Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 172 - 10. september 2005 5 Dagurin í dag, 10. september, er alheimsdagur fyri sjálvmorðsfyribygin g, og hann verður hildin ymsastaðni í heiminum. Í hesum sambandi verður skipað fyri tiltøkum í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn. Talan verður bæði um alment tiltak og seminar fyri fakfólk FYRIBYRGING Almenna tiltakið er fyri øll, sum hava áhuga fyri, hvussu vit hjálpa avvarð- andi, og hvussu vit fyri- byrgja sjálvmorði. Hetta tiltakið verður frá kl 17:30 til 20. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í al- manna- og heilsumálum leggur fyri. Síðani verður danski dokumentarfilm- urin, »Sannleikin um eitt sjálvmorð« vístur. Hesin filmur er um opinleika í sambandi við sjálvmorð. Inger Anneberg, journal- istur, hevur gjørt filmin. Hon hevur granskað nógv á økinum. Møgu- leiki verður eisini at leggja afturat tí, sum filmurin dregur fram. Síðani fer Kathrina Lindenskov Joensen, sál- arfrøðingur, at leggja fyri við evninum: »Munurin á sorg við sjúku og sjálvmorði«. Eyð Hansen Høyer, sálarlækni, sum hevur granskað nógv á økinum, fer at greiða frá um evnið »Vandabólkar og sjálv- morðstekin«. Tórmóður Stórá, sálar- lækni, fer at leggja fyri um evnið »Myturnar eru nógvar um sjálvmorð«. Hann fer at taka saman um, hvat vit vita, og hvat verður rátt til fyri at byrgja fyri at fólk taka seg av døgum. Hesin parturin av til- takinum, sum byrjar kl 17:30, er almennur, og neyðugrt er ikki at tekna seg til. Øll eru vælkomin, men plássið er sjálvandi avmarkað, siga fyrireik- ararnir. Fyrrapartin millum kl 10-16 - verður seminar fyri fakfólki, sum í yrki sínum koma í samband við fólk, sum eru sjálv- morðshótt ella hava roynt at tikið lívið av sær, ella sum koma í samband við avvarðandi, tá onkur hev- ur tikið lívið av sær. Fyrireikararnir siga, at í Føroyum er talið av sjálvmorðum ikki høgt, um vit sambera við grannalondini. Men eis- ini eitt lítið tal kann gerast minni. Um talið ikki er stórt, so ger tað ikki, at tað er minni svárt hjá teimum sum sita eftir - kanska tvørturímóti. Ætlanin við tiltakinum er at leggja høvuðsdentin á fyribyrging og at lýsa støðuna hjá teimum, sum sita eftir - við atlitið til, hvat gerast kann fyri at hjálpa. Hotel Föroyar, Sosial- urin, Dimmlætting, Vikublaðið og Út- varpið ákærd fyri brot á rúsdrekkalóg- ina, tí Hotel Föroyar hevur lýst við einum tiltaki um ølfestival RÚSDREKKALÓGIN Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Vit eru ákærd fyri brot á grein 19 í rúsdrekkalógini, tí vit hava lýst við einum tiltaki, vit hava á hotellin- um. Tað sigur Johannes Jen- sen, stjóri á Hotel Föroy- um. Tað er eftir eina lýsing í bløðunum og í útvarpinum, har Hotel Föroyar lýsir við einum ølfestivali komandi fríggjakvøld. Talan er um stórt tiltak við mati, undir- haldi og dansi, har føroysku bryggjaríini og nøkur út- lendsk við fara at greiða frá og geva fólki høvi at smakka ymsu ølsløgini. - Hetta er eitt fult lógligt tiltak, og vit eru eitt lógligt virki, sum rekur lógligt virksemi. Tí havi eg ikki játtað meg sekan, sigur Jo- hannes Jensen. Meðan hotellið er ákært fyri brot á rúsdrekkalógina, so eru fjølmiðlanir ákærdir fyri »medvirkan til brot á rúsdrekkalógina«. Í Føroyum er øll reklama fyri rúsdrekka í fjølmiðlum og tíðarritum bannað. Men Johannes Jensen heldur ikki, at Hotel Föroyar hava lýst við rúsdrekka, men við einum tiltaki, sum verður á hotellinum fríggjakvøldið. Johannes Jensen vísir á, at hotellið hevur skeinki- loyvi. - Tí virkar tað