyðfinn Vestergaard (vm) og Suni Durhuus hava keypt Termovirkið, sum kortini heldur fram undir sama navni Mynd: Jens Kr. Vang