leygardagur 10. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 172 - 10. september 2005
7
Egil vil læra føroyingar
at brúka andaliga heimin
39 ára gamli hval-
bingurin Egil Mai-
gaard arbeiðir sum
healari og miðil mill-
um okkara verð og
tann andaliga heimin.
Hann sær stórar
møguleikar í persón-
ligari menning við at
hava samband við
andaliga heimin, og í
november mánaði
kemur hann til Før-
oya at læra føroyingar
um healing
HEALING
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Egil Maigaard hevur altíð
kent á sær, at tað er meira
millum himmal og jørð,
enn vit vanliga geva okkum
fær um. Hvalbingurin, sum
síðani miðskeiðis í áttatiár-
unum hevur búð í Dan-
mark, er nú miðil millum
andaliga heimin og vanlig
fólk.
– Eg havi altíð havt serlig
evni til at uppliva ymiskt
við tilknýti til andaliga
heimin. Eg plagdi at síggja
skuggar heima hjá okkum,
kendi altíð okkurt rundan
um meg, og eg havði eisini
sanndreymar, sigur Egil
Maigaard.
– Tað hevur ligið til fam-
iljuna hjá okkum at hava
hesi evni, og eg var í nógv
ár bangin fyri hesum. Eg
vildi líkasum ikki viður-
kenna tað og royndi at
nokta fyri tí. Eg sá ongan
møguleika fyri at brúka
evnini hjá mær til nakað
positivt, greiðir hann frá.
Tað kom vend í fyri trimum
árum síðani, tá ið Egil
gjørdi av at fara á ein skúla,
sum gav frálæru í clairvoy-
ansu og healing.
– Eg var forvitin og sá
hetta eisini sum ein møgu-
leika at menna meg persón-
liga, sigur 39 ára gamli Egil
Maigaard.
Hann hevur eisini verið á
skúla í Onglandi, og hann
tekur leypandi meira útbúgv-
ing um healing og annað.
Positiv orka úr
andaliga heminum
Eftir at hava fingið frálæru
um alt – ella nógv – millum
himmal og jørð á danska
skúlanum, er Egil Mai-
gaard blivin meira tilvitað-
ur um sítt samband við
andaliga heimin, og hann
bjóðar sær nú til at hjálpa
fólki við mentalum miðla-
virki og healing.
– Eg arbeiði dagliga sum
social- og sunnheitsassist-
entur, men í frítíðini havi
eg sonevndar sittings og
healing við fólki. Eg hjálpi
fólki við at koma í sam-
band við sína egnu sál og at
menna seg gjøgnum posit-
iva orku úr andaligu verð-
ini, sigur Egil Maigaard.
– Fólk misskilja ofta hetta
við nakað ófrættakent og
okkult, men tað er tað als
ikki. Endmálið við hesum er
at menna fólk, fáa tey at
hugsa meira positivt og at
lata tey sleppa av við ment-
alar ella fysiskar trupulleik-
ar. Tað, sum tú hugsar, fært
tú fatur á, og clairvoyansa
og healing kann styrkja og
menna teg bæði mentalt og
fysiskt, sigur hann.
Brúkar seg sjálvan
sum amboð
Egil Maigaard hevur sítt
egna felag, sum hann kallar
Life Vision, og har bjóðar
hann fólki healing og at
vera miðil millum tey og
andaligu verðina.
– Hetta er ikki okkult,
healing hevur altíð verið til,
og í Bíbliuni verður eisini
tosað um hetta. Jesus bæð
lærusveinar sínar fara út at
lekja fólk.
– Eg leggi ikki hond á
fólk fyri at lekja tey, men
ígjøgnum meg kunnu tey
fáa positiva orku úr tí
andaliga heiminum, so at
tey kunnu sleppa av við
mentalar ella fyskiskar
trupulleikar. Eg vil einki
vita um, hvørjar trupulleik-
ar fólk hava, tí tað eri ikki
eg sjálvur, sum skal hjálpa
teimum. Eg eri bara eitt
medie millum tey og veg-
leiðarar í andaliga heimin-
um, sigur Egil Maigaard.
