Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 172 - 10. september 2005 Landsverk: Hesar komandi fýra vikurnar fara fólk frá Landsverki at halda fram við arbeiðinum at merkja vegirnar kring landið. Hesa vikuna verður fyri tað mesta arbeitt í Vágum, m.a. í Miðvági, meðan teir í næstu viku fara til Suður- oyar, har eitt av arbeiðun- um er við nýggju ferjuleg- una í oynni. Í hesum sambandi fara teir at merkja ferjuleguna, eins og teir skulu gera tørv- andi kantmerkingar í oynni, samstundis sum tunlarnir skulu málast á øðrum sinni. Seinni í mánaðinum – í viku 38 – verður farið at merkja liðugt á landsveg- unum á Kalsoynni, og vik- una eftir verður farið niðan á Oyggjarvegin á Streym- oynni. Arbeitt verður somuleið- is ymsa staðni í Eystur- oynni, m.a. við rundkoyr- ingarnar á Norðskála og í Runavík, verður upplýst frá Landsverki. sb. Gloyma tannlæknan men minnast føðingardagin Tað vórðu fín og beinrakin orð havd á lofti, tá Sinnisbati skipaði fyri skeiði í kognitivari terapi fyrr í vikuni. Á skeiðnum vóru fólk, sum á einhvønn hátt luttaka í hesi viðgerðini ella bert ynsktu at frætta nærri um hesa. Og væl varð lurtað SKEIÐ Snorri Brend Sálarsjúka: - Tað at tú gloymir ein avtalu við tann- læknan – gert tú tað bevíst, óbevíst ella tí at tað er óbehagiligt?! Og hví gert tú ikki tað sama við tín egna føðingardag?! Hetta vóru tveir av áhugaverdu spurningunum, sum danski undirvísarin, Sebastian Swane setti fram á evnisdegnum, sum varð hildin í útvarpshøllini. Tað var Sinnisbati, sum skipaði fyri skeiðnum, sum vendi sær serliga til fakfólk innan almanna- og heilsu- økið og tey, sum starvast innan sosiala økið. Eini 100 fólk vóru á skeiðnum sum vardi allan dagin. Danski undirvísarin brúkti m.a. brot úr ymisk- um filmum sum vístu á kognitiva terapi, og síðani varð tjakast út frá hesum. Sebastian Zwane starvast sum serlækni í psykiatri á eini psykiatriskari deild á Amager í Keypmannahavn. Og tað er hagani, at hann hevur fingið royndirnar, sum hann fegin greiddi áhoyrarunum frá. Upplýsing Sebastian Swane hevði kortini ikki bert hetta skeiðið, tí hóskvøldið oysti hann út av vitan síni um kognitiva terapi í einum fyrilestri í Útvarpshøllini fyri avvarðandi og øllum áhugaðum. Á hesum fyrilestrinum vóru bæði starvsfólk innan heilsuverkið, avvarðandi hjá sjúklingum og sjúk- lingar sjálvir. Sum skilst vóru fólk sera áhugað í hesum fyrilestrin- um, tí sum onkur teirra segði: - Hetta er fyrst ferð eg havi upplivað, at onkur tekur mínar trupulleikar í álvara! Kognitiv terapi er ein psykoterapeutiskur við- gerðarháttur, sum tekur støði í evnunum at fata, har roynt verður at broyta hugs- anina til at verða minni avmarkandi, sjálvkúgandi og angist-elvandi, til hin- vegin at gerast meira sjálv- stuðlandi, nuanserað og fornuftstónað. Við hesum ráðstevnu- degnum og fyrilestri ynskir Sinnisbati at varpa ljós á allar teir møguleikar, sum kognitivi viðgerðarhátturin gevur, soleiðis at hesin háttur kemur at fáa nógv størri pláss á almanna- og heilsuøkinum. Sinnisbati hevur júst sum endamál at bøta um korini hjá teimum sálarsjúku og virkar fyri tolsemi og betri fatan av teimum sálarsjúku. Sebastian Swane var væl fyrireikaður og oysti fegin út av vitan síni fyri fakfólkunum Mynd: Jens Kr. Vang Grót úr heimbygdini Skopun: Í eina tíð hevur Skopunar kommuna ar- beitt við at fríðka um ymsa staðni í bygdini. Arbeitt hevur verið øki frá øki, og í hesi vikuni verður so eitt arbeiði gjørt ovarlaga í bygdini, har eitt torg einaferð kemur. Týsdagin vóru tveir mans í ferð við at leggja brotflísar á á hesum staði. Og sum skilst er ætlanin seinni at seta upp benkur her. Grótið kemur úr Høvda- haganum, norðanfyri bygdina, og verður fingið til vega frá Grótvirkinum í Skopun. So her er talan um reina Skopunar- framleiðslu! sb. Kettan letst ikki um vón, meðan teir arbeiða við at leggja brotflísarnar á torgið Mynd: Jens Kr. Vang Merkja vegirnar kring landið Teir merkja vegirnar kring landið, nú veturin nærkast. Tá veður ikki er til hetta arbeiðið, gera teir rabattir ístaðin Mynd: Landsverk