undarligt, at ákærumynduleikarnir fara eftir okkum, samstund- is sum rúsdrekkalógin í heilum verður brotin. Hví fara teir ikki eftir út- lendskum vikubløðum, ella fylgisveinasjónvarpsstøðu m, sum altíð lýsa við rús- drekka, spyr hann. Og hvussu ber tað til at skipa fyri einum almennum til- taki á Giljanesi í eini vígd- ari høll, har sterkt øl verður selt alment, spyr Johannes Jensen, sum heldur tað verða løgið, at løgreglan fer eftir einum ávísum virki og sær millum fingrarnar í so nógvum øðrum førum. - Tað er eisini løgið, at Rúsdrekkasølan kann lýsa við rúsdrekka á síni heima- síðu, í faldarum og á annan hátt. Tað er eftir øllum at døma lógligt - tí skilji eg ikki, hvat er lógligt og hvat er ólógligt. sigur hann. Hotel Föroyar hevur fyrr skipað fyri líknandi tiltøk- um. Har hevur verið lýst til jólaborð, við snapsakvøldi, italskum kvøldi o. s. fr. Sambært Johannes Jensen er tiltakið komandi fríggja- kvøldið ikki øðrvísi, tað er eitt ølkvøld ella ein ølfag- naður. - Vit hava skeinkiloyvi og halda okkum vera eitt seri- øst virki. Vit mugu sleppa at kunna um okkara virk- semi. Vit vilja ikki rekla- mera við rúsdrekka, vit kunna bara um eitt tiltak, sum vit skipa fyri, og sum ikki elvir til at fólk skulu drekka meira, men heldur at drekka undir skipaðum viðurskiftum. Johannes Jensen vónar, at myndugleikarnir nú fara at gera nakað við hesi viðurskiftini. - Vit hava eina avskepl- aða rúsdrekkalóg, sum forðar okkara vinnu. Vit kunnu t. d. ikki keypa rús- drekka inn í heilsølu, men mugu keypa úr Rúsdrekka- sølu Landsins - og vit kunnu ikki keypa til heilsøluprísir. Úrvalið í Rúsini er ikki størri, enn í einum bygdahandli í Dan- mark, og tað er ikki nóg gott fyri okkum, sum skulu reka hesa vinnuna, sigur Johannes Jensen. Men hotelstjórin fer sjálvandi at boyggja seg, um hann hevur gjørt nakað ólógligt. - Eg veit bara ikki, um eg havi gjørt nakað ólógligt, og tí havi eg ikki játtað meg sekan. men hava vit gjørt nakað ólógligt, so rætta vit okkum sjálvandi eftir tí, sigur Johannes Jensen, sum leggur dent á, at tað bara er lýsingina, tað snýr seg um - ikki um tiltakið. Tað er fult lógligt og fultteknað. 1Fyrrapartin í gjár lat borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen upp Vørumessuna 2005. Íalt eru 40 básar á messuni VØRUMESSA Snorri Brend Havn: Áhugin fyri vøru- messum av hesum slagi tykist standa við. Á vørumessuni um viku- skifti var pláss fyri 40 bás- um, og hesir básarnir eru fyltir, nú stevnan er byrjað. Flestu framsýnararnir eru føroyingar, men ein einstak íslendsk fyritøka er eisini við. Hesar vørumessurnar hava vanliga havt omanfyri 1600 vitjandi, men í fjør vóru út ímóti 1800 fólk á messuni. Endamálið við messuni er at gera tað lættari hjá handilsfólki, stovnum, fyri- tøkum og øðrum at keypa sínar vørur og tænastur. - Á hesum messum verð- ur nógv handlað, og tí er ikki ov nógv sagt, at henda hevur stóran týdning fyri handilslívið og annars øll tey, sum keypa vørur og tænastur, sigur Birgir Poul- sen, stigtakari. Heðin Mortensen (hm) hevur sett árligu vørumessuna og ynskir her stigtakaranum, Birgir Poulsen góða eydnu. Í fjør vitjaðu 1800 fólk á hesi stevnuni Myndi: Jens Kr. Vang Sjálvmorðs- fyribyrging í Miðlahúsinum Hotel Föroyar: Skuldsett fyri á brot rúsdrekkalógina Fullteknað vørumessa – Eg havi ikki játtað meg sekan í at hava brotið rúsdrekka- lógina, tí tað veit eg ikki, um eg havi, sigur Johannes Jensen. Løgreglan skuldsetir hann fyri brot á rúsdrekkalógina, tí hotellið hevur lýst við einum ølfestivali komandi fríggjakvøld