– Eg mediteri hvønn dag
fyri at útvikla mína vibrati-
ón, so eg kann røkka longur
út eftir orku. Tað er eitt
lívslangt arbeiði at menna
seg sum medie, sigur hann.
Til Føroya at læra frá
sær
Í døgunum 25. og 26. nov-
ember verður Egil Maigaard
í Føroyum, og tá ætlar hann
sær at læra føroyingar at fáa
samband við vegleiðarar í
andaliga heiminum. Frálær-
an verður í Hvalvík, og tað
er Unn í Dali, sum skipar
fyri hesum.
– Fyrsta skeiðið snýr seg
nógv um meditatión, so at
fólk gerast tilvitað um anda-
liga heimin og kenna seg
trygg við hann. Eg kann
geva fólki nøkur reiðskap,
sum tey kunnu brúka, men
eg leggi sera stóran dent á,
at alt fer rætt fram, og at
moralur og etikkur er í lagi,
sigur Egil Maigaard.
– Øll eru fødd við evnun-
um at hava samband við
andaliga
heimin.
Børn
síggja og merkja ofta ym-
iskt, sum vaksin fólk halda
vera fjas, og við tíðini
verða hesi evni undirtrykt.
Men tað ber til at fáa sam-
band við andaliga heimin,
og tað kann líknast saman
við at venja vøddar. Meira
tú venur, betur verður tú til
tað, sigur hann.
Tey, sum vilja vita meira
um virksemi hjá Egil
Maigaard, og tað, sum hann
bjóðar fólki, kunnu vitja
h e i m a s í ð u n a
www.lifevision.dk
Altjóða
lán til
Spari-
kassan
Føroya Sparikassi
hevur tikið eitt lán
uppá stívliga hálva
milliard krónur hjá
altjóða bankum.
Lánið skal nýtast til
at økja um virksemið
Positiva gongdin í virk-
seminum
hjá
Føroya
Sparikassa í Føroyum og
uttanlands ber í sær, at
Sparikassin hevur økt um
gjaldføri sítt. Hetta er
gjørt við eini lántøku, ið
varð endaliga avgreidd í
farna mánaði.Tað skrivar
Føroya
Sparikasi
á
h e i m a s í ð u n i
www.sparikassin.fo
- Lánið er tikið sum lið-
ur í, at vit hava stóran
vøkstur, ikki minst í dótt-
urbanka
okkara
Eik
Bank.
Sostatt
hevur
Sparikassin avbera gott
gjaldføri í løtuni, og tí er
eisini pláss fyri framhald-
andi vøkstri, sigur Marn-
er Jacobsen, forstjóri í
Føroya Sparikassa.
Lánsupphæddin er 70
mió. evrur ella stívliga
520 mió. danskar krónur.
- Lánið varð útboðið
sum eitt lán uppá 35 mió.
evrur, men áhugin var so
mikið stórur hjá lánveit-
arunum, at lánið var yvir-
teknað 100 prosent. Hetta
vísir, at Sparikassin eisini
á altjóða marknaðinum er
eitt gott pappír. Út frá
positivu gongdini í virk-
seminum var tí avgjørt, at
hækka lánið til 70 mió.
evrur, sigur Finn Dan-
berg,
fíggjarleiðari
í
Sparikassanum, sum hev-
ur staðið fyri praktiska
arbeiðinum við lántøkuni.
Tað eru týski Bayern LB
og Danske Bank í Lond-
on, ið hava fyriskipað
lántøkuna, og teir eru
samstundis høvuðslán-
veitarar. Talan er um eitt
sonevnt syndikerað lán,
har fleiri lánveitarar utt-
anlands ganga saman um
at lána Sparikassanum
pening.
– Fólk misskilja ofta
healing við nakað
ófrættakent og okkult,
men tað er tað als ikki.
Endmálið er at menna
fólk, fáa tey at hugsa
meira positivt og at lata
tey sleppa av við
mentalar ella fysiskar
trupulleikar, sigur
hvalbingurin Egil
Maigaard, sum í
november mánaði kemur
til Føroya fyri at læra
fólk at fáa samband við
vegleiðarar í andaliga
heiminum