Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 172 - 10. september 2005 Sorg í Vágum nú P/F Vesturvón er selt - Her er einki at gera. Eg havi tikið avgerð- ina um at selja tey 20%, sum eg umboði í nevndini, sigur Ól- avur Petersen, reiðari hjá P/F Vesturvón VESTURVÓN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Tað er eingin glaður í Vágum, nú ein meiriluti í nevndini í P/F Vesturvón hevur selt 60% av parta- peninginum úr felagnum. Eg, sum sjálvur eri í nevnd- ini, visti púrasta av ongum, fyrr enn sølan var framd. Nei, hetta hevði eg ikki væntað, at eg soleiðis fór at standa andlit til andlits við tann veruleika, at felagið fór at vera selt yvir høvdin- um á mær og øðrum nevnd- arlimi, Hugo Fjørðoy, sum heldur ikki visti av nøkrum, sigur Ólavur Petersen, ið er maðurin, sum hevur mynd- að felagið úteftir. Í nevndini í P/F Vestur- vón eru 5 nevndarlimir; tey eru Frígerð á Mýruni, Fisher Hansen og Jógvan Joensen, sum hava verið við til søluna og Ólavur Petersen og Hugo Fjørðoy, sum ikki ánaðu nakað, fyrr enn alt var yvirstaðið. Einki at gera Ólavur heldur tað vera und- arligt, at nevndin aftanfyri felagið ikki varð kallað saman til fundar at viðgera spurningin um sølu av partabrøvum. - Eg havi nú roynt at sodnað hetta og eri komin til ta niðurstøðu, at her er einki at gera. Avgerðin er tikin, og vit fara at selja partapeningin, sum eg umboði í nevndini. Ólavur sigur, at partapen- ingurin, sum hann umboð- ar, í fyrsta lagi stavar frá pápanum og verpápanum. - Tey 60%, sum P/F Akraberg nú eigur í felagn- um, fara upp á eini 80%, tá ið vit hava selt, sigur hann. Reiðarin, sum ivaleyst skjótt verður fyrrverandi reiðarin hjá P/F Vesturvón, sigur, at vágafólk og onnur, sum varða av skipunum, eru ógvuliga hørm. - Fólk hava gingið inn á skrivstovuna at spyrja, hvat nú fer at henda – og hvat tey skulu gera, sigur Ólav- ur. Hann heldur tað ikki vera rætt at lasta keypararnar fyri tað, sum hent er, tí teir hava bert keypt partabrøv, sum teimum stóð í boði at keypa. - Men eg haldi, at tey í nevndini, sum í loyndum avgjørdu at selja, kundu havt handfarið hetta málið øðrvísi, tí tað er hóast alt menniskju, sum eru knýtt at hesi fyritøku, sigur Ólavur. Uppsagnir á veg Á skrivstovuni hjá P/F Vesturvón í Vágum starvast trý fólk, har Ólavur sjálvur er eitt teirra. - Vit eru her enn, og vit eru øll í sama "báti", men vit vita einki um, hvussu verður. Ólavur sigur, at hann hevur tosað við Anfinn Ol- sen, stjóra í Framherja, og teir báðir hava avtalað at tosa saman aftur, tá ið Anfinn kemur heim aftur úr Íslandi. Einir 30 partaeigarar hava verið í P/F Vesturvón. - Enn er eingin uppsagd- ur, hvørki í landi ella umborð, men eg vænti, at vit fara at síggja uppsagnir- nar skjótt, leggur Ólavur Petersen aftrat. Hóast eingin enn er uppsagdur, hvørki á landi ella á sjógvi, sum hevur starv hjá felagnum, P/F Vestur- vón, er líitð at ivast í, at nakrar uppsagnir verða í næstum VESTURVÓN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tann stóri spurningurin er, hvør kemur at manna flaka- trolaran, Vesturvón, nú P/F Framherji á Toftum, sum nýliga hevur selt flakatrol- aran, Akraberg, eigur meirilutan í felagnum. Ólavur Petersen, reiðari hjá P/F Vesturvón, sigur, at nógvir av monnunum, sum sigla við flakatrolaranum, hava siglt við skipinum í mong, mong ár. - Umleið helmingurin av manningini, sum telir 36, er úr Vágum, og onkur av teimum hevur verið við skipinum í eini 30 ár. Ólavur vísir á, at einir 5 suðuroyingar eisini eru umborð á Vesturvón, og hesir hava siglt við skipin- um í upp til eini 25 ár. - So, tað er greitt, at hetta kemur at ávirka gerandis- dagin hjá mongum familj- um, bæði her vesturi og aðrastaðni. Eingin útskifting Reiðarin sigur, at rættiliga lítil – ella eingin - útskift- ing hevur verið við mann- ingini umborð á Vesturvón. - Tað hevur verið soleið- is, at teir, sum eru farnir av, í flestu førum eru givnir fyri aldur – ella av øðrum orsøkum. Hetta hevur verið ein góður kjansur, sum hev- ur kastað væl av sær, og tí hevur eingin trupulleiki verið hjá skipinum at hildið upp á fólkið, sigur Ólavur Petersen. Fleiri hava siglt við skipinum í 25-30 ár Væntandi er, at eigaraskiftið kemur at ávirka gerandisdagin hjá nógvum familjum, sum í mong ár hava havt sítt livibreyð umborð á flakatorlaranum, Vesturvón Mynd: Vilmund Jacobsen - Enn er eingin uppsagdur, hvørki í landi ella umborð, men eg vænti, at vit fara at síggja uppsagnirnar skjótt, sigur Ólavur Petersen og vísir á, at tað er sorg í Vágum, nú P/F Vesturvón er selt Reiðarin, Ólavur Petersen, sum ivaleyst skjótt verður fyrrverandi reiðarin hjá P/F Vesturvón, selir nú eisini tey partabrøv, sum hann umboðar í nevndini